týsdagur 25. mars 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo
Nú eitt av dugnaligu starvsfólkum okkara
hevur leitað sær aðrar avbjóðingar, søkir
Umhvørvisstovan eftir starvsfólki til
deildina Vernd at byrja 1. juni 2014.
Vit bjóða
eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og
samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar at
menna tínar førleikar. Tú fert at arbeiða
sjálvstøðugt og samstundis í tøttum
samstarvi við deildarleiðaran og hini
starvsfólkini á deildini.
Vit vænta
at tú hevur lokið prógv í verkfrøði, lívfrøði,
umhvørvistøkni ella líknandi. Royndir frá
almennari fyrisiting, vinnulívi, málsviðgerð
og eftirliti eru ein fyrimunur.
Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar
arbeiðsuppgávur sum eina spennandi
avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og
dugir væl at samstarva.
Tú hevur teldukunnleika á brúkarastigi til
vanlig forrit og evni til at samskifta við
onnur í skrift og talu á føroyskum, enskum
og norðurlendskum máli. Harafturat mást
tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar
uppgávur. Koyrikort til bil er ein treyt.
Setanarviðurskifti
Starvið er fultíðarstarv og fevnir serliga um
málsviðgerð og eftirlit á umhvørvisøkinum.
Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
CV og møguligum viðmælum skal sendast
til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048
165 Argir
ella sum teldupostur til: us@us.fo.
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni
í hendi í seinasta lagi tann 28. mars 2014.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara
á Vernd, tlf. 342444, ella Petur Nielsen,
stjóra, tlf. 342400.
Umhvørvisstovan søkir
starvsfólk til deildina Vernd
Er hetta tú?
- Søkt verður eftir næmingi til bókhaldið
Kundi tú hugsa tær eitt lærupláss í einari fyritøku, har nógv
er at gera, og har tú ert partur av einum starvsfólkatoymi, ið
støðugt strembar eftir at mennast og gerast betri?
Vit ynskja at tú
• hevur HH, HF ella studentsprógv
• ert ágrýtin
• dámar væl góðan ordan
• dugir væl at samskifta
• dugir væl at samstarva
• ert tænastusinnað/ur
Vit bjóða
Eitt mennandi lærupláss har
starvsfólkini trívast og har tað snýr
seg um at veita eina góða tænastu.
Um tú hevur spurningar, ber til at
ringja til Óla Reinert, fíggjarleiðara,
á telefon 360128.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Um tú tekur prógv í summar,
ert tú eisini vælkomin at søkja.
Send umsókn við prógvum í sein-
asta lagi mánadagin 31. mars 2014
kl. 12, til Marjun Eystberg á teldu-
postadressu:
meystberg@ph.fo
P/f Poul Hansen heilsøla er størsta heilsøla í Føroyum. Umleið
120 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927.