Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014 6 VIKUSKIFTI Hvat er starv títt? – Grafikari í Miðlahúsinum. Hvussu trívist tú við dead-line? – Í dagliga starvinum í Miðlahúsinum er mest sum altíð press upp undir dead-line. Sum grafikari eri eg tó mangan mest kreativur, tá deadline nærkast. Hvat er gott við starvinum? – At arbeiða í Vágsbotni er fantastiskt, serliga tá dagarnir gerast ljósari. Í Miðlahúsinum hendur eisini altíð okkurt. Vit hava nógv ymisk bløð, Rás2 og tíðindaportalin in.fo, ið ger dagarnar spennandi og fjølbroyttar. Og ikki minst góðar starvsfelagar. Eru nakrar minniligar hendingar? – Mangar eru hendingarnar, men løgið nokk, so eru tað kanska góðu jóla- og starvs­ fólka­veitslurnar ein minnist best. Hvønn tónleik dámar tær best? – Eg eri uppvaksin við 80'ara glam-rocki og eri svorin Mötley Crüe fjeppari. Stórt parmenenta hár, eye-line'ara og strammar buksur, tað er rock 'n roll! Eri tó eisini sera stóltur av systur míni, og standi tí altíð fremst til konsertirnar hjá Flammu. Hvat ger teg í góðum lag? – Einki er sum ein deiligur B36 sigur, men skal ikki dylja yvir at fitta daman eigur stóran part av mínum góða lagi. Hvat ger tú í frítíðini? – Hvat er tað? Nei, eg royni vera aktivur í frítíðini, og nú summarið nærkast er eisini meiri uttandura aktivitetur ætlaður. Ferðast tú í egnum landi? – Eri á bygd til útidystirnar hjá B36. Eg elski Føroyar, men helst ger man alt ov lítið við ferðing kring egna land. Sum havnarmaður rópi eg annars ikki hart um tað, men tað er nú ikki so galið alíkavæl at vera hálvur froðbingur. Har dámar mær væl at ferðast, tá fríløtur eru. Hevur tú húsdjór? – Tíverri ikki í løtuni. Men havi eitt øgiligt djórahjarta, og serliga tá Djórðaverndarfelagið lýsir við heimleysum djórum, vil eg so gjarna sleppa geva teimum eitt gott heim. Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini? – Strandarferiurnar tiltala meg ikki tað heilt stóra. Havi sindur søguligan áhuga, so kanska heldur tann vegin. London er avgjørt mín yndisbýur, og gongur leiðin eisini aftur har í summar. Og so er B36 eisini aftur í Evropa, so spurningurin er, hvar tann leiðin ber. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? – Fótbólti sjálvsagt. Degi og viku og føroyskum sendingum. Tær eru mangan heilt góðar. Hvønn ítrótt dámar tær best? – B36! Hvat er tín lívrættur? – Føroyskur matur! Ikki nakað serstakt meir enn annað, men beint nú kom mær ein góður seyðarhøvdadøgurða í huga. Hvør bók liggur á náttborðinum? – Ikki stóri lesarin. Men ein serlig bókaútgáva frá norsku skemti teknirøðini Pondus um parlag liggur tó har. Í skuffuni er so eisini útgávan av enska fótbóltsblaðnum Four-Four-Two, tá tey í røð av lokaluppgerðum, komu til Føroyar at umrøða slagið um Havnina, ið B36 so upplagt vann 6-0. Standi við vindeygað og hyggi út á Ringvegin. Morgun, klokkan er átta. Veðrið illfýsið sjálvandi. Á Ringvegnum long bilarøð, sum flytir seg so hvørt sum rundkoyringin longri eysturi svølgir. Rundkoyringin á Ring­ veg­num. Spakuliga, spakuliga tekur hon bilarnar. Øll, sum sita í øllum hasum bilunum, áttu at verið til arbeiðis ella í skúla nú, nú klokkan átta. Men tað eru tey ikki, tí tey sita í bilum á Ringvegnum. Føroyingar eiga heimsmetið í at arbeiða niðursetta tíð. Tey ar­beiða ikki átta tímar um dagin. Og fáa tí heldur ikki løn fyri átta tímar. Nøkur teirra eru fátæk. Men hava kortini ráð til bil. Fátækra­markið er undir bilinum. Føroyingar eiga eisini heims­ metið í at koma ov seint til ar­beiðis, ja, koma ov seint yvir­ høvur. Føroyingar vóru eisini ov seinir, alt ov seinir, tá djúpi talerk­urin varð uppfunnin. Føroyingar stóðu aftarlaga í halanum, tá krútið varð upp­ funnið. Av ti at eisini tey, sum fáa løn fyri heilan arbeiðsdag, koma ov seint hvønn dag, kunnu vit við akademiskum fyrivarni staðfesta, at nógv flestu føroyingar arbeiða niður­setta tíð. Tí tað, sum fer av arbeiðs­ degnum um morgunin, verður ikki lagt afturat, tá arbeiðs­ dagurin endar. Løgið, men tá duga øll klokkuna. Klokkan er fýra sharp. Arbeiðsdagurin er lokin. Vit fara til hús. Tíð er pengar, siga tey. Tóku vit alla tíðina, sum føroyingar koma ov seint, og løgdu hana um til føroyskar seðlar, sum vit síðani fingu vekslaðar til danskar í Tjóð­bankanum og løgdu oman á blokkin, var einki undirskot í lands­kassanum, tvørturímóti og so langt frá tí. Seinast skrivaði eg um óvanar í hesum teigunum. Óvanar, sum eru til ampa. Minnist ikki, um nakar svaraði, tá tey blivu spurd um óvanar, tey vildu sleppa av við, at tey vildu sleppa av við tann óvana, sum er at koma ov seint. Tað er kanska eingin óvani, men ein fólkaskikkur, ein krókur í tjóðar­sálini, hetta at koma ov seint. Eitt tjóðareyðkenni, ein sam­ leiki uttan kreppu. Og vit, sum duga klokkuna, hava sjálvandi góðar stundir at bíða eftir øllum hinum. Okkara tíð fer eisini til spillis. Men hvat ger tað? Ævinleikin er óendaligur. Men so, sambært vinnu­sálar­ frøðini er tað ein skarnsgerð at koma ov seint, til dømis at koma ov seint til arbeiðis. Fólk, sum koma ov seint til ar­beiðis, pissa niður eftir bak­ inum á tykkum, sum ikki koma ov seint. Halda tykkum fyri tað lunk­aða váta spott. Í Føroyum kemur alt ov seint ella er seinkað. Eisini várið. Fyrsti várdagur hevur langt síðani verið, men várið er ikki komið enn. Kanska lukkast tí at koma fyri fyrsta summardag. Tjaldrið, hasin garterandi og glymjandi og grenjandi flog­ fenaðurin, sum eins og grágásin er friðaður dag og nátt, friðaður 24/7, kemur tó ikki ov seint, tíverri. Floglíkindi eru altíð. Grækarismessumorgun snimma hoyrdi eg tjøldur. Men tjaldrið er ikki føroyskur fuglur. Tjaldrið er turistur í Føroyum, kemur bara higar at venda fyri at vita, um standurin er líka ringur sum í fjør. Tað er hann, og so rýmir tjóðfuglurin undan tjóðini. Siga vit klokkan fýra, hugsa vit klokkan fimm og so koma vit klokkan seks. Spakuliga, spakuliga førka bilarnir seg á Ringvegnum. Kobling, fyrsta gir, fimm metrar, kobling, frígir, bremsa. Tað krevur gott tol at koma ov seint. Føroyingar hava gott tol. Og, sum sagt, heldur seint enn ikki. Og seinasta kúgvin fær strá­ fóðurstuðul. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Pætur Eyðunsson Jensen lagt til rættis: Leo Poulsen Eri á bygd til úti­ dystirnar hjá B36 Grafikarin í Miðlahúsinum, Pætur Eyðunsson Jensen, elskar føroyar, men ferðast kanska ov lítið í egnum landi. Hann er tó á bygd til útidystirnar hjá B36. Pætur er svorin Mötley Crüe fjeppari, og dámar allan føroyskan mat Seinasta kúgvin mynd: álvur Haraldsen