hósdagur 27. mars 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014
9
VIKUSKIFTI
Torbjørn Jacobsen, sum í 13
ár var ein profilur í føroyskum
politikki og framvegis er ein av
virknastu debtørunum í land
inum, kann í hesum døgum
upplivast á palli í Gøtu.
Hann er við í sjónleikinum um
Oliver Twist, sum Ria Tórgarð
leikstjórnar og sum verður vístur
í Víkingahúsinum í Norðragøtu.
Sjónleikurin var frumsýndur
týskvøldið og verður sýndur
fimm ferðir um vikuskiftið.
Torbjørn Jacobsen hevur
leiklutin sum Mr Bumble.
– Eg vil siga, at hann fyrst og
fremst er ógvuliga klossutur. Og so
tosar hann ógvuliga hart, og tað
er kanska tað, sum hevur fingið
Riu Tórgarð at hugsa um meg til
leiklutin, sigur Torbjørn Jacobsen.
Tobbi játtaði ikki beinanvegin at
verða við, men hann varð yvirtalaður
at taka tørn á sjónleikarpalli.
– Eg hugsaði, at tá eg hevði
spælt á størsta leikpalli Føroya í
13 ár, kundi eg nokk eisini klára
ein leikluti í einum barnaleiki í
Gøtu, sigur Torbjørn Jacobsen.
Føroyska Jasmin kann
vinna X-Factor
Tobbi tosar hart og er klossutur
Fyrrverandi politikari kann í hesum døgum upplivast á palli
Fríggjakvøldið skal vinnarin av
ársins X-Factor kapping í Danmark
finnast. Seinastu vikurnar hava
sjónvarpshyggjarar í Danmark – og
í Føroyum ivaleyst – kunnað fylgt
við teimum vónríku sangarunum,
sum hava bjóðað seg fram.
Ein av teimum, sum er við í
kappingini, og framvegis hevur
møguleikan at vinna, er Jasmin
Dahl, sum hevur føroyska mammu
og javnan vitjar í Føroyum.
Hon varð sett saman við einum
øðrum sangarar, og Anthony
Jasmin, sum tey kalla seg, hava
verið millum tey sterkastu í
kappingini hesaferð. Tey hava
ongantíð verið í vanda fyri at
rúka úr kappingini, og fleiri halda,
at tey hava góðan møguleikan
at vinna finaluna, sum verður
send á DR1 fríggjakvøldið.
Í finaluni eru eisini tvær
kvinnuligar songkvinnur
– Henriette Haubjerg
og Lucy Mardou.
Sum upphiting til finaluna
høvdu finalistarnir og
aðrir sangarar framførslu
á Ráðhúsplássinum í
Keypmannahavn mánakvøldið.
Umleið 20.000 fólk vóru og
lurtaðu efti framførslunum.
Fríggjakvøldið verður
hyggaratalið onkrastaðni
millum eina og tvær milliónir,
tá ið X-Factor vinnarin
2014 skal finnast.
Jákup Lervig sum
er úr Havn og býr
í Hoyvík, málar lit
ríkar seyðamyndir,
og málningarnir hjá
honum eru bæði naturalist
iskir og abstraktir.
Jákup Lervig hevur verið fastur
luttakari í undirvísingini hjá Kvøld
skúlanum í Havn seinastu árini.
Jákup hevur áður fleiri ferðir verið
við á Ólavsøkuframsýningini,
á framsýningum Smiðjuni í
Lítluvík, Galleri Tornby og hjá
Lions Club í Müllers Pakkhúsi.
Komandi dagarnar ber til
at síggja verkini hjá Jákupi
á framsýningin, ið verður
í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin letur upp
fríggjadagin og er opin til
og við týsdagin 1. apríl.
Í vikuni framførdi Jasmin fyri 20.000 fólkum í Keypmannahavn
Litríkar seyðamyndir kunnu síggjast
í Lítluvík komandi dagarnar
UPPLIV!
teirra. Eg haldi tað er nógv betur,
enn at standa og bíða til tey skifta
yvir til enskt, greiðir Joaquin frá.
Joaquin er annars sera stinnur í
enskum. – Mín ætlan er at kunna
veruliga luttaka í undirvísingartím
unum, og ikki bara seta meg niður
at kúra, og einki fáa við. Eg ætli
mær at skilja hvat lærarin, og mínir
floksfelagar siga, slær Joaquin fast.
Hjálpir gjarna
til í sponskum
Spurdir um hann er til reiðar at
hjálpa til í frálæruni í sponskum á
Kambsdali, sigur Joaquin, at tað ger
hann heldur enn gjarna, um boð
verða eftir honum. – Kastilianskt,
ella spanskt, sum tey flestu kalla
tað er jú mítt móðirmál, og eg
hjálpi gjarna teimum, sum vilja
læra seg málið, slær Joaquin
fast. – Um fólk vilja hoyra meg
bera fram hvussu úttalan skal
verða, og annað tílíkt, so eri eg
sjálvandi klárur at hjálpa til.
Fer at halda við KÍ
Joaquin er sum uruguay-búgvar
ógvuliga áhugaður í fótbólti,
og hann ætlar eisini at ganga
til fótbólt meðan hann verður
í Føroyum. Í oktober 2012 sóu
hann og mamman tveir EM-
undankappingardystir hjá tí
føroyska landsliðnum, ímóti Svøríki
og Írlandi, sum báðir vóru spældir
á Tórsvølli. Spurdur um hann
fer at stuðla ÍF, Víkingi ella KÍ í
nærøkinum, svarar Joaquin: – Eg
fari at stuðla KÍ, tí tað verður har
eg komi at búgva. Sjálvandi, Koyr
á KÍ, svarar Joaquin á føroyskum.
Sjáldsama
Maldonado-brúgvin
Vit skulu dvølja við eitt ferðamál
í Uruguay í hesum partinum. Í
Punta del Este, sum er »Monako«
í Suðuramerika liggur ein sera
sjáldsom brúgv, sum verður nevnd
Maldonado-brúgvin. At koyra eftir
Maldonado-brúnni er næstan,
sum at koyra rutsjibanan í Tivoli
í Keypmannahavn. Tá ein sær
brúnna frá einari ávísari frástøðu,
so er hon rættiliga sjáldsom og
hugvekjandi, sum myndin í greinini
eisini vísir. Fyrst koyrir man eitt
sindur í mótbrekku, so minnir tað
næstan um eina stóra bungu,
sum kann taka bilin upp frá. So
verður koyrt í undanbrekku, og
so er mótbrekka aftur, og so enn
ein bunga. Barnsligir, sum vit
eru, so máttu vit sjálvandi testa
tað stuttligu Maldonado-brúnna
nakrar ferðir. Tað lítla sjáldsama
landið í Suðuramerika hevur eisini
eina sjáldsama brúgv. Í 10. og
seinasta parti fara vit at nema
við radiosendingarnar vit fara
at hava úr Uruguay á Rás2.
Heri Simonsen
Seyðasýning í Smiðjuni