týsdagur 25. mars 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. mars 2014 · Nr. 36
19. mars – ein merkisdagur í Føroya søgu
Dagurin í dag, tann 19. mars er ein heilt serligur merkisdagur
í Føroya søgu, tí henda dagin fyri 65 árum síðani lá fyri
fyrstu ferð øll Bíblian á føroyskum máli á borðinum.
Jógvan á Lakjuni
Danmark fekk sína Bíbliu
longu í 1550, Svøríki í 1541
og Ísland í 1584. Men eftir
trúbótina um miðja 16. øld
bleiv kirkjumálið í Føroyum
danskt, og føroyingar komu
sostatt bert at brúka ta
donsku Bíbliuna, og ikki fyrr
enn 400 ár eftir at brøðra
tjóðir okkara høvdu fingið
Bíbliuna á egnum máli, fingu
vit hana.
Maðurin,
sum
framdi
hetta stóra verk, at týða
alla Bíbliuna til føroyskt,
var Victor Danielsen. Victor
var
søldfirðingur,
føddur
28. mars 1894, sonur Daniel
Jacob Danielsen, sýslumann,
sum var havnarmaður, og
Onnu Malenu Weihe, sum
var úr Søldarfirði.
Victor kom til Havnar
á læraraskúla í 1911, og um
summarið 1914 fekk hann
prógv. Meðan hann er í Havn,
kennir hann seg kallaðan av
Gudi og fer at ganga á møti í
Meinigheitshúsinum. Hann
sigur sjálvur soleiðis frá: “Um
heystið 1913 kom Guds kall
persónliga til mín. Nú var tíð
at venda við og verða frelstur,
tað mátti ikki steðga. So fór
eg á møti hjá Guds børnum;
har væntaði eg mær at fáa
hjálp og fekk hana eisini. Eg
fann mín frelsara tá”.
Hetta hendi fyri júst 100
árum síðani. Tá ið Victor
hevði fingið læraraprógv, fór
hann inn aftur á Skálafjørðin
og varð settur sum lærari
við skúlarnar í Søldarfirði,
á Glyvrum og í Lamba. Men
hetta starv røkti hann bert í
einar 6–7 mánaðir.
Hann fór at lesa lestur
í skúlanum í Søldarfirði, tí
ungur sum hann var, kendi
hann seg óbúnan at tala.
Men skjótt byrjaði hann at
prædika sjálvur. Røringur
kom í, fleiri fólk vórðu um
vend, og tá ið Victor ikki
slapp at nýta skúlan longur,
fór hann at halda møti í
dansistovuni. Hann gavst
við lærarastarvi sínum, tí
hann kendi, at Gud kallaði
hann til eitt verk fyri seg,
og hann fór so við og við at
virka sum trúboðari innan
fyri brøðrasamkomurnar.
Øll, sum vita eitt sindur
um føroyska søgu, síðan før
oyingar fóru at vakna tjóð
skaparliga í síðstu øld, kenna
eisini søguna um stríðið fyri
móðurmálsins rætti í skúla
og kirkju. Her var Jákup Dahl
fremsti stríðsmaður, og hann
gjørdi eitt stórt verk fyri at
royna at fáa móðurmálið inn
í kirkjuna. Men hann strídd
ist ímóti trongskygni og
myndugleikum, sum hildu
uppá, at føroyskt ongantíð
kundi
gerast
mentamál.
Føroyskt kundi ikki brúkast
á tí andliga økinum, og bleiv
tað kirkjumál, fór tað at
byrgja okkum inni og køva
okkara andslív.
Jákup
Dahl
dugdi
at
síggja, at skuldi føroyskt
sleppa inn í kirkjurnar, so
var alneyðugt at fáa týtt
Bíbliuna til føroyskt. Hetta
fór hann eisini av álvara
undir í 1921, tá ið hann gav
út Sálmarnar og Orðtøkini í
Gamla Testamenti, og hann
helt fram at týða alt Nýggja
Testamenti.
Einki
er
natúrligari
enn at dýrka Gud á sínum
egna móðurmáli, og av tí at
brøðrasamkoman alla tíðina
hevur staðið púra leys av
fólkakirkjuni og øðrum sið
bundnum stovnum, so var
einki, sum forðaði fyri, at
móðurmálið her fekk sín
sjálvsagda rætt. Tørvurin á
føroyskum skrivligum tilfari
var sjálvandi stórur, og her
bleiv Victor Danielsen ein
fongur.
Andrew
Sloan
hevur
greitt frá, at hann var í
Skotlandi í 1934 og hitti har
skrivaran hjá National Bible
Society of Scotland, Dr.
Knight. Hann spurdi Andrew,
um føroyingar høvdu áhuga
fyri at fáa partar av Nýggja
Testamenti
á
føroyskum,
t.d. Jóhannesar Evangelium.
Um so var, skuldu teir lata
pappírið.
Andrew Sloan helt, at før
oyingar høvdu ikki áhuga
fyri bert at fáa eitt lítið
stykki av Bíbliuni, teir høvdu
jú norskar og danskar Bíbli
ur og vóru vanir at lesa í
teimum. Men um møguleiki
var fyri at fáa alt Nýggja
Testamenti, so var tað nakað
heilt annað. Dr. Knight játtaði
at lata pappírið til hetta.
Andrew
kom
heim
aftur og tosaði við leiðandi
menn innan fyri brøðra
samkomuna, Jens av Reyni
og aðrar. Teir vóru ógvuliga
áhugaðir og spurdu so Victor,
um hann vildi týða.
Victor hevði longu tá
prógvað síni bókligu evni
– hevði skrivað og serliga
týtt stórt tal av sálmum og
sangum og eisini givið fleiri
bøkur út, m.a. skaldsøguna,
”Aðru ferð”. Tá ið hann nú
varð biðin um at fara undir
bíbliutýðing, so helt hann
í fyrstuni, at hetta var ov
torført fyri hann, men sum
tíðin leið, tók hann kortini
avgerð um at fara at týða.
Vit lata Victor sjálvan siga
frá. Í grein í 1952 sigur hann
soleiðis: ”Í 1934 byrjaði eg at
umseta Nýggja Testamenti.
J. Dahl var longu nøkur ár
frammanundan liðugur at
umseta tað. Nýggja Testa
menti hjá Dahl var eisini
prentað, men í so fáum ein
tøkum, at tað ikki kundi ger
ast almannaogn, og einki
hoyrdist um, at ætlanin var
at prenta tað uppaftur. Um
várið 1937 var umseting mín
liðug at prenta. Ikki fyrr enn
stutt frammanundan hoyrd
ist, at Dahls Nýggja Testa
menti var farið til prentingar,
og nú gekk skjótt at fáa tað
liðugt. 3 vikur eftir, at mítt
var komið út, kom hansara
eisini. Sama ár var tað autori
serað”.
Tá ið Nýggja Testamenti
var komið út í 1937, fór Victor
beinanvegin undir at týða
Gamla Testamenti. Hann
sigur sjálvur soleiðis frá í
somu grein í 1952:
“Í mars 1937 byrjaði eg at
um seta Gamla Testamenti
og var liðugur í mai 1939 (í
kladdu). Síðani revideraði eg
Nýggja Testamenti frá 1937,
og sonur mín maskinskrivaði
alla Bíbliuna fyri meg.“
„Vit skuldu so lata hana
prenta í Oslo og høvdu fingið
rættlestur
av
knappliga
100 síðum, tá ið Noreg varð
hersett. Alt lá so stilt inntil
byrjan av 1947, prenting við
víkjandi. Tá varð farið undir
at prenta Bíbliuna í Føroy
um. Men tá las eg aftur alt
handritið ígjøgnum, bæði G.T
og N.T. og revideraði málið
rættiliga nógv.“
Bíblian var liðugt sett á
Ólavsøku 1948 og kom út hin
19. mars 1949.
Í 1961 – sama ár sum tann
føroyska bíbliutýðingin hjá
Jákup Dahl og Kristian Os
vald Viderø kom út, skrivaði
Andrew Sloan m.a. hetta í
minningarorðum um Victor:
”Victor Danielsens týðing
av Nýggja Testamenti í 1937
var lagað eftir, sum mál
brúkið var tá millum vanlig
fólk, og varð serliga hugsað
um tann stóra flokkin av
eldri fólki, sum ikki hevði
lært at lesa móðurmálið, og
tey mongu, sum nóg illa og
als ikki lósu føroyskt. Hetta
duga mong av teimum yngru
í dag ikki at skilja.
Men tá ið farið varð und
ir útgávu av allari Bìbliuni
á føroyskum aftan á heims
bardagan, var so stór málslig
broyting farin fram, at Victor
fór undir at revidera fyrru
umseting sína. Tá ið so henda
Bíblian kom út í 1949, hevði
hon, sum Líggjas Húsgarð
skrivaði tá, ”ein málbúna so
fagran og fríðan”.”
Og Andrew Sloan skrivar
víðari:
”Var tað so, at teir føroysku
sálmarnir í 1920 og fylgjandi
árini komu at ávirka og bøta
nógv um málbrúk teirra, sum
nýttu hesar sálmar, so kend
ist hetta mangan meiri so, tá
ið hin føroyska Bíblian kom
út millum fólk.
Hetta er tó lítið í sammet
ing við hin andaliga týdning,
tað hevur havt og framvegis
hevur, at vit hava havt alt
Guds Orð á móðurmálinum
hesi seinastu 12 árini (skr. Í
1961). Og næst Gudi hava vit
Victor Danielsen at takka,
fram um øll onnur, fyri hesa
stóru ogn, sum hann við
sínum ríku evnum, kunnleika
og áhaldandi ágrýtni, saman
við gudsótta og kærleika til
Orðið, hevur veitt okkum”.
Jú, sanniliga hevur Bíbli
an á føroyskum máli í ikki
minni enn tveimum týð
ingum havt ómetaligan týdn
ing fyri okkara fólk hesi nú
mongu ár – ja, vit duga als
ikki at meta um tað – og mín
bøn er, at vit framvegis sum
fólk skulu hava virðing fyri
Guds Orði.
Eg skal enda við hesi
vøkru yrking hjá Alfred P.
Gibbs, sum Sigurd Berghamar
hegnisliga týddi:
Bíblian hin kæra,
dýri skattur vár,
ævinleikans Orðið
grøðir sálarsár.
Boð hon ber frá Gudi,
synd fordømir hann,
men við Kristi deyða
øll hann frelsa kann.
Lív mær gevur Orðið,
mettar mína sál,
veitir vápn til verju,
ráð til dagsins mál,
hevur fjøld av lyftum,
lýsir mær mín veg,
og í hvørjum tørvi
hjálp har finni eg.
Ognist mær so Orðið,
trúgv mín, mennist hon,
treingist trá til álit
á Guds egna Son.
Tryggur í hans ørmum
lýðin gerist eg,
vaksandi í náði
gangi Harrans veg.