hósdagur 27. mars 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Í fleiri ár hevur politiska
skipanin latið stór virðir út
til nakrar fáar einstaklingar.
Hetta fær álvarsamar avleið
ingar fyri landið, sambært
Kára Petersen, búskapar
frøðingi.
- Landsstýrið skrivar út
fiskiloyvir fyri fleiri ár fram
yvir. Einki forðar hesum
persónum í at selja tey fyri
milliardir. Samfelagsligu av
leiðingarnar av hesum langu
loyvum
uttan
lógarásett
tilfeingisgjald eru álvarsam
ar, sigur Kári Petersen. Hann
ávarar ímóti, at ein miðsavn
ing av valdinum fer fram, og
at Føroyar verða eitt oligarki
- ella fámannaveldi.
- Miðsavningin av valdi
num førir til, at nøkur fá fólk
fara at eiga milliardir, og tey
fara eftir nøkrum árum at
ráða yvir restini av føroyska
vinnulívinum og samfelag
num annars, sigur hann.
Hetta sæst til dømis í Íslandi
og Russlandi.
Lógin
um
vinnuligan
fiskiskap er frá 1994. Hon
sigur, at fiskurin, sum livir í
sjónum, er ogn Føroya fólks,
men heimilar landsstýrinum
at skriva út fiskiloyvir yvir
10 ár.
Við at geva loyvir í 10 ár,
loyvir landsstýrið tí per
sóninum, sum hevur loyvið,
at selja rættindini næstu 10
árini. Gevur loyvið eitt stórt
avkast tey 10 árini, so kann
loyvishavarin selja skipið
við loyvinum fyri stórar upp
hæddir. Er loyvið til dømis
vert 20 milliónir um árið, so
kann skipið seljast við ein
um eyka virði á umleið 200
milliónir.
At selja inntøkurnar í
nógv ár í framtíðini til mark
naðarvirðið nú, verður nevnt
kapitalisering. Tann, sum
selur skip við loyvum, fær
peningin. Tann, sum eftir
lógini eigur rættindini (Før
oya fólk), fær einki, greiðir
Kári Petersen frá.
Leggur upp til
strámenn og óskipað
viðurskifti
Av tí at fiskivinnuskipanin
gevur einkarrættindi, verð
ur lutfalsliga alt ov stórt
yvirskot í hesum reiðaríun
um, sum fáa fiskiloyvini, og
tað eru nøkur fá, sterk reið
arí, sum hava stødd til at
fiska allan fiskin.
- Innan uppisjóvarvinnu
na fáa nakrir fáir aktørar
fiskirættindi ókeypis, sum
hava eitt marknaðarvirði á
minst 400 milliónir krónur
og gevur eitt avreiðingarvirði
á 1,3 milliardir. Tað vil siga, at
teir fáa 400 milliónir krónur
forerandi hvørt ár. Tí verður
yvirskotið øgiliga nógv ov
stórt, sigur Kári Petersen.
Tað ávirkar samfelagið
uppá nógvar mátar, at fólk
verða tillutað ein framíhjá
rætt til stór ríkidømi uttan
nakra orsøk. Yvirskotið verð
ur ónáttúrliga stórt, sigur
Kári Petersen.
Hetta ónormalt stóra yvir
skotið kallast tilfeingisren
ta. Tilfeingisgjaldið er nakað
annað, tað er tað, sum ein
reiðari átti at keypt fiskirætt
indini fyri - upphæddin svarar
ofta til tilfeingisrentuna, og
tryggjar eina sunna vinnu.
Tað ónormala yvirskotið er
ikki sunt fyri vinnuna, tí tað
førir til, at tað verður eitt
øgiligt trýst á at koma inn í
vinnuna, og so er tað, at vit
fáa viðurskifti við útlendsk
um eigarum, tí tað eru bara
útlendingar, sum hava ráð
til at keypa skip við veiðu
rættindum, sum eru fleiri 100
milliónir verd.
- Hendan skipanin er
størsta skandalan, sum er í
føroyskum politikki í dag, og
hon eigur at verða broytt, so
veiðirættindini verða seld
fyri tað, sum tey eru verd,
sigur Kári Petersen.
Føroyar enda sum oligarki
Einstaklingar, sum ár eftir ár ríka seg upp við at fáa tillutað fiskirættindi fyri milliónir, eiga skjótt
allar Føroyar, sigur búskaparfrøðingurin, Kári Petersen, sum ávarar ímóti fámannaveldið
Sendingin Anita vísti, at føroyska leiðslan í reiðarínum Seta
einans er á papírinum. Í praksis verður stýrt aðrastaðni frá
- bæði skipið og reiðaríið.
Reiðaríið Seta varð selt í 2012 til Søren Christiansen fyri 6,9
milliónir krónur.
Søren Christiansen eigur tveir triðingar av reiðarínum og ein
spanskur partaeigari, eigur ein triðing. Smápartafelagið hjá
Søreni Christiansen hevur lænt 4,7 milliónir krónur, hóast
felagið einans hevur 80.000 kr í partapeningi. Tað er sannlíkt,
at lánið er givið av sponsku eigarunum til eina rentu, sum
er so høg, at felagið verður tømt fyri allar pengar. Tí hevur
reiðaríið einki yvirskot, hóast sera lágar útreiðslur til lønir.
Føroysk lóg sigur, at útlendingar ikki mugu hava ræðisrætt
á skipi, sum fær føroysk fiskirættindi. Men tað er bert ein
spurningur um, hvussu tú skipar teg. Tað gerst alt meiri
vanligt, at føroyingar standa sum eigarar á pappírinum, men
teir hava útlendskar partnarar og ein sáttmála, sum sigur,
at tað eru útlendsku eigararnar, sum taka avgerðirnar. Tá
fiskiloyvið verða keypt og seld, eru tað loyvir, sum landið
gevur burtur, men sum privatir persónar selja.
Formaðurin í vinnunevndini, Alfred Olsen sigur, at hugt verður
at lógini um ræðisrættin í sambandi við nýskipanainan av
fiskivinnuni.
»Sjálv lógin, um hon verður fylgd, so riggar hon fínt. Tað er
bara tað, at í dag, verða fleiri spurningar settir við, riggar hon,
sum vit hava lóggivið, at hon skal rigga« sigur hann.
Ein strámaður er ein, sum man setur fremst fyri at fáa nøkur
rættindi, sum man annars ikki hevði fingið.
At føroyski skiparin er flaggskipari merkir, at hann er bert
skrásettur, tí føroysk lóg krevur, at skiparin hevur hevur
heimarætt í Føroyum, men í praksis eru tað aðrir, sum stýra
skipinum
Tað eru bara útlend
ingar, sum hava ráð
til at keypa skip við
veiðurættindum, sum eru
fleiri 100 milliónir verd
Kári Petersen
Anita
- Hendan skipanin er
størsta skandalan, sum er
í føroyskum politikki í dag
Kári Petersen
fiskivinna