hósdagur 27. mars 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
her, eisini vildu læra at súkla,
og tað lærdu tey. Hetta vísir,
at børn læra av børnum," siga
tær.
Marte meo
Á Miðstovninum arbeiða tey
námsfrøðiliga við samskifti
og samspæli. Fyri at røkka
hesum betur, eru tey farin
undir at brúka eitt háttalag,
sum verður rópt Marte Meo.
Hetta er eitt háttalag (meto
da), sum stavar úr Hollandi.
Marte Meo merkir “við egnari
megi”.
Hetta er eitt háttalag, sum
tey vaksnu á Miðstovninum
nýta soleiðis, at tey gerast
tilvitað um, hvat riggar í sam
bandinum við barnið.
"Relasjónin er avgerandi
fyri menningina hjá barnin
um. Hvat gera vit til dømis
fyri at røkka inn til eitt barn,
sum hevur onkra avbjóðing
at dragast við."
Høvuðsamboðið í Marte
Meo-háttalagnum eru sjón
bandaupptøkur.
Serligar
reglur eru fyri, hvussu upp
tøkurnar verða brúktar og
goymdar,
meðan
arbeitt
verður. Tá uppgávan er loyst,
verða allar upptøkur slett
aðar.
Tá mett verður, at eitt
ávíst mál skal loysast við
hesum nýggja háttalagnum,
venda tey sær beinleiðis til
foreldrini hjá viðkomandi
børnum fyrst.
“Í sjónbandaupptøkunum
síggja vit, um eitt ávíst
samskifti ikki riggar. So
kunnu vit hyggja víðari, og
tá kunnu vit síggja, at har er
okkurt, ið riggaði. Tá verður
dentur lagdur á tað sum
riggar væl og hetta verður
brúkt víðari. Soleiðis kunnu
vit koma fram til, hvat riggar
í samskiftinum við eitt barn,
sum tað kann hava verið
trupult at fingið veruligt
samband við,” sigur Asta í
Toft, leiðari.
So við og við fara tey nú
undir at flætta tað, sum rigg
aði við einstaka barninum, í
spælið við hini børnini.
“Í slíkum upptøkum sært
tú so ómetaliga væl, hvat
riggar í samskiftinum við
eitt barn. Og soleiðis kanst
tú fara at dyrka tað góða, tað,
sum barnið dugir og kennir
seg væl við,” sigur Tórhild
Joensen.
Umframt leiðaran, Astu í
Toft, eru tríggir námsfrøðing
ar í Miðstovninum útbúnir
Marte Meo-terapeutar.
Rammur mugu
ikki stýra øllum
Leiðarin í Miðstovninum
heldur tað vera í lagi at
hava ávísar rammur um
bygnaðin og arbeiðið á einum
stovni. Men hon heldur, at
rammurnar mugu ikki stýra
øllum.
"Rammur eru neyðugar,
men tað er neyðugt at
eftirkanna rammurnar, so at
tær ikki eru har bara fyri at
hava rammur. Rammur eru
eisini til at broyta - lagast til,
so at vit øll kunnu vera her.
Til dømis hava vit skipað
dagarnar
við
ymiskum
aktivitetum, t.d. túrar, verk
stað, fimi o.s.fr. Vilja børnini
okkurt annað, kunnu vit
broyta
aktivitetin,"
sigur
Asta í Toft.
“Skal eitt barn kenna seg
væl, skal tað eisini merkja
rúmligheit. Lat okkum siga,
at í dag fara vit at svimja. So
kann tað vera, at ein drongur
ikki tímir at svimja. Jamen, so
kann tað vera rætt at sleppa
honum undan at svimja tann
dagin."
"Fyrr varð eisini gingið
høgt upp í, at foreldur skuldu
møta til tíðina við børnunum.
Í dag hugsa vit, at tað er gott
fyri familjuna, at tey geva
sær stundir, og at børnini
merkja, at foreldur hava tíð
at vera saman við teimum.
Tí er tað kanska eisini gott,
at tey koma seint á stovnin,"
halda tær báðar.
"Foreldur gera sjávi av,
nær tey koma við børnunum.
Tað kann henda, at vit ikki
eru í húsinum, tá tey koma,
men so hava vit sett eitt
telefon nummar á talvuna
í gongini, sum tey kunnu
ringja til. Tey kunnu eisini
velja at bíða, til vit koma
aftur," sigur Asta í Toft.
Miðstovnurin hevur ikki
stovur, men ymisk rúm,
verkstaðir, sum verða brúktir
eftir funksjónunum, sum eru
í húsinum. Og starvsfólkini
hava breiðar útbúgvingar
umframt námsfrøðiligar út
búgvingar. Tvey fólk arbeiða
við rørslu og ítrótti, tvey ar
beiða á kreativa verk-stað
num, og trý arbeiða við sam
spæli og samskifti. Haraftrat
koma leiðarin, ein kókikona
og ein urtagarðskvinna.
Umframt
námsfrøðing
arnar, sum eisini eru útbúnir
Marte
Meo-terapeutar,
hevur ein námsfrøðingur
eftirútbúgving sum rørslu
menningar vegleiðari, og tveir
námsfrøðingar hava eisini
handaligar útbúgvingar.
Hendan dagin, eg vitji í
Miðstovninum
er
altjóða
down-syndrom-dagur. Tá eg
komi innar, ganga starvs
fólkini við bláðum naglum.
Og har gongur ein lítil fittur
smádrongur. Tað er ongin
hýrur á honum. Hann hevur
ilt í búkinum, og vil sleppa
heim.
“Hví vilt tú sleppa heim,”
spyr ein námsfrøðingur.
“Tí, eg vil ikki hava bláa
negl,” svarar hann.
Tá hann fær at vita, at
honum ikki nýtist at ganga
við bláum naglum; restina av
degnum, er hann sum fjøruti.
Spillfrískur stendur hann nú
til reiðar at taka ímóti. Tá
ein námsfrøðingur so kemur
løtu seinni, er han skjótur:
“Kom nú, tú skal hava bláa
negl.”
Tað fyrikemur mær, at
huglagið í Miðstovninum er
avbera gott.
Lóa, Asta og Silja
í kreativa horninum
Mynd: Grækarisa
Navn: Asta í Toft
Aldur: 51 ár
Útbúgving. Námsfrøðingur, Marte Meo-
terapeutur
Hjúnafelagi: Oluf
Børn: (Signy 31 ár og Jóhan 11 ár)
Starv: Leiðari í Miðstovninum í Gundadali
Bústaður: Heiðriksmørk, Leirvík
Fakta
Miðstovnurin í Gundadali liggur miðskeiðis í hjartanum í høvuðsstaðnum, tá hugsað
verður um allar upplivingar møguleikarnar í grannalagnum
Mynd: Grækaris
Navn: Tórhild Joensen
Aldur: 55 ár
Útbúgving: Námsfrøðingur og Marte Meo-
terapeutur
Hjúnafelagi: Thummas Christophersen
Børn: (Rógvi 34 ár Jóhanna 21 ár
Kristina 17 ár)
Starv: Námsfrøðingur á Miðstovninum
Bústaður: Fjalsgøta 70 Tórshavn
Fakta