Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Í Montevideo er ein 18 ára gamal unglingi, sum droymir um at blíva skiftis­ næm­ingur á studenta­ skúla­num á Kambsdali Á ferð í Uruguay 9. partur Joaquin Memoli Suarez ætlar at búgva í Klaksvík, og hann ætlar at halda við KÍ í effo-deildini. Allastaðni kring knøttin finnast nakrir sjáldsamir føroyavinir. Ein av hesum er tann bert 18 ára gamli, Joaquin Memoli Suarez. Lat tað verða sagt beinavegin: hann er ikki skyldmaður við tann kenda landsmannin, sum rættiliga nógvir føroyingar fjeppa uppií, og sum ber fornavnið Luiz. Ætlanin hjá Joaquin Memoli Suarez, sum gjørdi seg lidnan við sína millumútbúgving fyri stuttum, er at koma til Føroya og verða skiftisnæmingur í eitt ár. Um Udlændingeservice í Keyp­ manna­havn ætlandi játtar honum eitt uppi­halds­loyvið, so ætlar Joaquin at koma til Føroya í august í ár at verða skiftisnæmingur á studenta­skúlanum á Kambsdali. Á tí einu myndini sæst sæst Joaquin saman við mammu sínari, Adrianu til landsdyst á Tórsvølli. Áhugaður í smáum londum Joaquin undirstrikar, at orsøkin til at hann ætlar at koma til Føroya er, at honum stendur í boði at gerast skiftisnæmingur. Fyri ung­ fólk í Uruguay er tað í tí stóra og heila ikki so lætt at koma ta longu leiðina til Evropa at verða skiftis­næmingur. Joaquin heldur, at Føroyar eru sera áhugaverdar, og hann greiðir frá, at hann hevur altíð verið áhugaður í smáum londum. – Smá lond vekja altíð mítt forvitni, greiðir Joaquin frá. Vinur mín, Ivan (Eysturland red.) gav mær møguleikan í 2012 at ferð­ast til Føroya, og eg dámdi sera væl í Føroyum. Nú er tað mín vón at kunna verða í Føroyum í eitt heilt skúlaár. Roynir at læra seg føroyskt Joaquin ætlar sær ikki at verða fyri ongum málsliga, tá hann ætlandi kemur til Føroya í august. – Eg ætli mær at stríðast fyri at læra føroyskt, slær Joaquin fast. Farna summarið í Uruguay – t.e. farna veturin í Føroyum – hevur Joaquin roynt at lært seg føroyskt. Tað er m.a. gjørt við at royna at lesa teir átta fyrstu partarnir í hesari greina­røðini. – Eg vil læra at tosa føroyskt, tí tað er nógv betri at samskifta við fólk á móðir­máli Gamlar inn­ spælingar hjá Johnny Cash síggja nú dagsins ljós Den Blå Planet á Amager hevur havt tvífalt so nógv vitjandi sum væntað, og tað kostar nú milliónir í umvælingum – Bert tey, ið tora, kunnu kenna heiðurin at tapa og gleðina at vinna Tað er nú liðið meira enn eitt ár, síðani Den Blå Planet á Amager lat upp. Hetta er eitt risa­stórt akvarium við øllum hugsandi djórasløgum. Áhugin fyri at vitja á Den Blå Planet hevur verið óvur­honds­ stórur. Hesa fyrstu tíðina hava 1,3 milliónir fólk vitjað Den Blå Planet, og hetta er tvífalt so nógv, sum roknað var við frammanundan. Blaðið Politiken veit at siga, at Den Blå Planet hevur ikki megnað at viðlíkahildið framsýningina, og stóra trýstið hevur nú við sær, at 12, 5 milliónir krónur skulu brúkast til at umvæla fram­sýn­ingarpartin fyri. – Tað er komið óvart á øll, at so nógv vitjandi hava verið, og viðlíkahalið hevur ikki staðið mát við slitið, sigur Arne Kvorning sum er stjóri fyri teknistovuna Korning Desigen og Kommunikation, ið stíla fyri sjálvari framsýningini. Kvorning fær ikki møgu­ leikan at endurnýggja fram­ sýn­ingina – í staðin skal eitt týskt felag gera tað. Nevnast kann, at føroy­ ingurin Todi Jónsson virkar sum marknaðarleiðari hjá Den Blå Planet. Eitt kvøld í 1009 fyrireika fólk í Jerusalem seg til, at krossfararar skulu leypa á býin. Fólk savnast kring gløgg grikkan, sum bjóðar seg fram at svara spurningum frá fólkinum. Roknað verður við, at Koptarin vil øsa fólkið til stríð dagin eftir, men tað ger hann ikki. Í staðin tosar hann um, hvat fólk kunnu læra av lívinum, og hvussu býarbørnini kunnu leita eftir vísdómi. Hann fær spurningar um vakur­leika, ótta, trúskap, sigur, tap, einsemi og mangt annað, og svarini eru ævigtgaldandi vís­ dómur, sum vit framvegis kunnu fáa nakað burtur úr at lesa. Heimskendi brasilski rit­ høv­undin Paulo Coelho hevur skrivað bókina Handritið úr Accra (Manuscrito Encontrado em Accra), og hann skrivar í sínum eyðkenda lætta og lættlesiliga máli. Hesaferð er søgan sera einføld, men nógvur lívsvísdómur liggur í hug­leiðingunum hjá Koptaranum. Bókin kann lesast eftir fáum tímum, men kann geva tankar til langa tíð frameftir. Í 1984 gjørdi countrysangarin Johnny Cash upptøkur í Nash­ ville. Ætlanin var, at plátufelagið Columbia skuldi geva tónleikin út, men plátufelagið trúði ikki rættiliga upp á sangirnar hjá Cash, og tí vórðu upp­ tøkur­nar lagdar til viks. Miðskeiðis í áttatiárunum hevði Johnny Cash havt sína fyrstu stórtíð, og hann var eitt sindur á síðu­linjuni hesi árini. Í 1990’unum kom hann rættiliga fyri seg aftur sum coutrynavn, og Cash var væl fyri og sang á høgum stigi líka fram til deyðan í 2003. Nú verða tær gomlu upp­tøkur­ nar hjá Johnny Cash frá 1984 givnar undir heitinum Out Among The Stars, og Cash er rættiliga væl upplagdur á sangunum, sum Billy Sherrill framleiddi. Eingin av teimum 12 sangunum á út­gávuni hava verið útgivnir áður, og fyri tey, sum hava áhuga í Cash, er nýggja, gamla útgávan sum at fáa ein heilsan úr fortíðini. Out Among The Stars kom út týsdagin. LES! Den Blå Planet niðurslitin Lívsvísdómur dagin fyri stríðið Cash heilsan úr fortíðini Stóri føroya-­ vinurin og sjáldsama brúgvin