Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen – Hetta hevur tikið alt ov langa tíð, og tað eru vit í Unga Tjóðveldi kedd um. Tað sigur Tráin Petursson Nón­klett, formaður í Unga Tjóð­veldi. Tað er ætlanin at taka støðu til málið á lands­fund­ inum nú um viku­skiftið. – Eg gangi bara út frá, at tað verður eitt av málunum, vit skulu taka støðu til, sigur Trái Petursson Nónklett. Hann er ikki bangin fyri, at málið fer at skapa stóra ónøgd í flokkinum. – Eg rokni ikki við, at vit fara at síggja nakað tað sama sum hendi, tá málið um 266b var fyri fyri nøkrum árum síðani. Tá hendi tað, at Karsten Hansen fór úr flokkinum, men eg rokni ikki við, at nakað líknandi fer at henda hesaferð, sigur Tráin Petursson Nónklett. Hann vísir til viðgertðina í løgtinginum um samkynt parlag, og um loyvið hjá samkyntum at vígast borgar­liga. – Tá vísti viðgerðin, at flokk­urin stóð saman í mál­inum, og eg kann eisini vísa til eina Gallup kanning um sama mál, sigur Tráin Peturs­son Nónklett. Hann sigur seg vóna, at málið kann viðgerðast á landsfundinum, og at lands­fundurin fer at taka eina avgerð. – Um málið verur koyrt út til lokalfeløgini til viðgerðar, so ivist eg ikki í, at tað verður samtykt, og eg havi eisini góðar vónir um, at tað verður samtykt á landsfundinum um vikuskiftið. Men eg má eisini siga, at tað hevur ging­ið alt ov long tíð at taka eia støðu í málinum, sigur Tráin Petursson Nónklett, for­maður í Unga Tjóðveldi. Eg havi góðar vónir Tað sigur Tráin Petursson Nónklett, formaður í Unga Tjóðveldi, um uppskotið at loyva samkyndum hjúnabandi Leo Poulsen Tað eru nú tvey ár síðani, at landsfundurin hjá Tjóðveldi samtykti at gera eina orðing um samkynt hjúnaband á fundi i Fámjin. Líka síðani hevur verið ar­ beitt við einari orðing til hesa samntyktina. – Málið var eisini viðgjørt í Hvannasundi seinasta landsfund, men tað gongur ikki so skjótt, tí tað skal nógv redigering til. Men eitt fyri­ bils uppskot verður í hvussu er lagt fram á fundinum fríggja­kvøldið, sigur Óluva Klett­skarð, forkvinna í lands­ nevndini hjá Tjóðveldi. Hon sigur, at ætlanin er, at eitt liðugt orða uppskot skal sendast út til lokalfeløgini til viðgerðar. – Men tað er so ikki gjørt enn, tí vit eru ikki komin á mál við orðingini, sigur Óluva Klettskarð. Hon sigur, at lokalfeløgini tó verða við á landsfundinum, har í hvussu er eitt útkast verður lagt fram. – Vit eru greið um, at tað kann skapa eitt sindur av ónøgd, serliga millum eldru limirnar, men vit hava kort­ ini valt at viðgera málið um samkynt hjúnaband, sigur Óluva Klettskarð. Hon væntar ikki, at flokk­ urin fer í tvíningar av hesum málinum. – Eg eri greið um, at serliga eldru limirnir eru ónøgdir við hetta uppskotið, men eg meti ikki, at vandi er fyri, at flokkurin fer í tvíningar. Vit ynskja sum nevnt at við­gera málið, sigur Óluva Klettskarð. Tað var Unga Tjóðveldi, sum trýsti á fyri at fáa flokk­ in at taka eina støðu til málið um samkynt hjúnaband, og tað var sum nevnt samtykt í Fámjin fyri tveimum árum síðani. Tekur seg aftur Óluva Klettskarð hevur ann­ ars boðað frá, at hon stillar ikki upp aftur til sessin sum forkvinna í landsnevndini. – Eg havi sitið har í fýra ár, og tað krevur rættiliga fitt av arbeiði at binda øll liðini í flokkinum saman. Hartil er so tað, at eg siti sum forkvinna í bæði Trivnaðarnevndini og Havna- og Vinnunevndini í Klaks­víkar býráð, og tað eru post­ar, sum krevja nógv ar­beiði, sigur Óluva Klett­ skarð. Hon heldur tí, at tíðin er komin at gevast sum for­ kvinna í landsnevndini hjá Tjóðveldi. – Tað er komið hartil, at eg nú má raðfesta, og tí havi eg valt, ikki at stilla upp aftur til postin sum forkvinna í landsnevndini hjá Tjóðveldi, sigur Óluva Klettskarð. Hon sigur, at arbeiðið í bý­ ráðnum krevur nógv. – Tað er jú eisini eitt arbeiði, eg geri fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð, og tað er komið hartil, at eg verið noydd at velja, og tað merkir eisini, at eg má velja frá, sigur Óluva Klettskarð. Hetta verður sostatt sein­ asti landsfundur, har Óluva Klettskarð situr sum for­ kvinna í landsnevndini hjá Tjóðveldi. Orðingarnar ikki heilt lidnar Tað verður arbeitt við málinum um samkynd hjúnaband, men tað er nógv redigering. Men málið verður lagt fram á landsfundinum, í hvussu er sum eitt útkast, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í landsnevndini hjá Tjóðveldi Óluva Klettskarð Leo Poulsen Tórbjørn Jacobsen, næst­for­ maður í Tjóðveldi, verð­ur ikki við á lands­fund­in­um, sum verður í Sanda­vági fríggja­ kvøldið og leygar­dagin. – Tað er eingin møguleiki, tí eg skal spæla sjónleik bæði fríggjakvøldið og tvær ferðir leygardagin og tvær ferðir sunnudagin, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann er við í sang­leik­ inum, Oliver Twist, sum hevði frumframførslu týskvøldið, og nú verður hildið fram hóskvøldið, fríggjakvøldið og tvær ferðir í vikuskiftinum, leygardag og sunnudag. Hann verður tí ikki við til at viðgera nakað uppskot hjá flokkinum, heldur ikki upp­ skotið um samkynt hjúna­lag. – Nú er málið um sam­ kynd hjúnaband so nógv á breddanum, og tað blívur við at verða verandi á bredd­ anum, til tað verður samtykt. Tí meini eg, at tyað rættasta er at fáa hetta avgreitt sum skjótast, so rúm verður fyri øðrum stórmálum, sigur Tór­ bjørn Jacobsen. Hann heldur, at Tjóðveldi sum ein flokkur, ið ynskir fræsli í landinum má vera so modernaður, at pláss er fyri øllum minnilutabólkum. – Hetta hevur verið ein longri prosess, og vit mugu fáa hetta avgreitt. Um tað verður á ólavsøku ella seinni, so er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn málið verður sam­tykt, sigur Tórbjørn Ja­ cob­sen. Tobbi ikki við – Eg verið ikki við á landsfundinum. Tað fái eg als ikki tíð til, tí eg skal spæla sjónleik bæði fríggja­ kvøldið og tvær ferðir leygardagin, so har er eingin møguleiki, sigur Tórbjørn Jacobsen Tráin Petursson Nónklett