hósdagur 27. mars 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Fleiri fríggjakvøld var hon at síggja
á DR1 í bestu senditíð, og longu
fyrstu ferð hon trein á pallin í upp
tøkuhølunum, megnaði hon at vinna
hjørtuni hjá bæði føroysku og donsku
hyggjarunum hjá Stjerne for en aften.
Tað eru nú 11 ár síðani, Guðrun
Sólja Jacobsen vann sangkappingina
á DR1.
– Tá eg hyggi aftur á tíðina, so vardi
tann øgiligi áhugin frá almenninginum
og fjølmiðlunum í gott og væl tvey ár,
og so hasaði alt av. Men tað var kanska
líka so gott, sigur Guðrun Sólja, sum
hevur blandaðar kenslur, tá hon tosar
um tíðina, tá hon brádliga gjørdist eitt
kent andlit og fleiri ferðir um vikuna
framførdi á kendum festivalum og á
stórum konsertum.
– Tað var alt rættiliga løgið, men
samstundis eisini ótrúliga feitt. Eg slapp
at uppliva ymiskt, sum eg ongantíð
hevði droymt um kundi henda fyri
meg. Men eg hevði ikki farið við í nakra
slíka kapping aftur, sigur Guðrun Sólja.
Ein spennandi tíð
Tá Guðrun Sólja fyrstu ferð var at
síggja í Stjerne for en aften, har hon
sang lagið Promise Me hjá Beverly
Craven, sat nærmast hvørt mannsbarn
og fylgdi við á sjónvarpsskíggjanum.
– Hetta var áðrenn X Factor, Idols,
Talent, og hvat veit eg og sangkapp
ingar av hesum slag, vóru rættiliga
nýggjar tá. Eg haldi ikki, at eg sjálv
visti, hvat hetta veruliga gekk út uppá,
og hvussu stórt tað fór at blíva, sigur
Guðrun Sólja, sum tó ikki var eitt heilt
óskrivað blað innan sang, tá hon var
við í Stjerne for en aften.
– Eg vann føroysku sangkappingina
Ársins Songrødd í 2001, og tað fekk meg
til at halda fram við sanginum og at
upptraðka í eina tíð aftaná. Onkur helt
tó, at eg átti at komi víðari við tónleik
inum, og ja, tað endaði so við, at eg
meldaði meg til Stjerne for en aften,
greiðir Guðrun Sólja frá.
Hon minnist væl, hvussu tað var
at standa á pallinum inni í upptøku
hølunum.
– Hóast eg var fjálturstungin og
spent, so kendist tað eisini onkursvegna
nattúrligt fyri meg at standa har og
syngja fyri áhoyrarunum, meðan upp
tøkutólini eisini koyrdu. Tað var alt lagt
ótrúliga væl til rættis, og fólkini har
vóru ógvuliga professionell, fortelur
Guðrun Sólja.
At føroyingar fylgdu væl við í
sendingini, legði hon merki til alt fyri
eitt.
– Tað er ikki altíð, at tú hugsar so
nógv um tað, meðan tú ert í tí, men
fjølmiðlarnir settu seg ofta í samband
við meg, og eg legði á tann hátt merki
til, at mín luttøka hevði rættiliga nógv
at siga fyri onnur fólk. Tað var eitt
sindur løgið, men eisini deiligt við
góðum stuðli.
Vann kappingina
Kappingin í Stjerne for en aften var
skipað í fleiri umførum. Trý kvøld
skuldi Guðrun Sólja á pallin, og tað
gekst henni so mikið væl, at hon tann
4. apríl í 2003 gjørdist vinnari av kapp
ingini.
– Stemningurin inni í upptøkuhøl
unum var heilt serligur. Eg minnist, at
fólk larmaðu og klappaðu, tá eg fór út
á pallin, og tá eg hevði vunnið, fekk
eg eitt stórt føroyskt flagg rundan um
meg. Tað var kul at vera føroyingur eis
ini tá, og eg var ótrúliga errin, fortelur
Guðrun Sólja.
Longu næsta dag kom hon til
Føroya, har skipað varð fyri fleiri
móttøkum. Júst tann dagurin stendur
sterkur í minninum hjá Guðruni Sólju.
– Á flogvøllinum í Vágum var nógv
fólk og tók ímóti, og eitt gospelkór sang
eisini. Eg fór síðani við tyrlu til Havnar,
har borgarstjórin tók ímóti mær við
limosinu. Vit fóru í SMS, har eg sang
og skrivaði autografar, minnist Guðrun
Sólja og heldur fram:
– Tað var løgið, og alt skuldi ganga
so skjótt fyri seg, at eg náddi ikki at
hugsa so nógv, um hvat tað var, sum
hendi. Aftaná upptraðkanina í SMS
fór eg við tyrluni til Suðuroy, har eg
skuldi syngja í høllini í Trongisvági.
Eg minnist, hvussu nógvir bilar stóðu
parkeraðir fram við vegnum, og høllin
var á tremur við fólki. Tá fekk eg av
álvara ein klump í hálsin, greiðir
Guðrun Sólja frá.
Fekk úr at gera
Eftir at hava vunnið finaluna í Stjerne
for en aften fekk Guðrun Sólja úr at
gera við at syngja á festivalum og stór
um konsertum.
– Summarið 2003 var rættiliga
hektiskt. Eg framførdi á Langelands
festivalen, Skanderborgfestivalen, Nibe
festivalen og eini ørgrynnu av øðrum
tiltøkum. Tað var super feitt, men eg
var eisini rættiliga ótrygg, tí eg var
ikki von við nógv annað enn at syngja
í høllini í Trongisvági, sigur Guðrun
Sólja og flennir.
Alt 2003 hevði hon nógv um at vera,
og tað var ikki heilt lætt, at fáa tingini
at hanga saman.
– Eg ferðaðist hvørja viku millum
Føroyar og Danmark, tí eg gekk jú á
studentarskúla í Føroyum og hevði
uppgávur, sum skuldu latast inn, og
próvtøkur vóru eisini. Samstundis upp
traðkaði eg fleiri ferðir um vikuna fyri
teimum størstu fyritøkunum í Danmark
og luttók í fleiri stórum konsertum. Alt
ikki gjørt
tað aftur
– Tað var ein fantastisk uppliving, og eg lærdi eina rúgvu. Men tað var eisini
ein strævin tíð, har eg ofta kendi meg einsamalla, hóast nógv fólk var
rundan um meg. Soleiðis sigur 31 ára gamla Guðrun Sólja Jacobsen, sum
fyri 11 árum síðani vann sangkappingina Stjerne for en aften á DR1. Hóast
kappingin gav henni nógvar góðar upplivingar, hevur tað eisini havt sín prís
Eg hevði