Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 ítróttur Bárður Olsen: AB fjeppari Kampurin er darvaður av nogvum vindi og mennirnir hja okkum faa ikki tað góða spæli vit hava sæð fra teimum at koyra, men koma til góðar møguleikar Koyr á AB Jóannes Niclasen: B36 fjeppari Hasin 5arin á Argjum var slett ikki av vegnum, nú hava vit lagt botnin, so er bara at halda stílin Koyr á B36 Rúni Klein Olsen: Víkinga fjeppari Vit taptu í dag ímóti einum KÍ-liðið sum ikki høvdu uppiborið eitt einasta stig, vit vóru nógv betur allar 90min, men 3 ferðir stong út og óneyvir avslutningar sum eiga at geva mál. Tilsamans eitt klassiskt dømi uppá at betra liðið vinnur ikki altíð. Vit vóru betur og komu til fleiri kjansir, tað taka vit við okkum til komandi í Gundadali. WLYV víkingur Allan Enghamar: HB fjeppari 3 uppiborin stig í ársins fyrsta heimadysti og flott spæl stóran part av dystinum frá HB. ÍF og Albert mugu vísa meir um teir ætla sær annað pláss. Koyr á HB Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari 1-1 er betur enn einki, næsta dyst vinna vit 4-0 a Skala. Saman standa vit sterk eb/Streymur Magnus Jørmundsson: ÍF fjeppari At ein dystur er 90 minuttir fingu vit aftur prógvað. Greitt omaná í 75 min av teimum og verða revsaðir harðast gjørligt uppá hinar 15! Seinni hálvleikur var lovað gott frá okkara síðu. Koyr á ÍF! Koyr á ÍF Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari Stuttligt at síggja so nógvar áskoðarar á Skála aftur, hóast úrslitið var alt annað enn gott! Vónandi koma stig á konto'ina næsta dyst. Koyr á! skála Øssur Jacobsen: B68 fjeppari Tit hava brukt nogvar pengar uppå spælarar, sjålvt um tit høvdu dómarin vid, fingu tit EITT óuppiborid stig. Vit eru Reydir og Svartir og sera raskir, FORZA B68 Koyr á B68 John Andersen: NSÍ fjeppari Meðan skýggini køva grannabygdirnar, stráááálar Koyr á NSÍ Kristian Joensen: KÍ fjeppari Teir eru sjálvútnevndir meistarar 2014. Eg sigi bara Gud forbarmi seg. Meinhardt Joensen vann á teimum einsamallur. Nú taka vit Gundadal sunnudagin. Koy á KÍ Koyr á KÍ fótbóltur Fjeppararnir í Sosialinum Sosialurin fer í ár at taka upp stuttliga og væl dámda táttin hjá Dimmalætting, har fjepparar senda SMS inn eftir hvønn dystin í Effo-deildini Tróndur Arge Til hetta kappingarárið verð­ur ein nýggjur táttur í Ítróttar­Sosialinum. Vit hava nevniliga tikið upp táttin hjá Dimma­lætting við fjepparunum. Vit hildu at tað var spell, at hesin stuttligi tátturin skuldi detta niðurfyri, tá Dimmalætting fór á heysin. Tað gongur í stuttum út uppá, at ein fjeppari fyri hvørt lið sendir inn eitt SMS í hitanum aftaná at dysturin hjá hansara liði er liðugur. Hetta sms’ið seta vit síðani í blaðið saman við dystarfrágreiðingini. Fjeppararnir umboða eina meining, sum ikki altíð kemur fram frá venjarum, spælarum og tíðindafólki, sum øll eru upplærd í sam­ skifti. Her kemur boð­skap­ urin frá hjartanum. Tað er ongin ivi um, at talan er um viðhaldsfólk, sum hava nógv upp á hjartað. Tí verð­ur spenn­andi at fylgja innan­ hýsis dystunum millum fjepp­ararnar. Vónandi taka tit væl móti nýggja táttinum í Ítróttar­ Sosialinum, sum stílar móti at gera føroyskan fótbólt áhugaverdan og stuttligan. trondur@sosialurin.fo