Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014 5 VIKUSKIFTI mynd: Álvur Haraldsen var ein stórur hurlivasi, sigur Guðrun Sólja. Hon dylir tó ikki fyri, at hon forvann sær rættiliga fitt av peningi hesa tíðina. – Eg tjenti rættiliga góðar pengar. Júst hvussu nógv vil eg ikki siga, men eg havi ongantíð havt so nógvar pengar um hendið, og eg fari ivaleyst ongantíð at hava so nógvar pengar aftur. Eg vil siga, at eg livdi væl hasa tíðina í so máta, sigur Guðrun Sólja. Fjølmiðlarnir altíð á vakt Longu frá tí løtu, Guðrun Sólja fyrstu ferð var at síggja á sjónvarpsskíggjanum, legði hon til merkis, at almenningurin fylgdi væl við í øllum tí, hon tókst við. Tað var nakað, hon veruliga skuldi venja seg við, og tað var ikki altíð heilt lætt. – Tað var serliga ringt í byrjanini, tí eg eri rættiliga smæðin sum persónur, og mær dámar ikki at gera hóvasták burtur úr mær sjálvari. So at vera smæð­in og samstundis verða undir sjón­eykuni hjá almenninginum og ikki minst fjølmiðlunum, var ikki ein góð saman­seting, greiðir Guðrun Sólja frá. Tá hon hugsar um tað nú, so dugir hon at síggja, at tað ávirkaði hana í ein ávísan mun, at hon brádliga var blivin ein almennur persónur. – Donsku fjølmiðlarnir fylgdu við í øllum, sum eg gjørdi. Tú kundi lesa um hvørjum veitslum, eg hevði verið í, hvørjum eg helt saman við, hvørji vinfólkini vóru, hvussu ofta eg fleyg og so framvegis. Tey fingu alt við, og tað var ofta irriterandi. Minnist fyrstu tíðina, hvussu eg konsentreraði meg um, hvussu eg gekk, tá eg var úti, tí eg mátti jú ikki detta, tí so fór tað jú út alla­staðni og bleiv blást upp, fortelur Guðrun Sólja, steðgar á eina løtu og sigur so: – Tað ger okkurt við ein, og mann fer at hugsa alt ov nógv um, hvat mann ger, og hvussu mann er, sigur Guðrun Sólja. Fleiri ferðir skrivaðu donsku miðlar­ nir um klæðini, sum Guðrun Sólja var í, tá hon luttók í kappingini, og javnan bleiv skrivað um hennara krops­vekt. – Tað var einki dulsmál, at eg var stór, men hinvegin, so verður tú kedd, tá tað verður fokuserað so nógv uppá tína útsjónd. Eg hevði ongantíð trúð, at mín útsjónd nakrantíð skuldi blíva eitt evnið í øllum hesum – eg var jú bara við í sangkappingini fyri at syngja, og tað var tað, sigur Guðrun Sólja og leggur afturat. – Ymsir stylistar góvu mær ráð, um hvat eg skuldi, og hvat mær klæddi, men tað er torført, tá tú ikki sjálv veitst, hvør tú ert, og ei heldur gongur so høgt upp í klæðir. Eg hevði onnur virði, sum eg helt vóru av størri týdningi enn júst klæðini, greiðir Guðrun Sólja frá. Ongantíð aftur til sangkapping Í dag livir Guðrun Sólja eitt lív rættiliga langt burturi frá øllum meldrinum, sum hon upplivdi fyri 11 árum síðani. Og tað dámar henni væl. – Eg haldi, at eg eri meira eg í dag. Eg eri glað. Alt er komið meira niður á jørð­ina, og sum heild haldi eg, at fólk vita, at tað er meira innihald í mær enn bara handa sangkappingin, sigur Guðrun Sólja, sum hevur tikið eina trý ára útbúgving sang og gevur í dag frá­ læru í sangi og sangteknikki. – Sjálvandi havi eg nógv eftir at læra, men eg meti, at eg hava nakað at læra frá mær, og eg njóti veruliga at undir­vísa í sangi, sigur Guðrun Sólja. Hóast hon er glað fyri upplivingarnar, hon hevur fingið í sambandi við Stjerne for en aften, vísir hon á, at tað ikki bara er gott at vinna eina slíka stóra kapping. – Eg var ógvuliga einsamøll. Mitt í viku, meðan øll vinfólkini gingu í skúla og vóru til arbeiðis, sat eg einsamøll í íbúðini í Keypmannahavn. Og tá tey høvdu frí í vikuskiftunum og hugnaðu sær saman, skuldi eg upptraðka viku­ skiftið á tamb. Á tann hátt misti eg eitt sindur samband við øll míni nærmastu, greiðir Guðrun Sólja frá. Fleiri ungir tónleikarar halda, at tað er eydnan, um tú sleppur at luttaka í eini stórari kapping í sjónvarpinum og enntá verður vinnari, men soleiðis er ikki altíð, slær Guðrun Sólja fast. – Sjálv upplivi eg enn tann dag í dag, at tað er trupult at fáa sangirnar hjá mær spældar í donskum útvarpi. Tað er líkasum, at eg blívi við at hava hatta Stjerne for en aften stemplið á mær, og tey halda ikki, at eg veruliga dugi nakað innan sang og tónleik, sigur Guðrun Sólja, sum langt síðani hevur av­gjørt, at hon ikki aftur skal vera við í nakrari sangkapping. – Eg síggi heilt annarleiðis upp á slíkar kappingar í dag, og eg veit, at eg fari ongantíð at melda meg til nakað tílíkt aftur. Eg føli, at eg havi verið ígjøgn­um alla hasa mylnuna. Tú ivast allatíð í, um tú nú ert góð nokk, verið eg blakað úr kappingini hesa vikuna, og ja, tað vóru nætur, har eg ikki svav, bara tí eg spekuleraði so nógv um næstu live sending, sigur Guðrun Sólja, sum fleiri ferðir er spurd um at vera við í ymsum sang­kappingum. – Eg eri enntá spurd um at vera við í Eurovision, men nei, tað er ikki tann vegin, eg skal. Kappingar leggi eg einki í meira, men um onnur vilja luttaka, so eru tey vælkomin til tað, sigur Guðrun Sólja, sum tó undirstrikar: – Eg havi nógvar góðar og eisini minni góðar upplivingar frá Stjerne for en aften, men eitt, sum eg ongantíð fari at gloyma, og sum framvegis gevur mær ein klump í hálsin, er løtan, tá eg sang í finaluni, hoyrdi øll klappini og sá føroyska flaggið. Tá var eg errin av mær sjálvari, sigur Guðrun Sólja. – Eg haldi, at eg eri meira eg í dag. Eg eri glað. Alt er komið meira niður á jørðina, og sum heild haldi eg, at fólk vita, at tað er meira innihald í mær enn bara handa sangkappingin, sigur Guðrun Sólja Jacobsen