hósdagur 27. mars 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Grundleggjandi er Miðstovnurin í Gundadali ein heilt vanligur dagstovnur. Og kortini er stovnurin eitt
sindur serligur. Tí tað er higar fólk venda sær við børnum, sum hava havt trupulleikar aðrastaðni.
Miðstovnurin: Vit møta
børnunum í eygnahædd
Grækaris Djurhuus
Magnussen - PRESS
Seinast eg var í hesum hús
unum í Gundadali hýstu
tey stóra árgangsfelagnum í
fótbólti, B36. Í dag hýsa tey
kanska fleiri komandi ítrótt
arstjørnum, ikki bara hjá B36.
Nú er gamla B36-húsið ein
dagstovnur. Miðstovnurin í
Gundadali, Gundadalsvegi 4,
er stovnur undir Tórshavnar
kommunu, sum er ætlaður
børnum í aldrinum frá 5 til
11 ár. Stovnurin virkar eisini
sum frítíðarskúli hjá børn
um.
Inklusjónin kom
natúrliga
Asta í Toft er leiðari á Mið
stovninum. Hon sigur, at tey
alla tíðan hava arbeitt við
inklusjón. Tað var ikki nakað,
sum bara varð sett í verk yvir
eina nátt.
"Pedagogikkur er inklu
derandi, tí er tað ikki mín
fatan, at vit kunnu gera
annað enn at inkludera. In
klusjónin er áløgd okkum
uttanífrá. Kortini vil eg siga,
at tað ber ikki til at arbeiða
uttan inklusjón, sigur Asta í
Toft.
“Vit hava altíð givið pláss
fyri børnum, sum onkurs
vegna hava havt serligar av
bjóðingar. Hóast hetta er ein
vanligur dagstovnur, so hava
vit alla tíðina givið pláss fyri
hesum børnunum eisini,”
sigur Asta í Toft.
Hon og eitt av starvsfólkum
hennara, Tórhild Joensen,
námsfrøðingur, minnast aftur
á stuðulsfólkaskipanina.
“Tað var ein skipan, sum
ongantíð riggaði serliga væl
her á Miðstovninum,” halda
tær báðar.
Asta í Toft sigur, at tá
stuðulsfólkaskipanin
fall
burtur, komu fleiri børn við
serligum tørvi á Miðstovnin,
millum annað úr serstovn
inum Túgvuni í 2008.
"Tað
vóru
kommunal
politikarar, sum gjørdu av at
taka stuðulsskipanina av. Tá
sá eg møguleika fyri, at vit
kundu arbeiða fjølbroyttari
við námsfrøðini, sum eg
byggi mína praksis á, sigur
leiðarin í Miðstovninum.
Í dag ganga 52 børn í Mið
stovninum, teirra millum eru
12 barnagarðsbørn. Tíggju
starvsfólk arbeiða á stovn
inum.
Miðstovnurin
liggur
miðskeiðis í hjartanum í
Havn, tá hugsað verður um
møguleikarnar hjá børnunum
á stovninum. Viðarlundin
er beint hinumegin vegin í
Gundadali, Gundadalshøllin
liggur beint við síðuna av
Miðstovninum, har liggja
ítróttarhøllin á Hálsi, Fimi
og Svimjihøllin bert eitt
hanagleiv frá Miðstovninum.
Tveir fótbóltsvøllir liggja
beint framman fyri stovnin.
Norðurlandahúsið
liggur
tætt við o.s.fr. Her eru allir
hugsandi møguleikar.
Børn læra børn
Í hesum døgum verður nógv
tosað um ymsu hættirnar,
námsfrøðingar nýta í ar
beiðinum. Ofta hoyra vit
um inklusjón, tað er millum
annað, at tú tekur børn við
serligum tørvi inn á vanligar
dagstovnar
og
vanligar
skúlaflokkar í skúlunum.
"Námsfrøðiliga arbeiðið
liggur í, at vit gera rammur
kring børnini soleiðiðis, at tey
fáa møguleika at verða ein
partur av felagsskapinum.
Børn mennast í samspæli og
í sambandinum við onnur
børn. Tað er grundleggjandi
fyri menningina og trivnaðin,
at menniskjan kennir seg at
hoyra til - at vera ein partur
av felagsskapinum."
"Og øll børn hava rætt
til eitt gott barnagarðslív,
uttan mun til hvørjar av
bjóðingarnar eru. Eingin er
øðrvísi, men øll eru ymisk.
Tað merkir, at børn fáa
møguleika at kanna tað, tey
ikki kenna, og at tey læra
at skilja og rúma, bæði sær
sjálvum og øðrum betur,"
siga tær báðar, Asta í Toft og
Tórhild Joensen.
Og so er tað hetta við
spegling, at børn og ung
við serligum avbjóðingum,
tað kunnu vera børn við
autismu, læra av at verða
millum onnur børn.
“Fyri meg er als ongin ivi
um, at børn læra einamest av
øðrum børnum, ongin ivi um
tað,” sigur Tórhild Joensen.
Í nógv ár hevur tað verið
bankað á dyrnar í Miðstovn
inum. Tað hava verið foreldur,
sum hava havt børn við
ymsum trupulleikum. Børn,
sum ikki hava trivist í øðrum
dagstovnum, børn við down
syndromi, børn við autismu,
menningartarni o.s.fr. Hetta,
hóast Miðstovnurin er ein
heilt vanligur dagstovnur.
“Vit hava bara altíð givið
pláss fyri hesum børnunum.
Og vit møta teimum altíð í
eygnahædd. Tey fáa loyvi
at agera og reagera uttan at
verða sett í nakran bás. Tá
ein tíð er farin, hevur barnið
funnið sína legu, og trívist
framúr væl, eisini við sínum
serligu avbjóðinum. Og øll
trívast við tí,” sigur leiðarin
á Miðstovninum, Asta í Toft.
Tollyndið og
tolsemið veksur
Asta í Toft og Tórhild Joensen
leggja dent á, at tað at børn
læra av børnum, speglingin,
og at rúm er fyri øllum, ger
at huglagið á stovninum er
gott. Tollyndið og tolsemið
verður størri.
“Vit binda okkum ikki so
leiðis, at tingini bara skulu
gerast á ein hátt. Tí brádliga
kanst tú síggja, at fyri eitt
ávíst barn kann tað vera
best at gera okkurt heilt øðr
vísi. Tað gevur rúmligheit,
og børnini læra at hjálpa
hvørjum øðrum,” sigur Tór
hild Joensen.
Tær báðar vísa á, at hvørt
einasta barn er nakað heilt
serligt. Og tí er tað so týdn
ingarmikið at møta barninum
har, sum tað er.
“Øll børn duga okkurt.
Vit leggja okkum eftir at
finna útav, hvat einstaka
barnið dámar og dugir, so
tað upplivir sigrar og ikki
ósigrar,” sigur Asta í Toft.
Tær
minnast
drongin,
sum kom av einum øðrum
stovni inn í Miðstovnin.
Frammanundan fingu tey
at vita í Miðstovninum, at
hann kundi vera eitt sindur
trupul.
“Tá hann byrjaði hjá okk
um, spurdu vit hann, hvat
hann dugdi og tímdi ordiliga
væl. Jú, hann dugdi væl at
súkla, segði hann. Hetta førdi
við sær, at børnini, sum vóru
Tórhild Joensen, námsfrøðingur, og Asta í Toft, leiðari
Mynd: Djurhuus Magnussen
Sosialpedagogikkurin er í brennideplinum hjá Pedagogfelagnum í vár, og í tí
sambandinum prenta vit fýra greinar um ymisk sosialpedagogisk virkisøki. Hetta er triðja
greinin í røðini, sum journalisturin Grækaris D. Magnussen skrivar fyri Pedagogfelagið.