Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 Ukreinar búgva í Ukreina ikki: ukra-inar búgva í Ukra-ina Eyðun á Borg KRINGVARPIÐ: Fyri nøk­ rum døgum síðani søgdu flestu kringvarpsfólk UKREINA. Knappliga kom broyting í, og nú siga mestsum øll UKRA-INA, eisini málsligir drangar. Sjónvarpið, sum hevði skrivað og sagt UKREINAR og UKREINA á føroyskum, fór knappliga at skriva og siga UKRA(-)INAR og UKRA(-)INA!?! Man hatta vera partur av mótmálkollveltingini, sum nú ger vart við seg? Samstundis sum hatta landsnavnið verður broytt, so tað líkist meir donskum, hoyrast hesi landanøvn í vørpunum: Grekenland, Turkí­ið, Polen, Italien, Ukra-ine, Ukrine o.s.fr. Tað ger kanska minni, man mál­ hug­burðurin nú vera!? Fjølmiðlafólk! Standið nú stinn og brúkið EI-út­ tal­una! E.S.: Størstan týdn­ing hevur tað tó at sýna ukrein­ um og Ukreina samhuga, nú heimsveldistráandi land ger seg inn á Ukreina! Ætlar Føroya landsstýri veruliga at knýta tættari samband við lond sum Russ­land og Kina?? Við mál- og landakvøðu á Borg á Argjum í gøsól 2014 Petur Mohr Dam og fjarrit 1946 Zakarias Wang Eitt mál, sum undrar meg, er at Petur Mohr Dam í tí samrøðu, sum eg hevði við hann í 1964, sigur at hann hevði sent fjarrit niður til donsku javnaðarmenninar um fólkaatkvøðuna leygar­ dag­in tann 14. september 1946 áðrenn borgarar á Tvøroyri komu við sínum mótmæli til radioavísina mána­dagin tann 16. sep­ tember. Tað hevur ikki borið mær til at funnið nakað slíkt fjarrit. Men tað eru jú mong sum hava hugt eftir skjølum á ríkisskjalasavninum og í skjalsavninum hjá donsku arbeiðararørsluna. Forvitnisligt hevði ver­ið at fingið at vita, um nakar av hesum kannarum hevur funnið fjarrit frá Peturi Mohr Dam sum er sent áðrenn seinnapartin mána­ dagin tann 16. september 1946. Tjóðveldi mælir frá Tjóðveldi mælir frá, at uppskotið um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita, verður samtykt Alt ov nógvir og stórir spurn­ ingar eru enn ósvaraðir, og hetta ger, at Tjóðveldi ikki kann taka undir við upp­ skotinum, sum sam­gong­an ynskir samtykt ein av nærm­ astu døgum. At leggja so stóra og grundleggjandi væl­ferðar­ tæn­astu, sum eldraøkið er, út til kommunurnar at umsita, krevur umhugsni og stórt fyrireikingararbeiði, fyri at tryggja bæði kommunum og borgarum at trygd fæst fyri, at tænastan kann veitast á nøktandi støði. Tjóðveldi hevur, í tætt­um samskifti við kommu­nal­ politikkarar floksins, umrøtt útleggingina av eldraøkinum. Samanumtikið metir Tjóð­ veldi at uppskotini um út­ legg­ingina av eldraøkinum ikki eru nóg væl lýst. – Til dømis skulu komm­ un­ur veita øllum borg­ ar­um, frá vøggu í grøv, heima­sjúkra­røkt. Tískil er tað ikki talan um einans at leggja eldraøkið út til komm­unurnar at um­ sita, men alla ta primeru heilsu­tænastuna. Lýsingar og út­rokningar av hesum mangla. – Fíggingin av eldra­øki­num er enn ikki nóg væl kend, og hevur Løg­ting­ið ikki fingið høvið at við­gera nakran fígg­ingar­leist. Løgtingið skal sostatt sam­tykkja at leggja eldraøkið út nú, og fíggingin verður fyrst kend í november. Komm­ un­ur fáa sostatt desember at ar­beiða í. Alt tað arbeiði, sum er farið í gongd úti í komm­ununum, kann í ringasta føri gerast til onki, tá ið komm­unurnar arbeiða uttan at kenna neyðugu fíggj­arligu for­treytirnar. – Stórur vandi er fyri at tæn­astustøðið verður sera ymiskt frá øki til øki. Ongi minstumørk eru fyri hvørjar tænastur borgarin hevur rætt til, og tað vera kommunalu samstørvini, sum hvør sær kunnu áseta tænstustøðið. Hetta kann skjótt føra til A og B komm­ unur. – Lagt er upp til at tæn­ ast­urnar á eldraøkinum kunnu útveitast. Hetta utt­ an at faklig krøv eru sett, og uttan minstamark fyri tæn­astu. Sostatt kunnu borgarir í landinum koma í tað støðu, at skulu gjalda brúkaragjøld fyri tænastur, og í øðrum lagi kunnu komm­unurnar koma at skula gjalda privatum fe­ løg­um fyri eina tænastu, sum ikki livir upp til nøkur góðsku­krøv. – Kommunurar eru ikki lagdar saman, men vera nú tvungnar í kommu­nal samstørv. Hetta minnir um fjalda komm­unu­sam­ an­legging, og virðir ikki ta fólkaatkvøðu, sum júst hevur verið um komm­ unu­saman­legg­ing. Komm­ un­urnar skulu nú í felag í hvørj­um sam­starvi leggja tænastu og tænastu­støðið til rættis, og tá ið komm­un­ ur­nar fáa pening frá land­ in­um at fíggja eldra­tænast­ urnar við, er pen­ingurin ikki oyra­merktur, og kemur til hvørja kommunu sær. Hetta kann lætt viðføra ósemjur í komm­un­unum, og latið er upp fyri at pen­ ing­urin kann brúkast til onnur endamál enn eldra­ røktina. – Sjálvur fíggngarleisturin byggir á, at kommunurnar skulu fáa pensjónsskattin at fíggja eldraøkið við. Hetta var peningur, sum kommunurnar framm­an­ undan áttu sín part av, men sum landið fór avstað við. Forskattingin av pensjónum er ein av stóru orsøkunum til, at búskapurin framyvir ikki verður hald­før­ur, samsvarandi við, at fleiri og fleiri verða eldri, og færri og færri vera á arbeiðs­ marknaðinum, og harvið gjalda skatt. Tí er hesin fíggingarháttur ikki hald­ barur. Somuleiðis skulu kommunur fáa afturbering fyri mistar inntøkur frá eitt nú DIS, og so nakað av MVG. Hetta eru inntøkur, sum kunnu variera nógv, og tí ikki støðugt fíggj­ar­ grundarlag undir eldra­ økinum. – Tað er ikki tikið hædd fyri ymisku íløgunum, sum fleiri kommunur longu hava gjørt í eldrabústaðir. Hesar kommunur eru tí í vanda fyri at missa ræðisrættin á bú­plássunum, men koma av sita eftir við rokningini. Samstundis er onki svar givið uppá spurningin um kommunur fáa loyvi at fara uppum eina álíkning, í fall tær ynskja at keypa seg inn í búpláss í øðrum komm­unum. – Tænastustøðið er í dag sera ójavnt. Givið er, at eldra­ økið skal leggast út við tí tæn­astustøði, sum er í dag. Tískil fer uppskotið um útleggingina av eldra­øki­ num, endaliga at stað­festa við lóg, at munur verð­ur gjørdur borgarum í land­ inum. Hesar grundgevingar, um­ framt fleiri aðrar, gera, at Tjóð­veldi ikki metir, at Løg­tingið livir upp til sína ábyrgd, um uppskotið um at leggja eldraøkið út til komm­ unurnar verður samtykt. Ein vælferðartænasta, sum eldraøkið, eigur at tryggja øllum borgarum rættindi til dygdargóða tæn­ astu, og ikki skilja ímillum hvørja kommunu, borgarin býr í. Latið er upp fyri alt ov nógvum ivamálum, og tað vera í seinasta enda tey fólkini, sum hava tørv á tæn­astuni, sum koma at gjalda prísin fyri væntandi politiskt handverk hjá hesi sam­gongu. Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen limir í trivnaðarnevndini fyri Tjóðveldi