Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SÁLARFRØÐILIGUR FAKFESTIVALUR Mynd: Álvur Haraldsen FAKTA Svend Brinkmann er útbúgvin cand.psych og Ph.d. Hann er dani, 39 ára gamal og starvast á Aalborg Universitet og Bergen Universitet. Hann er somuleiðis útbúgvin bachelor í filosofi. Brinkmann hevur millum annað ritstjórnað bókina Det diagnosticerede liv og hevur ført fram, at Danmark upplivir eina tunglyndisfarsótt. Millum annað hevur hann víst á, at tað eru omanfyri 400.000 danir, sum fáa heilivág fyri tunglyndi. Og hetta hevur hann sett spurnartekin við. - Tað ber snøgt sagt ikki til, at átta prosent av dønum eru kliniskt depressivir. Sjálvandi kunnu fólk hava tað trupult og vera hugtung, tað er ikki tað, eg seti spurnartekin við. Men tað er ikki ein sjúka at hava tað trupult. Tað ber væl til at hava stórar trupulleikar, uttan at talan er um eina sálarliga sjúku, men í dag er tað næstan ein vani, at diagnostisera alt, sum víkir frá norminum, hevur Brinkmann millum annað sagt. Brinkmann vitjaði í Føroyum í farnu viku, tá hann var gestarøðari á Sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Sosialurin hitti hann fyrrapartin fríggjadagin.