Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eirikur Lindenskov – Úrslitið fyri árið 2013 er betri enn væntað, og betri enn úrslitið fyri 2012. Úrslitið áðrenn skatt, virðisjavningar og niðurskrivingar er góðar 132 mió. kr. Við ársenda 2013 javnvigaði fíggjarstøðan við 7,3 mia. kr., og eginpeningur bankans var 1,3 mia. kr, sigur Eik Banki í fráboðan. Ársúrslitið hjá Eik Banka fyri 2012 var slakar 77 milli­ ónir krónur og í 2011 var úr­slitið eitt hall upp á 256 milliónir. – Miðvísa arbeiðið við at minka um útreiðslustøðið, og lægri niðurskrivingar eru saman við positivari gongd í íløguaktiviteti høv­ uðs­orsøkirnar til, at úr­ slit­ið er betri enn væntað, hóast vit hava lækkað bú­ staðarrentuna og bidragið á realkredittlánum, og fram­ vegis veita kundum fleiri ókeypis tænastur, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka. Í stuttum kann nevnast, at: • Úrslitið fyri árið 2013 vísir eitt avlop á 110 mió. kr. eftir skatt. • Úrslitið áðrenn skatt, virðisjavningar og niður­ skriv­ingar er 132 mió. kr. • Útlán bankans vóru 4,8 mia. kr. • Innlán bankans vóru 5,8 mia. kr. • Niðurskrivingar av út­lán­ um og yvirtiknum ognum vóru 23 mió. kr. • Gjaldførið er gott. Yvir­ dekningur í mun til lógar­ kravda gjaldførið var 220,6% • Solvensurin við ársenda 2013 var 25,0%, meðan indi­viduelli solvenstørv­ urin var 12,0%. Bankin verður rikin á einum ráðiligum grundarlagi, og hetta sæst eitt nú aftur í být­ inum millum innlán og útlán. Yvirskipaði málsetningurin hjá Eik er at fíggja útlán við eginpeningi og innlánum. Av javnanum upp á 7,3 mia. kr. var eginognin 1,3 mia. kr., og innlán 5,8 mia. kr. Fyrra hálvár 2013 lækkaðu útlánini nakað. Henda gongd er vend, og seinna hálvár hækkaðu útlánini aftur, og vóru 4,8 mia. kr. við ársenda. Innlánini eru eisini í støðugum vøkstri og vóru 5,8 mia. kr. Sostatt vóru innlánini 948 mió. kr. hægri enn útlánini við ársenda 2013. Um hædd verður tikin fyri uml. 1,1 mia. kr. í láni við statsveðhaldi, sum bankin rindaði aftur í februar 2013, eru innlánini vaksin við 320 mió. kr. síðan árslok 2012. Nettoinntøkurnar fyri rentur og ómaksgjøld lækk­ aðu í mun til 2012; úr 335 mió. kr. í 301 mió. kr. Hetta or­sakað av, at Eik gekk und­ an og lækkaði lægstu bú­ staðarrentuna tvær ferðir í 2013, úr 5,25% niður í 3,75%. Harumframt lækkaði bidrag­ ið á realkredittlánum niður í 1,7%. Føroyski búskapurin tyki­st vera komin í eina trygg­ari legu. Hetta merkir, at niðurskrivingarnar vóru væl lægri í 2013 enn í 2012. Samlaðu niðurskrivingarnar upp á lán og ognir annars vóru 23,4 mió. kr., sammett við 2012, tá niðurskrivingar vóru framdar fyri uml. 61 mió. kr. Eik Banki er bert virkin á føroyska marknaðinum, og okkara fremsta uppgáva er tí at tæna kundum okkara her. Seinastu trý árini hev­ ur bankin lagt seg eftir at fremja effektiviseringar á øllum økjum, og harvið at lækka kostnaðarstøðið. Hetta sjálvsagt fyri at kunna reka bankan so skynsamt sum gjørligt, men eisini fyri framhaldandi at kunna veita kundunum góðar og í mong­ um førum ókeypis tæn­astur. Útreiðslurnar til um­ sit­ing eru lækkaðar. Um­ sitingarútreiðslur vóru í 2013 kr. 63,6 mió. kr., og er hetta góðar 10 mió. kr. lægri enn í 2012, tá útreiðslurnar vóru 74,2 mió. kr. Vit eru av tí fatan, at deild­arnetið nú hevur eina hóskandi stødd. Eik Banki er umboðaður í øllum økj­ um í landinum, og har vit hava deildir, hava vit eisini kassaavgreiðslur. Ongar ætl­anir eru, ella hava verið, um at áleggja kundunum eyka kostnað fyri at hava lønar­kontu og eitt nú eftir­ lønaruppsparing í Eik. Avgerðin um at seta før­ oyska kundan í mið­depli­num, sæst aftur í økt­um virksemi við øktum innlánum og út­ lánum. Aðrar rakstrarútreiðslur vóru tó enn høgar í 2013. Orsøkin til hetta var parturin hjá Eik av uppkravinum frá Garantifonden til allar peningastovnar í sambandi við, at Fjordbank Mors og Sparekassen Lolland fóru av knóranum. Kappingin á føroyska láni­ marknaðinum er munandi harðnað, og væntandi fara rentulækkingarnar, sum framd­ar vóru í 2013, at síggj­ ast aftur í roknskapinum fyri 2014. Ársúrslitið komandi ár verður væntandi millum 60 – 90 mió. kr. áðrenn skatt. Eik Banki 110 milliónir krónur í avlopi Føðingar Hin 9. mars 2014 fingu Hanna í Horni og Janus Páll Rein ein son. Hann vigaði 3210 g og var 52 cm langur. 9. mars fingu Elly Djurhuus og Gunleif Djurhuus, Strendur, eina dóttur. Hon var 55 cm lang og vigaði 4650 gr. Tann 14/03-2014 fingu Bjarta á Rógvi Simonsen og Poul Martin Joensen úr Vestmanna/kvívík ein drong sum var 49 cm og vigaði 2750 gram Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka kann fegnast um góða úrslitið