hósdagur 27. mars 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014
2
VIKUSKIFTI
Umhvørvi
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Millum 19.30 og 20.30 leygarkvøldið
skal sløkkjast um allan heimin. Felags
skapurin WWF skrivar á heimasíðuni,
at Earth Hour er súmbolskt átak fyri at
vísa, at vit taka veðurlagsbroytingarnar
í álvara. Kilowattini, ið verða spard
henda tíman, hava ikki so stóran
týdning, men snýr tað seg um at vísa, at
okkurt má gerast fyri at broyta skeivu
gongdina í heiminum.
Við at sløkkja ljósið leygarkvøldið,
atkvøða vit fyri einum betri umhvørvi
til okkara barnabørn.
Og ongin sigur, at vit ikki kunnu
gera leygarkvøldið eyka hugnaligt, tá
sløkt verður.
Her eru nøkur hugskot:
– Sløkk heima og tendra nøkur ljós.
Bivoks er betri enn stearin, tá ið talan
er um umhvørvi.
– Bjóða til myrkan hugna. Savna
nakrar vinir og ger góðan vistfrøðiligan
mat.
– Um veðrið er klárt - far út og hygg
upp í himmalin. Stjørnurnar síggjast
eyka væl, um myrkt er.
– Ver einsamøll og hav eina mind
fullness-løtu.
– Far út við myndatólinum og tak
áðrenn og aftaná myndir.
Løtan
og lívið
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Guðrun Sólja Jacobsen / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Leygardagin er Earth Hour. Tað er eitt tiltak, ið
Heimsnáttúrugrunnurin WWF setti á stovn 2007, og
tey mæla øllum í heiminum at sløkkja ljósið í ein tíma
Tá tú ert í fimmtiárunum eru sannlíkindini
stór fyri bæði gleðiligum og døprum
hendingum og broytingum hjá tær og tínum
vinum og kenningum. Tær gleðiligu ríka
tær lívið, meðan tær døpru í eini handar
vend kunnu kollrenna, um ikki lívið, so
gerandisdagin.
T.d. er góður starvsfelagi vorðin omma.
Hon er soooo stolt av elskuligu ommu
dóttrini, sum er ballað inn í umsorgan frá
ommum, abbum, umframt mammu og
babba. So er tað vinkonan, sum eftir 30 ára
gamalt hjúnalag (ó)hepna løtu vaknaði við
kaldan dreym og brádliga ikki kennir makan,
tí hann av ósketni avdúkaði sítt dupultlív.
Barndómsvinkonan í Danmark, sum endaliga
hevur góðtikið, at hon ongantíð aftur fer at
búseta seg í Føroyum. Hóast longsul eftir
heimlandinum, so vigar kærleikin og um
sorganin fyri sálarsjúku dóttrina meira. Tað
er í Danmark, at dótturin er hjálpt og hevur
tað gott. Kær vinkona fer kaldan vetrardag
av landinum at leita sær heilsubót. Onnur
má við tungum hjarta biðja mannin flyta
úr heiminum, tí hann hoknaði undir mót
gongd og fór at ugga seg við rúsdrekka.
Systirin, sum er so heppin at vera røsk og
ung langomma. Og ikki minst hon, sum á
miðjum aldri møtti tí rætta. Soleiðis er lívið
ein røð av stórum og smáum hendingum og
broytingum.
Væl tugda hugmyndin, at tú bara eigur
hesa løtuna, er so sonn so sonn. Tú kundi
ynskt, at tú dugdi betur at liva eftir henni.
Gjøgnum dagin við sínum gerandisligu
uppgávum, gloymir tú – ella hevur ikki tíð
til – at steðga á og njóta stundina.
Men tá tú so á morguntúrinum við hund
inum hoyrir tjøldur láta ella sært vakran
morgunroða, so kennir tú brádliga, hvussu
stórt skaparverkið er, og tú steðgar á og
gleðist um tað, sum tú hoyrir og sær. Ella tá
kaldur og myrkur vetrardagur tykist dapur
og langdrigin, vigar hugnaliga løtan við
nátturðaborðið í heita køkinum saman við
soninum upp ímóti.
Ikki minst hesa ársins tíð, nú tað sprettur
í urtagørðunum, sóljukopparnir prýða gil
og áir, og páskjaliljurnar standa í blóma og
boða frá summarinum, serliga nú haldi eg, at
orðini hjá Paulusi: »Gleðist við hinum glaðu,
og grátið við teimum, ið gráta!« hóska so
væl til gleðiligu og døpru hendingarnar í lívi
okkara.
So segði
hann...
Sløkk í ein tíma
– Eg ivist í, hvussu jaligt tað er fyri kvinnuna
at hava hesa vitan. Summi hava víst á, at
vitanin kann oyðileggja ta tíðina,
sum er eftir at bera barnið
Karsten Hansen, landsstýrismaður, um fosturkanningar,
sum kunnu avdúka Downs Syndrom
Simona
Weihe
Leygarkvøldið skal ljósið sløkkjast í ein tíma