Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur er setingurin hjá honum at seta sítt lið upp til stóru av­ bjóðingina sunnudagin. Tað plagar ofta at vera so­ leiðis, at klaksvíkingar hava hug at fara upp frá, tá ið liðið hjá teimum hevur vunnið tvær ella tríggjar ferðir. Nú kennist tað sum um, at spæl­ ararnir eru tilvitaðir um, at teir skulu ikki kynda undir áskoðararnar. – Higartil hava vit verið agressivir, og vit hava báðu ferðir­nar fingið løn fyri stríðið. Vit hava aftur sunnu­ dagin torføra av­bjóð­ing í Gundadali, og vit fara aftur at royna at fáa stig. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast, er viðmerkingin hjá KÍ liðformanninum. Klæmint er øgiligur Toppliðið eftir tvey umfør er NSÍ, sum síðsta sunnudag vann 5-1 á Skála. Eftir at hava hitt báðar uppflytararnar – B68 og Skála – er úrtøkan 6 stig og 6-1 í málum. Stóri mað­urin á NSÍ liðnum er aftur í ár Klæmint A. Olsen, sum hevur skorað fýra mál (hóast hann ikki varð skrá­ settur fyri eitt av mál­unum av Skála). Nú bíða teir við Løkin eftir AB, sum leygardagin tapti 2-1 á heimavølli ímóti B36. Sambært Bill Jacobsen, AB venjaranum, var avrikið ímóti B36 ikki gott: – Vit vóru ikki klárir at spæla ímóti B36, og spælið riggaði ikki hjá okkum. Vit gjørdu mistøk, og teir tóku av. Vit hava ungt lið og mangla royndir, men tað mugu vit spæla okkum til, sigur AB venjarin, sum um­ hugsar broytingar á liðnum. Eitt nú er tað møguleiki, at Kári Nielsen verður á mið­ vøllinum frá fyrsta bríksli, og so er spurningurin, hvønn leiklut Sorin Anghel skal hava, tá ið AB skal royna at steðga Klæminti A. Olsen. Í NSÍ fegnast teir um úrs­litini, men sambært Helga L. Petersen, sum er hjálpar­venjari hjá Trygva Mortensen, so er leikliga av­ rikið ikki nóg gott. – Eina løtu í 1. hálvleiki og eisini fyrstu løtuna eftir steðgin vóru vit ikki nøgdir við leikliga avrikið. Vit fegn­ast um, at Haraldur R. Højgaard og Meinhard E. Olsen, sum eru tveir ungir spæl­arar, bjóða seg til. Tað er upp til at teir at vísa, at vit skulu rokna við teimum, og so er Klæmint A. Olsen fan­ tast­iskur. Hann arbeiðir hart og fær hinar við sær, so vit kunnu ikki finna betri álops­ spælara í Føroyum. Og AB? – Teir hava ment seg og styrkt seg. Tað plagar at vera torført ímóti teimum á heima­vølli, og soleiðis verð­ur tað ivaleyst eisini sunnu­dagin, sigur Helgi L. Petersen. AB hevur sjey ferðir áður spælt landskappingardystir í bestu deildini við Løkin. Eina ferð – fyrra dystin í 2009 – hevur AB vunnið fulla úrtøku. Í fjør endaði tað 1-1, og hinar ferðirnar hevur NSÍ vunnið. Fuglfirðingar favorittar Silvurvinnararnir í ÍF fáa vitjan av uppflytarunum av Toftum. Hóast ÍF higartil hevur tapt tvær ferðir 3-1 ímóti KÍ á heimavølli og HB á útivølli, so hevur ÍF venjarin Albert Ellefsen ikki mist mótið: – Sammett við úrslitini í fjør hava vit higartil mist tvey stig, tí tá spældu vit javnt á heimavølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti HB. Eg haldi, at avrikið í 2. hálvleiki í Gunda­dali ímóti HB vísti, at vit eiga eitt fínt lið. Vit vóru óhepnir ikki at skora upp á møguleikarnar. Um vit høvdu fingið mál tíðliga í 2. hálv­leiki, so kundi tað kanska havt lagað seg øðrvísi. Spælararnir visa góðan hug­burð og stríðsvilja, og tað taka vit við okkum ímóti B68. Stóri spurningurin í Fugla­firði er, hvussu tað verður við málverjanum Jákupi Mikkelsen, sum orsaka av skaða ikki var við í Gunda­dali. Á Toftum fegnast tey um, at tað leygardagin í 1-1 ímóti EB/Streymi eydnaðist at vinna fyrsta stigið síðani upp­flytingina. – Talan er um støðuga fram­gongd. Nú tora spæl­ar­ arnir at spæla seg burturúr fyrsta pressinum, og teir raka betri hvønn annan í saman­spælinum, sigur Jógvan Martin Olsen, sum saman við Øssur Hansen ar­ beiðir miðvíst við unga tofta­ lið­num. Setningurin er ikki minst at menna sjálvsálitið og samstundis at varðveita eyðmýktina, sum skal til. Tølini siga, at B68 ikki hevur vunnið stig í Fuglafirði síðani 2008. Tá vann B68 tvær ferðir 3-1 í Fløtugerði. Síð­ani hevur ein dystur verið í Fuglafirði hvørt árið – burtur­sæð frá 2013 - millum hesi bæði, og ÍF hevur vunn­ ið hvørja ferð. Skála mistøk sektað Uppflytararnir á Skála hava í tveimum teimum fyrstu um­førunum rættiliga kent sviðan av muninum, sum tað er at spæla í næstbestu og bestu deildini: – Tað gongur skjótari fyri seg, og tað hava vit ikki enn vant okkum til. Í álops­part­ inum hava vit bæði ímóti B36 og NSÍ misnýtt fleiri stórar málmøguleikar at tí slagnum, sum vit ikki misnýttu í fjør, og í verjupartinum eru per­ són­lig mistøk hjá okkum eirindarleyst sektað. Tað ber ikki til at tosa seg burturúr tí, tá ið tú hevur tapt 5-1, men fleiri av málunum, sum NSÍ skoraði ímóti okkum vóru bílig, og tað royna vit at arbeiða við, sigur Skála venj­ arin Eliesar Olsen. Higartil hevur Skála sett verjugarðin frammarlaga. Nú skulu uppflytararnir norður til Margáir, har tiltikna kontra­liðið EB/Streymur bíð­ar. Spurningurin er, um Skála fer at halda fram við sama verjuspælinum sum higar­til. – Vit mugu í hvussu so er órógva teir, so teir ikki finna í leguna, sum ofta hevur víst seg at verða sera vandamikil, sigur Skála venjarin. Tá ið B68 leygardagin megnaði 1-1 ímóti EB/Streymi var tað m.a. tí at toftamenn settu verju­garðin frammarlaga. Higartil hevur EB/ Streym­ur spælt tvær ferðir 1-1. Ímóti HB við Margáir var at liva við. Men tað var ikki góðtikið, tá ið tað sunnu­ dagin endaði 1-1 á Svanga­ skarði: – Vit mugu skipa álops­ spælið við skiftum í síðurnar betri, og tað eigur at vera so­ leiðis, at spælið myndast so­ leiðis, sum vit vilja hava tað at laga seg. Ímóti Skála er tað einki sum eitur. Vit eiga og skulu vinna øll stigini, sigur Rúni Nolsøe, EB/Streyma venj­arin. fótbóltur VIT TIPPA Hilmar Jan Hansen tippar... Næsta umfar tippar André Olsen 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa skiftivís um umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 2 2 0 0 6 1 +5 6 2 KÍ 2 2 0 0 4 1 +3 6 3 B36 2 2 0 0 4 1 +3 6 4 HB 2 1 1 0 4 2 +2 4 5 AB 2 1 0 1 3 2 +1 3 6 EB/Streymur 2 0 2 0 2 2 0 2 7 B68 2 0 1 1 1 2 -1 1 8 Víkingur 2 0 0 2 0 3 -3 0 9 ÍF 2 0 0 2 2 6 -4 0 10 Skála 2 0 0 2 1 7 -6 0 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 ÍF Skaðar: Jákup Mikkelsen (knæskaði – Møguliga álvarslit) Ivasamur: Høgni Zachariassen (lyskuskaði - byrjaður at venja aftur) KÍ Ikki við: Rodrigo Silva (Vantandi arbeiðsloyvi, 1 vika) NSÍ Skaðar: Jústinus R. Hansen (skurðviðgjørdur, 3-4 vikur) Skála Ivasamur: Mark Ryutin (vantandi arbeiðsloyvi) Víkingur Skaðar: Dánial Pauli Lervig skaddur (Keiking, 3-4 vikur) Ivasamur: Sølvi Vatnhamar (Knæið – spælir væntandi) Leikbann: Hans Jørgen Djurhuus (leikbann, 1 dyst) Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Petur Reinert Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Ransin Djurhuus Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Rói Jacobsen Klassikarin millum HB og KÍ verður í Gundadali sunnu­ dagin. Her dystast liðini í venjarakappingini fyrr í ár – Vit eiga eitt fínt lið – Tað ber ikki til at tosa seg burturúr 5-1 tapi