Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Minningarorð um Jógvan Egholm føddur 24. august 1928, deyður 21. februar 2014 Tann 21. februar andaðist svágur mín, Jógvan Egholm, 85 ára gamal. Hann var føddur og uppvaksin í Jónas Broncksgøtu í Havn, og var sonur Eriku, fødd Justinussen, úr Leirvík, og Alfred Sonne Egholm, vanliga nevndur Affe, úr Havn. Sum ungur fór Jógvan til skips og sigldi við pápanum, sum var skipari. Hann sigldi eisini nøkur ár við Tjaldrinum, og tá eg eitt stutt tíðarskeið fyrst í 60’unum var dekksdrongur har umborð, komu vit at kennast. Tá Jógvan gavst við sjólívinum, fór hann at arbeiða ymiskt á landi, og var hann í nógv ár hjá Demich og seinni á goymsluni hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Hann var nærlagdur í sínum arbeiði og vællýddur allastaðni, har hann starvaðist. Jógvan var giftur við Maju, sum er ættað av Strondum, og tey fingu tvey børn, Eriku og Kristian Alfred. Maja og Jógvan vóru eini fyrimyndarlig hjún í allar mátar. Altíð fryntlig, stillfør og arbeiðssom, og sera trúgv ímóti familju og vinum. Blíðskapurin hevur verið stórur í hugnaliga heiminum á Traðarvegnum, og mangan hava vit sitið væl har til føðingardagar og høgtíðir. Jógvan var vertskapsmaður, og væl lá fyri hjá honum at fortelja og siga frá, so tað var altíð sera skemtiligt at vera saman við honum. Jógvan var sera fittur í hondunum og vælgjørdur. Hann var mær ofta góður í ráðum, og hevur hann mangan rætt mær eina hjálpandi hond. Seinnu árini var heilsan farin at bila, og Jógvan gjørdist meir og meir óhjálpin, so í mars í fjør flutti hann inn á Tjarnargarð at búgva. Tjarnargarður liggur beint oman fyri Egholmstrøð, har Maja og hann settu búgv, so tað var ikki so langt at fara. Har dámdi honum væl, og Maja var trúgv at vitja – ja, hvønn seinnapart vóru tey saman haruppi. Og tað at elsti beiggi hansara, Eiler og konan Herbjørg, búðu har, áðrenn hann flutti inn, kendist honum eisini trygt og gott. At Jógvan hevði ein stóran vinaskara, kom til sjóndar til jarðarferðina, tá Ann Dahl Hansen, prestur, fyri fullsettari Havnar kirkju helt eina góða og viðkomandi talu. Eisini var tað hugaligt, at so nógv fólk komu til ervi aftaná. Jógvan og tey vóru seks systkin, Eiler, Eivind, Jógvan, Sonja, Johan Hendrik og kona mín Hjørdis. Eivind doyði bert 20 ára gamal, men øll hini hava nátt høgan aldur og hava tað gott. Allir makarnir eru á lívi, og sera gott samanhald hevur altíð verið okkara millum, og er saknurin stórur, nú Jógvan er farin. Góðu Maja, Erika, Petur og Maia, Kristian og Sonja, gott er at hava so nógv og góð minnir um sín mann, pápa, abba og verpápa. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini. Góði Jógvan, vit hava tær nógv at takka fyri. Hvíl í friði. Heðin við familju 17. mars fingu Jónhild, Dánial og Birita eina lítlasystir. Hon vigaði 4180 gr. og var 53 cm. long. Foreldrini eru Arina Bischoff og Høgni H. Debes, Tórshavn. Føðingar 80 ára føðingardagur Mikudagin 2. apríl fyllir Nancy Rasmussen, Lamba, 80 ára. Dagurin verður hildin í Elim í Søldarfirði frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin! 75 ára føðingardagur 1. apríl verður Martin Andreasen í Vági 75 ár. Dagurin verður hildin heima á Fossavegi 32 tann 5. apríl, frá kl. 14.00 til 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagar Í sambandi við at Jens Christian og Ingrid Hentze fylla sjeyti tann 28. februar og 24. mars verða dagarnir hildnir í missiónshúsinum í Hvalba leygardagin 29. mars millum kl. 13 og 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Jens Christian og Ingrid www gevidblod fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks fo Hvørji kunnu geva blóð? At gerast blóðgevi krevur bert: Góða heilsu, at tú ert millum 18 og 60 ár og tyngri enn 50 kg. (Blóðgevar kunnu geva blóð til 65 ára aldur.) Hvat hendir við fyrstu vitjan í blóðbankanum? Spurt verður um heilsustøðuna gjøgnum árini og blóðroynd verður tikin til ymsar kanningar. Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 2 mánaðir seinni. Hvørjum tørvar blóðgávu? Blóðið verður nýtt til: • Blóðtrot orsakað av medisinskum sjúkum, t.d. krabba­ meini • Skurðviðgerðir • Bløðingar • Skaðatilburðir. Hvørji kunnu geva blóð? Sum er, eru umleið 3 % av føroyingum blóðgevar. Skal tørvurin nøktast, krevjast í minsta lagi 5 %. Blóðgávan tekur 5­10 minuttir, og tú merkir einki uttan eitt lítið prik. Eftir blóðgávu fæst okkurt at drekka, meðan hvílt verður í 10 minuttir. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.