Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Tá ið tú tosar, endurtekur tú bara tað, ið tú longu veit. Tá ið tú lurtar, er kjansur fyri at læra nakað nýtt! Hesi orðini er skilamaðurin Dalai Lama endurgivin fyri at siga. Men hevur hann rætt? Kunnu vit ikki sannroyna okkurt við at orða ein setning? Og verða argument ikki betur brýnd í orðunum, sum tú tekur í tín munn og sleppur at orða? ”Hann, ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir!" Soleiðis kvøður Mikkjal í Brestiskvæði. Tað sama er galdandi fyri orðini. Tey mugu sleppa at royna seg, skal dugur vera í teimum. Tað var ikki av tilvild, at ein gamal biskupur og lærari í retorikki kallaði eina lærubók: Frá talu til tanka – og ikki øvugt: Frá tanka til talu, sum vanligt hevur verið. Tí orðini skapa bæði meining og skil.  Ella sum Carl Jóhan sigur einastaðni: “Í orðinum býr skil, sum skil fær ikki skilt!” Meiningin verður skapað í tí talaða orðinum. Í fyrstuni var orðið. Og úr orðinum sprettur samrøðan. Ein góður vinur, sum er uppvaksin uttanlands, spurdi meg einaferð, hví føroyingar ongan­ tíð byrja ella enda eina samrøðu. Eg visti ikki, hvat viðkomandi meinti. Men vinurin hevði rætt, tá víst varð á, at vit føroyingar sjáldan siga, hvussu vit eita, tá vit hitta ein fremmandan. Ella kunnu vit siga: Nú...hann sleit í eina løtu... Og enda setningin: Bara tað heldur sær... Og so halda vit leiðina fram. Ganga víðari. Oman móti støðni ella niðan í hagan. Her er hvørki beinleiðis byrjan ella endi. Alt gott um okkara prátingarlag. Tað er sjarmerandi. Minni sjarmerandi er tað, at tað tykist sum hendan vantandi samrøðan er flutt á eitt hægri støði. Á okkara háttvirda ting, har fólk kunnu sita á heilum fundum uttan at taka orðið og siga sína hugsan, tí tað hava tey avtalað frammanundan. Fólk, sum hava lagt eitt uppskot fram, fáa als einki aftursvar frá mótpartinum, tí tað tykist, sum meirilutin longu hevur samtykt, at ikki skal ønast aftur. Hetta er ikki bara lítið áhugavert fyri okkum áhoyrarar og borgarar. Hetta er í besta føri ófólkaligt, og í versta føri sera ódemokratiskt. Tað er í samrøðuni, vit kunnu flyta okkum. Tað er í samrøðuni, vit brýna argumentini og hvessa okkum vitið. Tað er í samrøðuni, vit sleppa at royna tey orðini, sum ófødd hava ligið í okkara høvdi. Orð mugu sleppa at royna seg. Og tað gera tey hvørki sum dulnevnd lesarabrøv ella sum hálvkvødnar vísur í ófantaligum facebook-viðmerkingum. Orðini mugu brýnast við, at persónurin handan orðini kann standa við tey. Tora vit ikki at tosa um tingini, endar allur streymur sum deyðavatn. Ein og hvør tinglimur er – sum eitt og hvørt frælst menniskja – bundin av síni sannføring. Men ikki at velja at fylgja síni sannføring er eisini at hava eina sannføring! Tá kunnu tær villu víddirnar, har orðini eiga at flúgva, heldur gerast til, eina blindferð inn á vardar víddir! Well, tøgn kemur ikki á ting, sigur orðatakið. Er tað nú so? Ella skuldu vit heldur spurt: Kemur tign á ting? Eru vit í ferð við at menna eina tøgnmentan, har vit fylgja harraboðum og skerja almenna innlitið og gjøgnumskygnið? Gloyma vit, at sjónarringurin víðkast, har orðini fáa flog? Ella vit kunnu siga sum kári p. :  “Vilt tú syngja millum vinir, mást tú ganga út úr takt, tí tín leiðari gerst linur, tá tín samvitska fær makt.” Theodor Eli Dam Olsen prestur EYGA MÁLIÐ Tøgn kemur ikki á ting? Kjartan Hoydal Eingin hending innan lív­ frøði, síðan Darwin greiddi frá menningarlæruni í “ The Origin of Species), hevur kenst so kollveltandi sum tá James Watson og Francis Crick í 1953 komu fram til, at arvaeginleikarnir hjá livandi verum vóru skipaði í einum dupultum snyrli - ein sera vakur og einfaldur formur – og at kotan var einføld samansett við 4 “bókstavum”. Við hesum einfaldum tólum bar til at greina allar ílegur okkara í tí stóra lívfrøðiliga margfeldi av livandi verum á hesari klótu. Arvaeginleikar sum avgera um vit fáa ein fisk eina flugu, ein virus ella ein bláhval – ella fólk. Alt sama skipan. Gransking av livandi ver­ um, lívfrøði, er ofta arbeiðið at greina livandi margfeldi í sløg. Hetta er ofta troyttandi arbeiði. Listar yvir sløg sum víkja nakað frá hvørjum øðr­ um. Ikki altíð líka spennandi. So opinberingin við tí dup­ ulta snyrlinum var nakað heilt annað, nakað sum vísir í eindina í náttúruni heldur enn fjølbroytni. Fundurin hjá teimum báðum Watson og Crick varð ikki góðtikin beinanveg í 1953. Tá eg las á Københavns Universitet í sekstiárunum, varð ikki undirvíst í hesum, men sum tíðin leið kom ferð á. Tað størsta lopið var avgerðin hjá amerikonsku stjórnina at stuðla arbeið­ in­um við at lesa alla kotuna í arveginleikunum hjá fólki, “The Human Genome Project”, sum kom á mál í 2003. Samstundis var eisini ein privat verkætlan hjá Craig Venter, sum kom á mál um somu tíð. Síðan øll kotan hjá fólki varð lisin í 2003 hevur ver­ið ein øgilig menning í møgu­ leikanum at lesa kotuna hjá livandi verum. Hetta sæst á prísunum. Tað verður mett at tað kostaði 1 miilard $ (?) at lesa tað fyrstu heilu kotuna, í dag verður mett at hetta arbeiði kann gerast fyri 1000 $. Tað er sostatt komið inn­ an fyri møguleikarnar at lesa arvaeginleikarnar hjá nógv­um fólki og á tann hátt leita eftir úrbregðum (muta­ sjónum), sum kunna vera orsøkin til arvaligur sjúk­ur. Føroyar hava møguleika fyri at koma upp í gransking á altjóða stigi. Innan ílegu­ gransking, tí tað er yv­ ir­komi­ligt at kanna før­oyska sam­fe­ lag­ið, sam­mett við lik­n­andi kann­ingar í størri lond­um. Før­oyar hava eisini eina nøkt­andi lóggávu (tryggjað av gjøg­num­skyg­ninum í smáum samfeløg­um), sum setir fastar karmar fyri hesi gransking og tryggj­ar fólki, sum er við í kann­ingunum, at einki fer fram uttan teirra samtykki. FARGEN-SUMMIT sep­ tember 2013 bindur Føroyar saman við fremstu altjóða ílegugransking Høvið var, at 60 ár vóru síðan Watson og Crick al­ manna­kunngjørdu greining­ ina av dupulta snyrlinum og 10 ár síðani fulla manna­ genomið var skrásett fyrstu ferð. Hendan ráðstevna, sum løgmaður og lands­stýr­is­mað­ urin í heilsumálum bjóð­aðu vælkomin í nýtum orð­um, hevði umboð fyri ílegu­ gransking á altjóða stigi og gav eisini høvið til at fáa eina mynd av føroyskari gransk­ ing og hvussu langt hon var komin. Stevnan var eitt ein­ a­standandi høvi hjá øllum sum fáast við lívfrøði og heilsu­gransking at fáa eina klára mynd av karmum og møgu­leikum og at fáa samband við teir fremstu gransk­arar og teknikarar inn­an hesi øki. Tað er bert at líta at skránni fyri stevnuna fyri at skilja hetta. Eg hevði eina sterka kenslu á stevn­ uni av, at her lat seg upp ein portur til altjóða sam­felagið hjá føroyskum gransk­ara­ umhvørvinum innan lív­frøði og heilsu. Ein møgu­leiki at lyfta upp gransk­ingina í Føroyum til eitt nýtt stig og skapað eitt nógv sterkari umhvørvi knýtt at heilsu­ verkinum og Fróðskapar­ setrinum. Við teimum positivu orðum, sum politiska leiðslan legði fram á stevnuni má tað vera greitt, at FarGen ætl­anin fær neyðuga stuð­ulin frá landsins politisku myndug­ leikum til at loysa frá landi, leyst av jarð­bund­num sjónarmiðum í mið­ fyri­sit­ing­ini og trong­um stovns­ áhugamálum. Dupulti snyrilin – ein opinbering fyri alla lívfrøði Frímund Hansen Ja, er tað undarligt, at vit viðhvørt halda, at fjøl­miðl­ar­ nir eru politiskt litaðir og ella hava betur hug til at lýsa tær vánaligu og ljótu søgurnar og bevíst gloyma tær góðu og ljósu søgurnar. Ella er tann góða søgan bert nakað verd fyri fjølmiðlarnar, um hon hevur røtur í tí rætta politiska landslagnum. Vit hava í seinastuni verið í orrustu, og vunnið hana, við stórveldini Noreg og EU um sera stórt tilfeingið til frama fyri alla tjóðina. Hetta er óiva størsta einskata hending nakrantíð til frama fyri hetta samfelagið fram ímóti einum betri og sjálvberandi búskapi. Hesin kampur hevur mang­an verið beiskur, og stund­um hevur okkara fiski­ málaráðharri verið aleinaður og viðhvørt nærum nakin í hesum stríði. Men hann stóð sum kletturin í ódnini. Hann hevur nú vunnið vegna okkum øll, og hann eigur heiðurin einsamallur. Og vóru okkara fjølmiðlar bert eitt lítið sindur at sær komnir, so gjørdu teir, honum til heiðurs, eina ella tvær sendingar um hann og hetta stríð, í bestu sjónvarpstíð. Tað hevði sømt seg betur. Í seinastuni hava vit eisini verið vitni til eina syrgiliga hending umborð á einum av okkara fiskiskipum, har ein fiskimaður av útlendskum upp­runa læt lív. Og í tí sam­ bandi er eisini komið fram ymist runt hetta reiðarí, sum eftir okkara tykki ikki er av tí góða. Her eigur at verða und­i­r­ strikað, at hetta á ong­an hátt er eitt føroyskt mynstur­ reiðarí og umboðar á ongan hátt heildina í før­oyskari fiskivinnu. Jú, tað er av allar størsta týdningi, at miðlarnir varpað ljós á slik viðurskifti, og eiga okkara myndugleikar at syrgja fyri, at slíkt ikki fyrikemur. Men at brúka hetta synd­ar­liga deyðfall og við­ ur­skiftini kring hetta, til at gera upp við alla fiski­vinnu­ lógávuna er púra burtur­við. Jú, sjálvandi er fiski­vinnu­ lógávan ikki uttan lýti og eigur at verða bøtt uppá, har tað krevst. Men fiski­ vinnulógávan hevur ikki dripið nakran mann, og tíans­ heldur kemur ein alternativ lóggáva á tí økinum at bjarga nøkrum mannalívi. Jacob Vestergaard átti betur uppiborið enn at verða soleiðis úthongdur. Er tað undarligt