hósdagur 27. mars 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37
H
endan greinarøðin, sum
eg saman við øðrum havi
luttikið í í eini tvey ár, verð
ur rópt Tíðargreinir. Eg havi skilt
tað soleiðis, at vit kunnu skriva um
eitthvørt mál, sum uppi er í tíðini, og
sum vit halda hevur ávísan áhuga.
Tá fyrrverandi politikarar skriva,
koma greinirnar ofta at bera brá
av politiskum boðskapi, meira ella
minni áhugavert hjá teim lesarum,
sum tíma at kaga í tað skrivaða.
Eitt fyribrigdi, sum hevur verið
nakað frammi seinastu tíðina,
er tað, sum verður rópt happing.
Hetta hevur verið drigið fram sum
ein stórur samfelagsligur trupul
leiki, serliga millum børn og í skúla
umhvørvinum. Men hetta kemur
ikki bara fyri millum okkara smærri
meðborgarar. Á arbeiðsplássum og
aðrastaðni har fólk savnast, sæst
hetta fyribrigdi ofta.
Eyðkent er, at nøkur (sum
halda seg vera) taka seg saman at
kúga onnur og skúgva tey til viks.
Orsøkirnar kunnu vera so mangar,
men ofta er tað øvundsjúka ella
undirlutakensla, sum er veruliga
orsøkin. Í eini happingarstøðu eru
vanliga tveir partar. Ein sum happ
ar ella kúgar og ein, sum verður
kúgaður. Tann, sum kúgar, heldur
seg vera tann sterka, og vil halda
hin niðri. Men mangan er tað ræðsla
fyri dygdunum hjá mótpartinum,
sum fær hin til at happa. Hetta
verður ofta gjørt við at fáa onnur
at koma í sín part ímóti tí, sum
ein ræðist og á tann hátt halda
viðkomandi uttanfyri ávirkan.
Á
mongum
arbeiðsplássum
kemur tað fyri, at fólk taka seg
saman í bólkar ella “klikur”ímóti
hvørjum øðrum. Til ampa fyri
arbeiðsdygdina. Politiska umhvørvi
í einum hvørjum landi er eitt slíkt
stórt og týdningarmikið arbeiðs
pláss. Arbeiði har hevur avgerandi
ávirkan á alt samfelagið.
Eyðkent fyri politiska arbeiði
er, at tey, sum bjóða seg fram, taka
seg saman í bólkar ella flokkar eftir
samfelagsligum ella politiskum hug
sjónum. Tí er ein stórur partur av
arbeiðinum orðaskifti, ella kanska
kann tað rópast orðadráttur. Mein
ingarnar og hugburðurin brótast.
Um okkara leiðir, her hugsi eg um
Norðurlond, verður hetta vanliga
gjørt við hampuliga stórari virðing
fyri hvørjum øðrum. Vanligt er eis
ini, at tær politisku hugsjónirnar,
sum útvega sær størstu undirtøk
una, taka seg saman at stjórna
landinum. Aftaná næsta val kunnu
so umstøðurnar møguliga broytast.
Men hvør partur ella flokkur roynir
eftir besta førimuni at framføra síni
sjónarmið og sínar loysnir, og síðani
at fremja tær í verki.
Okkara lítla land hevur í eitt
langt tíðarskeið vanliga verið “væl
signað” við lutfalsliga nógvum
politiskum flokkum, í løtuni við sjey
flokkum. Hóast hvør flokkur hevur
síni sjónarmið, og ósemjurnar við
hvørt kunnu tykjast órímuliga
stórar, so hevur virðingin millum
aktivu politikarnar vanliga verið
á einum sámuligum støði. Bæði tá
samgongusamráðingar hava verið,
og í politiska arbeiðinum millum
valini hevur “arbeiðskultururin”
verið á góðari leið. Virðingin fyri
politiskum meirilutaloysnum heur
vanliga verið til staðar.
Men nú sær vend til at vera komin
í. Við okkara fleirflokkaskipan
hevur ein flokkur ongatíð havt
meiriluta einsamallur, og sjáldan
hava tveir flokkar havt tað. Tí hevur
altíð veið neyðugt at arbeiða saman
við sum oftast trimum flokkum,
bæði tá landsstýri skulu skipast og í
mongum førum, tá ymisk mál skulu
loysast úr lagdi.
Men ein lutfallsliga nýggjur for
maður í einum av stóru flokkunum
heldur, at tað ber ikki til longur,
at allir partar av tingmanningini
skulu hava møguleika fyri at vera
við í politiska arbeiðinum. Aks
el V. Johannesen hevur longu fyri
tíð síðani proklamerað, at Javn
aðarflokkurin ikki undir nøkrum
umstøðum vil arbeiða saman við
einum av hinum stóru flokkunum,
nevniliga Fólkaflokkinum. Og her
er tað, at politiska happingin sting
ur seg upp.
Nú roynir Aksel Johannesen
at fáa allar hinar flokkarnar at
bannlýsa Fólkaflokkin. Eyðkennini
fyri happing eru nú til staðar.
Fólkaflokkurin er ov dugnaligur,
og Javnaðarflokkurin er ov veikur
ella kanska ódugnaligur. Tí má
Aksel fáa allar hinar í part við sær
og útiloka Fólkaflokkin frá øllum
samarbeiðsmøguleikum.
Hann
roknar helst eisini við, at hansara
kensla av øvundssjúku mótvegis
Fólkaflokkinum eisini trívist í
hinum flokkunum. Og fær hann
tað fram í hinum flokkunum, so er
slagið vunnið.
Javnaðarformaðurin
hevur
sent út eitt tíðindaskriv við einum
upprópi til hinar politisku flokk
arnar:
Fólkaflokkurin
skræðir
samfelagið sundur. Hetta ljóðar
ógvisligt, og ein sær fyri sær, at
føroyska samfelagið er farið heilt
í hundarnar, og at Fólkaflokkurin
hevur sitið ótarnaður og pettað tað
sundur. Lat okkum so hyggja eitt
sindur eftir støðuni á Føroya landi:
1. Vit hava eins og so gott sum
øll heimsins lond barst við bú
skaparligar trupulleikar, men
betur enn tey flestu eru Føroyar
komnar ígjøgnum kreppuna
2. Sjálvt við ávísum halli á fíggjar
lógini er almenna skuldin minni
enn hjá flestu londunum, vit
samanlíkna okkum við.
3. Samanborið við flest onnur lond
hava vit lægri arbeiðsloysi
4. Stórir partar av vinnulívinum
hava havt framgongd og øktan
vinning
5. Nógvar útbyggingar eru farnar
og fara fram í landinum bæði í
privata og almenna sektorinum
6 Sosiali
sektorin
klárar
seg
hampuliga væl, og fólk hava sum
heild góð livikor og minst líka so
gott sum í flestu øðrum londum
7. Samlaði føroyski búskapurin er
hampuliga væl fyri.
Heilt einfalt vil tað siga, at Aksel V.
Johannesen sigur ósatt í síni yvir
skrift.
Pástandurin hjá Aksel Johanne
sen er, at allar vanlukkur – ella tað
hann metir sum vanlukkur – koma
av tí, at Fólkaflokkurin bestemm
ar alt í Føroyum. Mín meting er
tann, at tað stendur rættiliga
væl til í Føroyum, millum ann
að tí, at Fólkaflokkurin er við til
at bestemma nakað í Føroyum.
Hetta ger hann saman við øðrum
positivum kreftum. Fólkaflokk
urin hevur 9 tingfólk, sum gera
eitt dugnaligt arbeiði saman við
11 øðrum tingfólkum í samgongu,
og eisini saman við andstøðuting
fólkum, tá hesi vilja samarbeiða.
Flokkurin hevur eisini 3 landsstýris
fólk, og teirra partur liggur ikki eftir
Í Fíggjarmálaráðnum, Almanna
málaráðnum og Fiskimálaráðnum.
Bæði landsstýris- og løgtingsfólk
flokksins eru vald í teirra størv at
føra politikk. Og tað at føra politikk
ber millum annað í sær, at man
bestemmar.
Aksel skrivar eisini, at Jacob
Vestergaard letur hánt um lands
kassan, tí hann tekur vinnulívið
fram um almenna kassan. Aksel
Johannesen heldur, at landskassin
tryggjar alla skúlagongd, sjúkrarøkt
og lønir til lærarar, pædagogar og
sjúkrasystrar v.m.
Góði Aksel, hesar almennu gjald
ingar verð kanaliserðarar gjøgnum
landskassan. Men fíggingin til
landskassan fæst frá borgarum
og vinnufyritøkum. Um ikki fram
leiðsla var í samfelagnum, so var
heldur eingin landskassi. Tað er
hóast alt hønan, sum verpur eggið
og ikki øvugt.
Í greinini hjá Akseli verður eisini
tikið uppaftur, at flatskatturin er ein
gáva til tey væl løntu, meðan onnur
einki fingu. Flatskatturin – sum
ikki er heilt flatur – er ein roynd at
bøta um samfelagsbúskapin við at
lækka skattatrýstið. Hetta royna
øll lond, tí ov høgt skattatrýst
drepur initiativ. Skattabroytingin
er tí eitt stórt framstig og til stór
an bata, ikki minst sum frálíður,
fyri samfelagsbúskapin. Pensións
skatturin er ikki at taka pening
frá framtíðar ættarliðum, men
heldur at lata tað almenna fáa
hendan kapital í staðin fyri trygg
ingarfeløgini. Sum frálíður verður
umskipanin av skattingini betur og
betur fyri samfelagið, og hon skal
eisini justerast eitt sindur.
Samanumtikið
kann
sigast,
at Fólkaflokkurin ger eitt gott
arbeiði í politisku skipanini. Um
hinir flokkarnir halda, at hann
“bestemmar” ov nógv, má tað vera
upp til teirra egnu sjálvrannsakan.
Fólkaflokkurin arbeiðir út frá síni
stevnuskrá og politisku lyftum
saman við gjørdum politiskum
semjum. Tað má sigast at verða ein
góður skikkur.
At so Javnaðarflokkurin roynir
at happa og fáa hjálp frá hinum
flokkunum til at seta Fólkaflokkin
í skammikrók má so standa sína
roynd.
Míni ráð til Aksel Johannesen
eru kortini: gevst við at sperra
teg sjálvan inni í sjálvskoðan og
ódokumenteraðum skuldsetingum
móti øðrum. Tað kann gerast heldur
einsligt, áðrenn tú veitst av.
tíðargrein
Jógvan Sundstein
fyrrverandi løgmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Politisk ómegd og harav
fylgjandi politisk happing
Jógvan
við Keldu
Nú roynir Aksel Johannesen at fáa allar hinar flokkarnar at bannlýsa Fólkaflokkin. Eyðkennini fyri happing
eru nú til staðar. Fólkaflokkurin er ov dugnaligur, og Javnaðarflokkurin er ov veikur ella kanska ódugnaligur.
Tí má Aksel fáa allar hinar í part við sær og útiloka Fólkaflokkin frá øllum samarbeiðsmøguleikum