hósdagur 27. mars 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Hósdagin í farnu viku avdúk
aði sendingin "Anita", hvussu
føroyska fiskivinnuskipanin
leggur upp til viðurskifti við
strámonnum og útlendskari
arbeiðsmegi
undir
træla
líknandi arbeiðsumstøðum.
Ein
grundgeving
fyri
fiskivinnupolitikkinum
er,
at skipanin skal forða fyri,
at útlendingar keypa seg inn
í føroyska fiskivinnuflotan.
Men skipanin kann ikki hal
da útlendingum úti. Tvørtur
ímóti førir hon júst til, at teir
eru inni gjøgnum strámenn
undir
óskipaðum
viður
skiftum.
Alt fleiri dømi eru um,
at útlendsk feløg keypa seg
inn í eitt føroyskt partafelag.
Útlendska felagið kann sam
bært lógini bert eiga ein
triðing, men tað er ikki óvan
ligt at gera ein sáttmála, sum
ásetur, at tað er útlendski
minnilutaeigarin, sum tekur
avgerðirnar,
sigur
Kári
Petersen, búskaparfrøðingur.
Grundsjónarmiðið,
at
føroyingar skulu hava ræðis
rættin á skipum, sum fáa
fiskiloyvi, er so grundiga til
gjøldur og "Anita" er bert eitt
dømi um, hvussu skipanin
virkar. Hetta er als ikki óvan
ligt, sigur Kári Petersen.
Pengarnir fara á
útlendskar hendur
Ein av spurningunum, sum
stóð
eftir,
tá
sendingin
"Anita" var liðug, var, hví
skal landið skriva út ókeypis
fiskirættindi
til
reiðarar,
sum selja tey víðari og koyra
pengarnar í lumman - ella í
lummarnar hjá útlendskum
eigarum?
Grundgevingin hjá fiski
málaráðharranum fyri at
lata fiskirættindi ókeypis til
nakrar reiðarar, er, at peng
arnir skulu arbeiða í vinnuni.
Men tað gera teir ikki. Tað
vísti sendingin um Anitu -
og dømið við Anitu er ikki
nakað eindømi.
Tvørturímóti hendir tað
alsamt oftara, at bæði pengar
og arbeiði enda á útlendsk
um hondum.
- Tað, sum vit síggja er, at
pengasterki útlendski eig
arin lænir føroyska parta
felagnum pening til at keypa
skip ella fiskiloyvi fyri. Í
sambandi við hetta ásetur
felagið eina rentu, sum er
so høg, at hon tømir felagið
fyri pening. Sostatt kanst
tú hava eitt felag við høgari
inntøku og lágum útreiðslum
- ja, ókeypis tilfeingi, men
ongum yvirskoti. Føroyska
samfelagið sær í hesum
føri einki til milliónirnar
frá fiskirættindunum, sum
vórðu latin ókeypis, sigur
Kári Petersen.
Taka peningin út
Sum skipanin er í dag,
arbeiða pengarnir ikki í
vinnuni - tvørturímóti gevur
tað mest at taka teir út úr
vinnuni, sigur Kári Petersen.
- Sjálvandi, tað er altíð
gott, at vinnan er væl fyri
- og helst vóna politikarar,
at
hesi
vinnulívsfólkini
gera íløgur í vinnuna, men
tað er bara ikki altíð, at tað
er so. Tað, sum loysir seg
best hjá einum, sum kann
selja eitt loyvi, er ofta, at
fara úr vinnuni. Pengarnar
fara sostatt í hansara egnu
lummar. Tað merkir fyrst og
fremst, at teir ikki koma til
at virka í vinnuni, sigur Kári
Petersen.
Tað er sjálv skipanin sum
leggur upp til hetta, men
hvørki formaðurin í vinnu
nevndini, Alfred Olsen ella
fiskivinnumálaráðharrin, Ja
cob Vestergaard vilja broyta
nakað.
Um teir vildu, kundu teir
broytt viðurskiftini soleiðis,
at eingir strámenn vóru og
skipað viðurskifti vóru um
borð.
- Orsøkin til, at tað er so
attraktivt fyri útlendingar
at koma inn, er, at veiði
rættindini verða givin fyri
einki. Skipini saman við
veiðurættindunum
verða
so dýr, at bert útlendingar
hava ráð til at keypa tey.
Um loyvini vórðu seld fyri
tað, sum tey eru verd, loysti
hesin trupulleiki seg sjálvan,
tí
hetta
ónormalt
stóra
yvirskotið, sum stendst av
einkarrættinum, hevði ikki
verið til, sigur Kári Petersen.
500 milliónir um árið
Tað, sum er so skaðiligt, er, at
tann, sum fær einkarrættin,
kann taka yvirskotið úr
vinnuni, og brúka tað, sum
honum lystir.
- Tað enorma yvirskotið,
sum einkarrætindini geva,
er ónormalt, og skapar onga
virðisøking í fiskivinnuni.
Har í liggur tann stóri bú
skaparpolitiski feilurin, sigur
Kári Petersen.
- Landið verður ikki ríkari
av, at ein fyritøka hevur 500
milliónir í yvirskoti. Fiski
ríkidømið verður ikki størri
av, at nøkur fá virki hava
eitt ónormalt stórt yvirskot.
Búskaparliga er hetta ein
skandala. Tað er nógv tað
skilabesta, um landið selur
loyvini, og til dømis gevur
Føroya fólki skattalætta fyri
pengarnar, sigur Kári Peter
sen.
Tað
hevði
givið
500
milliónir krónur í landskass
an um árið - tað kundi koll
velt hetta landið, sigur Kári
Petersen. Í aðru syftu, kundi
man sett ein part av pening
inum í nýggjar vinnur.
Aðrar vinnur
skapa vøkstur
- Vit hava brúk fyri øðrum
vinnum, og vit koma ikki í
gongd við nýggjar vinnur,
um vit geva 500 milliónir
krónur í óbeinleiðis stuðli
til fiskivinnuna um árið
Pengarnir
arbeiða ikki
í vinnuni
Grundgevingin fyri at lata fiskirættindi ókeypis er millum annað, at pengarnir skulu
arbeiða í vinnuni, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráharri. Men tað gera teir als ikki,
tí tað loysir seg best at taka teir út, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur
Pengarnir arbeiða í vinnuni
alla tíðina - eisini pengarnir,
sum fiskiloyvir verða
handlaði fyri
Jacob Vestergaard, í sendingini anita
fiskivinna
Hetta er ikki rætt sambært Kára Petersen,
búskaparfrøðingi. Tvørturímóti vísir tað
seg meira enn so, at pengarnir verða
tiknir út úr vinnuni