hósdagur 27. mars 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
til at gera slíkt viðhvørt, sig
ur Jacob Vestergaard.
”Viðhvørt”
definerar
landsstýrismaðurin soleiðis:
- Tað er, tá man heldur tað
vera skilagott at brúka hen
da leistin. Eg haldi hann vera
skilagóðan at brúka nú, og
vit hava eisini onnur dømi,
har landið hevur bundið seg
til leigumál í drúgv áramál.
Argumentið um mangl
andi, fíggjarligt gjøgnum
skygni rínur heldur ikki við
landsstýrismannin:
- Øll vita, hvussu hetta
uppskotið sær út, og neyvt
hvussu nógv landskassin
skal gjalda fyri hetta næstu
árini, sigur Jacob Vester
gaard og skúgvar til viks
ávaringarnar um, at hetta
kann skapa fordømi:
- Eg gangi út frá, at
politikarar eru ábyrgdarfull
ir og ikki brúka henda leistin
meira enn neyðugt. Men í
hesum førinum meti eg tað
vera rætt at gera, sigur Jacob
Vestergaard.
Undir
fyrstu
viðgerð
minti Høgni Hoydal lands
stýrismannin á, at Tjóðveldi,
Javnaðarflokkurin og Sam
bandsflokkurin
annars
høvdu eina púra greiða av
talu um at byggja eitt hav
rannsóknarskip.
Tað
var
undir sonenvdu ”makrel
samgonguni” í 2011, at løg
tingið samtykti at geva
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum
heimild
at brúka í mesta lagi 200
milliónir til havrannsókn
arskip.
- Ja, tað er rætt, at tann
tilgongdin
varð
steðgað,
tá sitandi samgonga varð
skipað, tí aðrar íløgur vórðu
raðfestar
fremri,
svaraði
Jacob Vestergaard.
Løgtingið hevur higartil
játtað 25 milliónir krónur til
havrannsóknarskipið. Men í
fjør vórðu pengarnir fluttir
aftur í landskassan.
havrannsóknarskip
-Tað eru skilafólk,
sum sita bæði í
løgtinginum og
landsstýrinum. Tí ber
væl til at brúka slíkar
loysnir viðhvørt, sigur
Jacob Vestergaard
- Brúka tilfeingisgjaldið
til at fíggja havrann
sóknarskip, ljóða ráðini frá
Jóan Magnus Rasmussen
Um lógaruppskotið:
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum biður løgtingið um heimild at gera
avtalu við privat reiðarí, sum skal leiga almennu Føroyum eitt nýbygt
havrannsóknarskip í upp til 20 ár. Skipið, sum privati skal átaka sær at
byggja, er longu projekterað eftir kravspecifikatiónum frá Havstovuni, og
landið hevur higartil brúkt góðar átta milliónir til skipið. Sambært Jacob
Vestergaard er lógaruppskotið ein avleiðing av, at pláss er ikki fyri hesi
íløgu á fíggjarlógini næstu árini.
Verður lógaruppskotið samtykt, so fer løgtingslógin frá juni 2011
um at byggja nýtt havrannsóknarskip samstundis úr gildi. Tann lógin
gevur landsstýrismanninum heimild til at brúka 200 milliónir krónur til
havrannsóknarskip. Men hóast lógin er í gildi, so hevur landsstýrið ikki vilja
sett pengar av til endamálið á fíggjarlógunum.
Lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard var til 1. viðgerð í løgtinginum
mikudagin og liggur nú nú í fíggjarnevndini.