hósdagur 27. mars 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur upptakt
Jóannes Hansen
Eftir at vetrarfótbóltur hev
ur verið á skránni tvey tey
fyrstu vikuskiftini í ársins
útgávu av Effo-deildini, so
leggur veðrið í hesi vikuni
upp til, at tað verður vár í
luftini hetta vikuskiftið, tá ið
triðja umfar er á breddanum.
Síðsta
sunnudag
var
mest umrødda uppgerðin
tann í Klaksvík, har KÍ við
1-0 sigri á Víkingi helt tørn
um góðu gongdina og hevur
fulla úrtøku. Hjá Víkingi
vóru marginalirnir ikk við
fyri aðru ferð av tveimum
møguleikum, og tølini siga,
at Víkingur einki stig hevur
fingið,og
at
málmunurin
eftir tvey tey fyrstu umførini
er 0-3.
Tað
er
sjáldsamt,
at
Finnur Justinussen, Filip
Djordjevic og Súni Olsen og
aðrir málsóknir spælarar hjá
Víkingi tvær ferðir á rað ikki
finna vegin til meskarnar í
mótstøðumálinum.
Felags
fyri uppgerðirnar ímóti AB á
heimavølli og KÍ á útivølli er,
at Víkingur hevur spælt seg
til upplagdar málmøguleikar.
Torført hjá bygdunum
í Gundadali
Tað kemur ikki so ofta fyri, at
bæði favoritt liðini í Gunda
dali eiga heimavøll í sama
umfari. Soleiðis er tað hesa
ferð. B36 fær í kvøld vitjan
av Víkingi, og sunnudagin er
klassikarin millum HB og KÍ
á skránni.
Tølini siga, at B36 og HB
missa sjáldan í Gundadali,
og at tað er mest sum ikki
kemur fyri, at tað endar
málleyst, tá ið havnarfeløgini
eiga
heimavølli.
Tað
er
ongantíð
endað
málleyst
millum B36 og Víking, og
tað er heilt merkisvert, at
klassikarin
í
Gundadali
millum HB og KÍ ongan
tíð er endaður málleysur.
Víkingur og B36 hava dystast
síðani 2008, og uppgerðir
nar millum HB og KÍ hava
í landskappingini verið á
skránni á mest sum hvørjum
ári síðani 1942!
Tvey tey seinastu árini
hevur B36 vunnið 4-0, 3-2
og 3-0 ímóti Víkingi, sum
í seinnu uppgerðini í 2012
megnaði 1-1. Víkingur hevur
ikki vunnið á B36 á útivølli
síðani 2010, tá ið tað eydn
aðist tvær ferðir. Víkinga
søgan gongur aftur til 2008.
Síðani tá hevur felalgsliðið
tíggju ferðir vitjað B36, og
úrtøkan er tríggir sigrar, ein
javnleikur og seks tap.
Síðani 2005 hava tað verið
tríggjar innanhýsis uppgerð
ir, og tvey tey seinastu árini
hevur tað einki borið til hjá
klaksvíkingum, tá ið teir
hava vitjað HB, sum í fjør
vann 3-0 og í fyrraárið 5-0!
2011 var katastrofuár hjá HB,
sum í Gundadali tvær ferðir
legði rygg til tapo ímóti KÍ
– 1-4 og 1-3. Umframt hesar
báðar ferðirnar í 200 hevur
KÍ bara vunnið tvær aðrar
ferðir í Gundadali ímóti HB
síðani túsund ára skiftið – 0-1
í 2008 og 1-2 í 2001.
Toppur og botnur
Tá ið B36 leygardagin slapp
úr illveðrinum á Argjum
og heim aftur í veðurgóða
Gundadal við 2-1 sigri, var
tað
kanónin
hjá
Róaldi
Jakobsen, sum við tveimum
rimmar langskotum syrgdi
fyri málunum.
– Tað týdningarmiklasta
er, at vit vinna. Vit eru fegn
ir um hesar báðar fyrstu
sigrarnar. Nú eiga vit Víking,
og tað rokni eg við verður
ein torførari avbjóðing enn
tær báðar, sum vit higartil
hava havt, sigur tvífaldi mál
skjúttin.
Hann er partur av liði,
sum tað longu nú kennist
sum, at tað hevur eydnast
nýggja venjaranum, Sámal
Erik Hentze, at samanspæla
góða blanding millum til
komnar og royndar spælarar
og ungar spælarar, har fleiri
longu hava roynt seg í nøkur
ár í bestu deildini.
Hóast tvey tap, og hóast
teir í 180 minuttum ikki hava
funnið vegin til mótstøðu
málið, so havi víkingarnir
ikki mist mótið:
– Í Klaksvík gjørdu vit alt
tað, sum vit høvdu avtalað,
og vit spældu okkum fram
til fleiri upplagdar málmøgu
leikar, men kortini eydnaðist
tað ikki. Tað harmast vit
yvir, og vit staðfesta, at vit
higartil ikki hava havt margi
nalirnar við okkum. Men vit
ætla okkum fulla úrtøku í
Gundadali,
sigur
Víkinga
miðvallarin Sølvi Vatnhamar.
Klassikari í
nýggjum ljósi
HB er FM favorittur, og úrs
litini í tveimum teimum
fyrstu umførunum kundu
bent á, at KÍ er betri fyri í ár,
enn liðið var í fjør. Hóast leik
liga avrikið ikki hevur verið
heilt sannførandi, so kennist
tað sum um, at javnvágin á
liðnum er betri, og serliga í
verjupartinum er liðið betri
skipað, enn tað var í fjør, tá ið
málini í stórum tali skolaðu
ígjøgnum.
Hóast HB síðsta sunnudag
vann 3-1 á heimavølli ímóti
silvurvinnarunum í ÍF, so
vóru teir ikki nøgdir við av
rikið í 2. hálvleiki. HB venj
arin Heðin Askham var í
Klaksvík
sunnudagin,
tá
ið KÍ átti heimavøll ímóti
Víkingi, og hann hevur sína
fatan av, hvat skal til:
– Vit spældu væl í 1. hálv
leiki, tá vit royndu at spæla
fótbólt. Eftir steðgin spæla
vit ikki væl. Tað var panikkur
í, og eg eri sera fegin um, at
vit vunnu. Liðið er framúr,
og um vit spæla sambært
ætlanini, sum vit hava, so
fara vit at vinna, sigur Heðin
Askham, ið ikki minst rósar
veteraninum
Andrew
av
Fløtum fyri hansara góða
spæl og stóra týdning fyri
spælið.
Leygardagin var Eyðun
Klakstein í Gundadali og sá
HB vinna 3-1 ímóti ÍF. Nú
Rás2 fer um vikuskiftið at siga frá dystinum
millum B36 og Víkingi. Vit byrja klokkan 15 við
Fótbóltspanelinum. Klokkan 16 verður upptakt til sjálvan
dystin. Eftir tíðindini klokkan 17 verður sett niðan í
Gundadal, har Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum
Fríggjadagin:
15-16: Fótbóltspanelið
16-17: Upptakt
17.15: B36 - Víkingur
(Beinleiðis frásøgn)
Leygardagin:
13-14: Fótbóltspanelið
(Endursending)
Sunnudagin:
16:50: 3. Hálvleikur
(Taka saman um umfarið)
Í kvøld fæst at vita, um Víkingur framvegis skal stríðast í botninum, og sunnudagin fær KÍ møguleika í
klassikaranum ímóti HB, sum ongantíð er endaður málleysur, møguleika at prógva sína støðu sum topplið
LIÐ TÍÐINDI
í Gundadali
AB
Skaðar:
Morten Overggard (Óvist),
Andras Brixen Vágsheyg
(2-3 vikur, lærkrikin)
Ivasamir: Sorin Anghel (Knæ),
Jógvan Skeel Nolsøe (Ikki vant í vikuni)
B36
Skaðar: Karl Martin Danielsen
(vøddaskaði, 1 viku)
Burturstaddur: Robert Heðin Brockie
(uttanlands, 1-3 mðn)
Ivasamur: Lukasz Cieslewicz (keikt fótin)
Tøkur aftur: Hanus Thorleifsson
(eftir skaða)
B68
Skaðar:
Evrard Blé (óvæntað drúgt, 3 vikur),
Óli H. Olsen (byrjaður at jogga aftur,
2-3 vikur)
EB/Streymur
Skaðar:
Arnar Dam
(fótskaða, 3 mánaðir)
Tøkur aftur:
Arnbjørn Hansen
(klárur aftur eftir
fipurskaða)
HB
Skaðar: Símun Samuelsen
(Hælsina, vikur),
Gunnar Haraldsen (Lærkrikin, 1-2 vikur)
Burturstaddur: Levi Hanssen (1. vika)
Við aftur: Jógvan Rói Davidsen
(Spælir helst við 1.d aftur um vikuskiftið)
Fríggjadag
Kl. 17:15
Dómari: Rúni Gaardbo
Sunnudagin
Kl. 15:00
Dómari: Lars Müller
KÍ og Víkingur
til próvtøku
KÍ og Víkingur