hósdagur 27. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Tilfeingisgjaldið eigur ikki
inn í vanliga raksturin av
føroyska samfelagið. Peng
arnir, sum væntandi koma
í landskassan frá tilfeingis
gjaldi næstu árini, eiga í
staðin at markast til ávís
endamál, sum kunnu koma
vinnuni til góðar.
- Tilfeingisgjaldið eigur at
fíggja havrannsóknarskipið
og gransking innan fiski
vinnuna í breiðari merking,
sigur Jóan Magnus Rasmuss
en, sum í sama viðfangi ikki
dylir fyri, at hugsjónarliga er
hann ímóti tilfeingisgjaldi.
- Slík gjøld eiga eftir
mínum tykki at taka støði í
yvirskotinum hjá vinnuni,
sigur Jóan Magnus Rasmus
sen og heldur fram:
- Men tá vit nú eru farin
at áleggja vinnuni slíkt gjald,
samstundis sum vit hava
fingið eina fyri Føroyar góða
makrelavtalu, so rættvísger
tað kanska henda leistin.
Men eg síggi ein vanda í, um
pengarnir bara fara inn í
landskassan.
Við uppskotinum tveitir
løgtingsmaðurin ein nýtt
kort á borðið í telvingini
um tilfeingisgjaldið. Tó so,
partamaðurin Jacob Vester
gaard
hevur
áður
argu
menterað fyri at pengar úr
vinnuni eiga so ella so at
brúkast til vinnuna
- Eg havi altíð hildið, at
tilfeingisgjaldið eigur heldur
at fara í ein grunn enn inn í
renslið hjá landskassanum,
sigur
Jacob
Vestergaard,
sum tó ikki ætlar sær at røra
gjørdar semjur:
- Landskassin er í slíkum
forfatningi, at man heldur
tað vera rætt at koyra nakað
av tilfeingisgjaldi inn nú.
So tað tilfeingisgjald, ið vit
hava samtykt at taka inn frá
vinnuni, fer alt í landskassan,
sigur Jacob Vestergaard.
Somu fatan hevur Bill
Justinussen:
- Taka vit tilfeingisgjaldið
úr
aftur
landskassanum,
so mangla hesir pengar til
vælferðina. Og tað kunnu
vit í Miðflokkinum ikki
taka undir við, sigur Bill
Justinussen.
Eingin
trupulleiki
Hvøssu atfinningarnar, bæði frá andstøðu og samgongulimum, fáa ikki landsstýrismannin
at broyta støðu ella taka lógaruppskotið um havrannsóknarskip aftur. – Hetta er tað,
ið eg havi fingið heimild frá samgonguni til at gera, sigur Jacob Vestergaard
Jón Brian Hvidtfeldt
- Eg skal ikki gera meg klók
an uppá, hvørt talan er um
leigu ella leasing.
Tað sigur Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, í kjalar
vørrinum av fyrstu viðgerð
í løgtinginum.
Alternativi leisturin við
havrannsóknarskipinum,
har landsstýrismaðurin bið
ur tingið um loyvi at langtíð
arleiga eitt nýbygt havrann
sóknarskip í upp til 20 ár,
fær ávaringarnar at blinka,
bæði fakliga og politiskt.
Jørmann Petersen, stats
autoriseraður revisor hjá
Januar, metir leistin hjá
landsstýrismanninum kun
na samanberast við fíggjar
liga leasing. Tað merkir, at
øll útreiðslan skal takast við
í landsroknskapin beinan
vegin. Harvið verður hallið
næstu árini umleið 200
milliónir krónur størri.
Fiskimálaráðið sigur í
viðmerkingunum
til
sítt
egna
lógaruppskot,
at
uppskotið er gjørt út frá
tí fortreyt, at talan er um
leigu og ikki um fíggjar
liga leasing. Tað merkir,
sambært ráðnum, at árliga
leigan skal takast við sum
ein
rakstrarútreiðsla
í
landsroknskapinum á hvørj
um ári í leigutíðarskeiði
num.
- Eg helt at spurningurin
um leigu ella leasing var út
greinaður fakliga, tí vit hava
havt fakfólk at gera lógar
uppskotið. Men er hetta ein
ivaspurningur, so ber væl til
at broyta uppskotið soleiðis,
at eingin ivi er um at talan
verður um leigu, sigur Jacob
Vestergaard ídag.
Landsstýrismaðurin tví
heldur um, at havrannsókn
arskipið skal ikki útreiðslu
førast beinanvegin.
- Men nú liggur lógar
uppskotið í løgtinginum, og
eg eri fyri sovítt leysur av tí.
Tí má løgtingið gera av, hvat
tað ger við uppskotið, sigur
Jacob Vestergaard.
Undir fyrstu viðgerð kom
fram, at spurningurin um
leigu ella leasing skal lýsast
út í æsir og svarast, áðrenn
lógaruppskotið
um
hav
rannsóknarskip kemur til 2.
viðgerð.
- Tað er púra greitt, stað
festir Bill Justinussen úr
Miðflokkinum, sum annars
tekur fult undir við at landið
leigar eitt havrannsóknar
skip frá privatum.
Hinvegin
eru
bæði
Reimund
Langgaard
úr
Sambandsflokkinum
og
Jóan Magnus Rasmussen
úr Fólkaflokkinum ímóti at
fíggja havrannsóknarskipið
á henda hátt.
- Eg eri bangin fyri, at
hetta kann skapa fordømi
fyri aðrar verkætlanir, sigur
Reimund Langgaard, meðan
Jóan Magnus Rasmussen
snøgt sagt ikki dámar leas
ingleistin:
- Eg havi persónliga ta
roynd av leasing, at talan
altíð er um eina dýra loysn,
har tú tá avtornar bæði kem
ur at gjalda alla íløguna og
eina høga rentu, sigur Jóan
Magnus Rasmussen.
Atfinningarnar
Meðan Jacob Vestergaard
letur spurningin um leigu
ella leasing hanga í luftini,
so er andstøðan grundleggj
andi ósamd í tí leisti, sum
landsstýrismaðurin leggur
fyri dagin.
- Avtalan vil binda landið
til at gjalda alla íløguna
í skipið, umframt rentur.
Reelt er tí talan um eitt lán.
Men útreiðslan, tilsamans
eini 240 milliónir krónur,
sæst hvørki á fíggjarlógini
ella í roknskapinum hjá
landskassanum, sigur Aksel
V. Johannesen.
Undir 1. viðgerð sam
mettu andstøðulimir leistin
við politikkin hjá umstrídda
borgarstjóranum í Farum,
Peter Brixtofte, sum lat privat
fíggja eina røð av bygning
um og øðrum íløgum fyri
kommununa, sum afturfyri
bant seg til langar leasing-
avtalur.
Undir
umfatandi
uppruddingini eftir Brixtofte
eru
hesar
leasing-avtalur
umlagdar til vanlig lán, sum
í nógv ár fremeftir skuldar
binda íbúgvarnar í Farum (nú
partur av Furesø Kommune).
- Hvønn er tað, man royn
ir at lumpa, spurdi Kristina
Háfoss úr Tjóðveldi við
greiðari tilsipan til, at lands
kassin kortini kemur at
gjalda alla íløguna í hav
rannsóknarskipið.
- Hetta eru kreativar
loysnir.
Hesin
leisturin
kann føra okkum út í djúpa,
fíggjarliga kreppu og í ring
asta føri koyra samfelagið
á heysin, sigur Aksel V.
Johannesen.
Felags fyri andstøðuna,
og partar av samgonguni er,
at tey óttast at leisturin vil
skapa fordømi fyri at fíggja
aðrar verkætlanir á sama
hátt.
- Hvat verður so tað næs
ta, ið er somikið átrokandi at
tað má fíggjast alternativt?
Ynskini kunnu vera nógv
og argumentini góð, men
fíggjarlógin
og
landsins
roknskapur má fylgja við,
sigur Aksel V. Johannesen
og heldur fram:
- Við hesum uppskotinum
er landsstýrismaðurin við til
at sminka fíggjarlógina og
roknskapin hjá landskassa
num. Hann brúkar pengar,
sum hann ikki hevur í
løtuni. Hendir hetta fleiri
ferðir, so kann landskassin
skjótt fáa stórar rakstrar
útreiðslur næstu mongu
árini, tí útreiðslurnar ikki
eru tiknar við so hvørt. Tað
bindur komandi landsstýri
og løgting, sum sjálvandi
eisini vilja gera sínar íløgur.
Avleiðingin verður skjótt, at
landskassin kemur í fíggjar
ligt óføri, tí man reelt brúkar
fleiri pengar enn man hevur.
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum
skúgvar
kritikkin til viks.
- Eg skilji ikki kritikkin.
Tað eru skilafólk, sum sita
bæði í løgtinginum og í
landsstýrinum, og tí ber væl
Marka tilfeingisgjaldið
Tilfeingisgjaldið eigur at brúkast til at fíggja havrannsóknarskipið og annars gransking
innan fiskivinnuna, heldur Jóan Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum
havrannsóknarskip