Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur flogbóltur Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 21 18 3 57 21 36 34 2 Fleyr 21 18 3 58 24 34 33 3 Dráttur 21 14 7 49 29 20 28 4 KÍF 21 13 8 47 31 16 28 5 TB 20 11 9 45 33 12 24 6 SÍ 21 4 17 16 51 -35 10 7 ÍF 20 3 17 14 54 -40 6 8 Ternan 21 2 19 18 61 -43 5 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 ÍF 18 15 3 47 15 32 30 2 Fleyr 18 12 6 41 29 12 24 3 Mjølnir 18 4 14 14 44 -30 10 4 SÍ 18 5 13 27 41 -14 9 ÍF - Ternan 3-2 (23-25, 25-23, 25-21, 24-26, 15-8) TB - Mjølnir 3-0 (25-19, 25-21, 25-7) SÍ - Fleyr 1-3 (8-25, 22-25, 25-14, 21-25) KÍF - Dráttur 3-1 (19-25, 25-10, 25-15, 25-18) SÍ - Fleyr 1-3 (25-18, 21-25, 21-25, 21-25) Mjølnir - ÍF 0-3 (19-25, 14-25, 21-25) Fleyr í báðum finalunum Nú landskappingarnar í Eik-liguni hjá bæði kvinnum og monnum er lidnar, stendur greitt, at Fleyr hevur megnað at spælt seg í báðar FM-finalurnar. Hjá kvinnunum er mótstøðan Mjølnir og hjá monnunum ÍF Hilmar Jan Hansen Mjølnir hevur í allan vetur verið á odda í Eik-liguni hjá kvinnum, og einki er í so máta broytt, nú endaliga støð­an fyriliggur, tí Mjølnir er fremst við 34 stigum, eitt meira enn hin finalisturin, Fleyr. Og hóast serliga Dráttur og KÍF hava havt hugt at blandað seg, hevur eingin verulig hóttan verið ímóti teimum báðum fremstu liðunum. Mjølnir og Fleyr møtast leygardagin klokkan 15 í fyrstu FM-finaluni, sum verður spæld í Badminton­ høllini í Klaksvík. Síðani verður onnur finalan spæld í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn eina viku seinni, leygardagin 5. apríl klokkan 13, og um neyð­ugt, verður ein triðja finala spæld á sama stað dagin eftir, sunnudagin 6. apríl. Ein dystur hongur annars eftir hjá kvinnunum, og tað er tann millum TB og ÍF, sum skuldi verið spældur sunnudagin 9. mars, men bleiv útsettur fyri illveður. Hann skal sjálvandi spælast, sjálvt um hann onga ávirkan fær á nakað sum helst, tí hvørki TB ella ÍF kunnu flyta pláss á stigatalvuni allíkavæl. Hjá monnunum er tað ÍF, sum hevur verið oddalið í Eik-liguni í vetur, og Fleyr hevur eisini alla tíðina ligið framvið eftir finaluni, sum tað nú eisini eydnaðist havn­ ar­monnunum at fáa. Eitt skifti høvdu teir eitt sind­ ur av kapping frá SÍ, men so dragnaðu sørvingar og endaðu aftast, tá saman­um­ kom. Fyrsta FM-finalan hjá monnum millum ÍF og Fleyr verður leygarkvøldið 29. mars klokkan 20 í ítróttarhøllini á Kambsdali. Og so er skráin mestsum tann sama sum hjá kvinnunum, at onnur finalan verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 5. apríl klokkan 15, og um neyð­ugt, verður so ein triðja finala á sama stað sunnu­ dagin 6. apríl. hilmarjan@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen