Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Hví seta vit yvirhøvur diagnosur? Vit seta diagnosur fyri at vita, hvør er sjúkur ella hevur sálarlig brek, og fyri at vita, hvør ikki hevur tað. Tí vit vilja gjarna hjálpa fólki, sum hava tað trupult. Innanfyri psykiatri­ina hava tey eina fatan av, at tað eru ymsir mátar at hava tað trupult upp á, ið eru tekin um sálar­sjúku ella sálarligt órógv, sum vit gjarna vilja eyðmerkja. Tú hevur sagt, at diagnosan er ikki nøkur frágreiðing? Eftir mínum tykki er diagnosan ein lýsing av atburði av einum ávís­ um slagi. Og diagnosan verður sett út frá metingum, sum eru gjørd­ ar av atburðinum. So hava vit ein symptomlista, har vit krossa av, og hevur tú nóg mikið av sjúku­eyð­ kennum, so kanst tú fáa diag­nosu­ na. Trupulleikin er, at diagnosan ikki greiðir frá, hví tú ber teg so­ leiðis at. Diagnosan fortelur bara, at tú bert teg soleiðis at. Vit kunnu eisini tosa um ein gamlan drong, og ein ógiftan mann. Tú ert gamal drong­ur, tí tú ikki ert giftur, men tað er ikki nøkur frágreiðing. Tað eru bara tveir mátar at siga tað sama uppá. Tað er á sama hátt við diagnosuni, tí hon er bert ein saman­dráttur ella lýsing av tínum atburði. Her renna vit altso eftir halanum hjá okkum sjálvum, um vit ynskja at forklára atburðin við diagnos­um, tá diagnosan verður sett, grundað á atburðin. Diagnosumentan er eitt hugtak, tú hevur brúkt nógv. Hvat merkir tað? Tað er ein lýsing av einum eyðkenni við okkara samfelag, har vit í størri og størri mun nýta diag­nos­ur­nar til at skilja okkum sjálvi og onnur, eisini okkara børn, tá vit hava við trupulleikar at gera. So­leið­is verða diagnosurnar eitt slag av filtri fyri okkara royndir við pínu, stikni og trupulleikum. Tað er tað, eg meini við diagnosumentan. Mongu diagnosurnar hava tann fyri­munin, at vit fáa staðfest nakrar trupul­ leikar, sum vit kunnu gera okkurt við, men vansin er, at vit sjúk­lig­gera nøkur fólk, sum í hesi diagnosu­ mentanini læra at skilja seg sjálvi gjøgnum diagnosuna. At tey læra at skilja seg sjálvi sum sjúk­ling­ar, hóast tey kanska ikki eru sjúk. Ber til at tosa um góðar og ringar diagnosur? Um vit tosa um diagnosur, sum eru tekin um veruligar sálarligar trupul­leikar, so ber til at siga, at talan er um eina góða diagnosu, tí persón­ur­in, sum fær diagnosuna, vón­andi sleppur framat hjálp, sum er góð fyri viðkomandi. Tað kun­ di til dømis verið skizofreni, sum er ógvuliga álvarsamt. Her er ein diagnosa tvingandi neyðug fyri at koma á rætt kjøl aftur. Fært tú hinvegin ein diagnosu, sum ikki stend­ur mát við teir trupulleikar, tú hev­ur, so er tað skeivt og ein vána­ lig diagnosa. Persónliga haldi eg, at nakrar av teimum diagnosunum, sum vit hava fingið seinastu árini, eru alvorliga á markinum, um ikki skeivu megin markið. Í dag stendur 'sorg' á einum amerikanskum yvir­ liti yvir diagnosur, sum eru ávegis. Sorg verður eftir øllum at døma ein diagnosa, næstu ferð henda skip­an verður eftirhugd. Og tá vit eru komin har til, so haldi eg av sonnum, at vit tosa um eina ringa diagnosu, á sama hátt sum homo­ seksualitetur var ein ring diagnosa. Homo­seksualitetur er ein seksuel orienter­ing, ikki ein sjúku, sum tey hil­du fyrr. So ja, tað ber til at tosa um ringar diagnosur. Hava vit ov nógvar diagnosur? Talið av diagnosum er alsamt vaks­ andi. Tað ber til at argumentera fyri báðum, at vit hava ov fáar og ov nógvar. Og um spurningurin er, um tað eru ov nógv, sum fáa diagnos­ ur, so er svarið tað sama. Tosa vit um depressión ella tung­lyndi, so haldi eg, at tað eru ov nógv, sum fáa eina diagnosu. Tað sama ger seg galdandi fyri ADHD. Men har eru aðrar diagnosur, sum verða settar ov sjáldan. Og kans­ka kemst tað av, at hesar eru so kost­nað­ar­miklar. Hvør er vandin við at fáa eina diagnosu? Vandin er, at tú byrjar at fata teg sjálvan sum ein psykiatriskan sjúkl­ing. Sum um, at tú ert sjúkur. Ert tú ikki sjúkur, so er tað ein vandi í hesum, tí tá kann ein diag­ nosa skapa trupulleikar, har tað ann­ars burdi verið øvugt, altso, at diagnosan hjálpti tær at loysa nakr­ ar trupulleikar. Hvør er loysnin upp á trupulleikan? Tað kundi verið, at diagnosurnar vórðu settar meiri skynsamt, tí nógvar diagnosur verða settar av einum lækna, sum eisini út­skriv­ ar nógvan heilivág móti tung­lyn­ di. Nógvir læknar útskriva eisini heilivág móti ADHD. Her skul­du vit kanska havt onkrar skipan­ ir, har heilivágurin varð út­flýggj­ að­ur meiri skynsamt. Vit kundu havt skipanir, sum spurdu, hvussu gera vit diagnosuna til ein part av við­gerðini, heldur enn at diag­nos­ an bara verður ein fyri­reik­ing til sjálva viðgerðina. At fáa eina diag­ nosu gevur fólkinum eina nýgg­ja sjálvsfatan. Spurningurin er so, hvussu kunnu vit fáa tað inn í sjál­ va viðgerðina. Tú hevur sagt, at tað er ikki truplari at vera menniskja í dag enn fyri 100 árum síðani. Verður tað lættari at vera menniskja um 100 ár? Eg trúgvi upp á menning. Tað eru fram­vegis nógvir trupulleikar í heimi­num, og enn er nógv eftir at gera. Men seinastu 100 árini hava vit sæð stór framstig, og tað eru mong menniskju, sum hava fingið tað nógv betri kring allan knøttin, tá tað snýr seg um trygd, heilsu, demo­krati og so framvegis. So eg haldi, at vit sum heild hava fingið tað betri. Ikki so øgiliga nógv betri, men eitt sindur betri. Hyggja vit hin­vegin bara eftir hagtølunum yvir psykiatriskar diagnosur, so siga tey eina heilt aðra søgu. Og hes­um ivist eg í. Á vandakós við diagnosum SÁLARFRØÐILIGUR FAKFESTIVALUR Ein psykiatrisk diagnosa er ein lýsing av atburði. Men diagnosan er ikki nøkur frágreiðing upp á atburðin. Vansin við diagnosum er, at vit sjúkliggera fólk, sum annars eru frísk. Og um tú ikki ert sjúkur, so er tað ein vandi, tí tað kann skapa trupulleikar, har tað annars burdi verið øvugt, at diagnosan hjálpti tær at loysa nakrar trupulleikar. Tað sigur Svend Brinkmann, sálarfrøðingur og Ph.d