týsdagur 25. mars 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Trolaratúrur
Til Íslands 12. - 15. mai
Les meira á www.smyrilline.fo/trolaraturur, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900
Sigldi tú við trolara í seksti- og sjeytiárunum? Nú verður høvið at savnast um gomul minni
saman við øðrum sjógørpum, ið sigldu við skipum so sum Brandi Sigmundarson, Fiska-
nesi, Gullberg, Magnusi Heinasyni og mongum, mongum øðrum.
Vit fara av Havnini mánadagin 12. mai og heim aftur av Seyðisfirði mikukvøldið 14. mai.
Hugni, stuttleiki, sangur, gamlar søgur, reyp og mangt annað gott verður á skránni Um-
borð á Norrönu fer Mortan hjá Andriasi, skipara á Brandi, at hugleiða um trolaralívið í
seksti- og sjeytiárunum. Vit skipa eisini fyri sjómansmøti, og Regin Jacobsen fer at spæla
nakrar góðar við harmonikuni. Við so nógvum sjógørpum umborð, fellur prátið ivaleyst
aftur á gamlar dagar.
Í Íslandi verður busstúrur til einasta trolarasavnið av sínum slagi í Norðanlondum, ið
Jósafat Henriksen, sáli, tók stig til at gera. Eisini verða myndir vístar á stórskýggja frá
trolara tíðini. Koyrt verður framvið Reyðafirði og Eskifirði og vitjað verður á Sjósavni
Austur land og Randolff Sjóhús.
Fyri hvønn, tá ið ferðast verður
í deildum innv. 4-koyggjukamari . . . . . . . kr. 1.990
Íroknað
• Snarferð til Íslands og aftur
• Koyggja í deildum innv. 4-koyggjukamari
• 3 x morgunmatarbuffet
• 1 x kvøldarbuffet
• Útferðir í Íslandi
• Øll avgjøld
Tilkeypsmøguleikar
fyri hvønn tá 2 ferðast saman
• 2-koyggjukamar u/vindeyga . . . kr. 200
Avmarkað
pláss
Prísir úr
1.990