Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vansar við at lata veiðirættindi fyri einki 1. Trýst kemur á politikarar um at lata yvirkapasitet koma inn í flotan, og hetta førir við sær negativt avkast 2. Við skipanini ber til hjá reiðara at kapitalisera tilfeingisrentuna og taka hana við sær úr vinnuni 3. Skuldin verður sera stór í vinnuni, yvirskotini lítil 4. Eingin skilagóður háttur er at býta veiðirættindi, býtið verður í besta lagi tilvildarligt og í versta føri gjørt eftir vina- og kenningapolitikki 5. Tey, sum hava best politisk sambond, klára seg best, ikki tey dugnaligastu. Vandi fyri at fáa ódugandi vinnulívsleiðarar 6. Eingin trygd er fyri, at yvirskotið, sum stavar frá ókeypis veiðirættindum, kemur innaftur í vinnuna 7. Einki forðar útlendskum luttakarum í at taka tilfeingisrentuna av landinum (gjøgnum áseting av rentu, sum teir læna til fyritøkuna) 8. Bert stórar útlendskar reiðarafyritøkur kunnu gjalda fyri stóru skipini (gjøgnum føroyskar strámenn). Vandi er fyri at útlendskar fyritøkur koma at stýra føroyskum vinnulívi 9. Dugnaligir føroyingar hava ongan møguleika at koma inn í vinnuna Kelda: Kári Petersen, búskaparfrøðingur - stuðul, sum ikki skapar nakran varandi vøkstur í fiski­vinnuni. - Fólk, sum hava góð hug­ skot, hava ikki altíð egin­ pening. Tú gevur nøkrum fólk­um 500 mio kr. sum ikki skapa nakra menning. Tað hevði verið nógv betur, at brúkt pengarnar sum start­ kapital í nýggjum vinn­um, sigur Kári Petersen. - Tað skapar búskap­ar­ vøkst­ur á longri sikt, um land­ið fær nýggjar vinnur, sum skapa vøkstur. Virðið í fiskivinnuni verð­ ur ikki størri enn tað sama. Tað eru bara nakrir persónar, sum verða øgiliga ríkir. Somu­leiðis hevði tað skapað nógv meira virði, at brúkt pen­ing­in uppá skattalætta. Tað hevði gjørt Føroyar meira kappingarførar, tí løn­ ir­nar ikki høvdu verið und­ir so stórum trýsti, sigur Kári Petersen. - 95 % av okkara út­ flutningi er fiskivinna og aling og eru bara rá­vøru­ fram­leiðsla. Rundan um okk­ um eru londini langt framm­ an fyri á tøkniliga øki­num. Vit eru eitt u-land í so máta, sigur Kári Petersen. Lagar seg sjálvt Orsøkin til yvirkapasitetin í før­oysku fiskivinnuni er, at man frá politiskari síðu ikki vil skerja flotan. - Um aldarskiftið fingu Før­oy­ar ein yvirkapacitet. Tal­ið av línuskipum fór frá 17 til 27, og tað er orsøkin til, at heima­flotin gevur undirskot. Trupul­leikin er, at vit hava ein yvirkapacitet nú, tí tá tað gekk gott eina tíð, loyvdi lands­stýrið nógvum skipum inn í flotan. Um politiska skipan­in ikki vil minka flot­ an aftur, tá tað gongur min­ni gott, so fer hann at geva hall og lágar hýrur, og so er tað, at tú finnur uppá kunstig­ ar loysnir sum sjó­manna­ frádrátt, minstuløn - og nú, fólk, sum fáa umleið 6.000 krónur um mánaðin, um­ borð, sigur Kári Petersen. Um fiskirættindi verða seld fyri tað, sum tey eru verd, sleppa vit und­an trupulleikanum við strá­ monnum, sigur Kári Peter- sen. Í summum førum er tað einkisigandi, men meiningin er, at tað skal siga nakað Alfred Olsen um ásetingarnar um útlendskan ræðisrætt umborð a føroyskum fiskiskipum fiskivinna Hósdagin í farnu viku avdúkaði sendingin »Anita«, hvussu føroyska fiskivinnuskipanin leggur upp til viðurskifti við strámonnum og útlendskari arbeiðsmegi undir óskipaðum arbeiðsumstøðum Alfred Olsen viðgekk í sendingini »Anita«, at tað er ógjørligt at stýra leiklutinum hjá útlendingum í Føroyskari fiskivinnu undir verandi skipan.