hósdagur 27. mars 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014
10
VIKUSKIFTI
Alment innlit
og alment
Heldur enn at herða lógina um alment innlit og steingja almenna
umsiting fyri meira innliti, eigur almenni sektorin at verða latin
meira upp, skrivar Gestur Hovgaard í hesum kjakuppleggi
press og stress
Kjak
Gestur Hovgaard
post@sosialurin.fo
Tað er fullkomiliga skeivt at herða
innilitslógina og steingja almenna
geiran enn meira fyri innliti, tí um
sitingin sambært landsstýrismann
inum í vinnumálum líður undir stórum
trýsti. Talan er í veruleikanum um eitt
trýst, sum botnar í heilt øðrum viður
skiftum, millum annað reform-mani frá
politikarunum sjálvum. Økt press og
stress kunnu vit eisini best fyribyrgja
við at koma burturúr tí køvandi
stýringsmani, sum hevur eyðkennt
almenna umsiting seinastu nógvu árini,
og tað er at lata almenna sektorin upp,
heldur enn at stongja hann niður.
Alment innlit er
ikki trupulleikin
Johan Dahl endurtekur síni argument
á in.fo tann 21. mars: tað er ov trupult
at samskifta millum sentralumsiting
(landstýrismann) og aðrar partar av tí
almenna, harundir stovnar av meiri og
minni partafelagslíknandi slagi. Eisini
hava embætisfólk sínámillum trupult
við at samskifta og føla seg trýst í
sínum arbeiði av hesum stóra opinleik
anum í almennu umsitingini.
Tað kundi verið áhugavert, um
Johan Dahl greiddi ítøkiliga frá, í
hvørjum førum hann heldur tað vera
neyðugt at útiloka møguleikarnar fyri
almennum innliti, tí tað hevði styrkt
munandi um hansara argument.
Ella kanska embætisfólkini sjálvi út-
talað seg um, í hvønn mun tey føla seg
trýst?
Fyri at stuðla sínum argumentum
vísir Johan Dahl til donsku lógina um
alment innlit. Hann gloymir tó at nevna,
at nýggja danska innlitslógin er tann
mest afturlatna í øllum Skandinavia,
og nógvir serfrøðingar hava ikki
lagt fingrarnar ímillum, tá teir hava
kritisera demokratiska undirskotið í
lógini. Serliga reglan, ið Johan sjálvur
tekur fram sum eitt positivt dømi, tann
um at innlit kann steðgast um tað er
ov krevjandi, var helst mest kritiseraða
greinin. Tað varð hon, tí talan er um
eina gummiparagraf, har tað verður
latið upp til makthavaran at avgera,
nær ein innlitsumsókn er ov krevjandi
og tískil kann verða avvíst við hesum
argumentið sum undanførslu.
Í spurninginum um almenn parta
feløg brúkar vinnumálaráðharrin ikki
donsku lógina sum argument. Kanska
er tað tí, at danska lóggávan leggur upp
til økt innlit í almenn partafeløg, ikki
minni innlit. Sum er, gevur føroyska
lógin ikki innlit í almenn partafeløg, og
at hetta heldur ikki skal verða so verður
begrundað, tá Johan sigur: »Hinvegin
kunnu almenn partafeløg fylgja øðrum
reglum um góðan leiðslusið, brúka
dygdarskipanir o.a. og verða opin í
øllum fyri kundan týðandi málum.
Eisini hevur partaeigarin møguleika
at seta spurningar um øll viðkomandi
viðurskifti í felagnum.« Hetta argu
mentið er heilt av lagi, tí her blandast
saman tvey heilt ymisk viðurskifti,
demokrati og umsiting, har borgarin
verður reduseraður til ein »kunda«,
og demokrati gjørt til ein spurning um
leiðslusið og dygdarskipanir.
Alment stress og press
– Nakrir pástandir um væntandi
opinleika og demokrati
Júst í nevndi redusering av borgar
anum til ein kunda og av demokrati til
umsiting, liggur forkláringin uppá tað
press og stress, sum sentralumsitingin
sambært Johan Dahl líður undir. Eg
vil pástanda, at henda diagnosan er
galdandi fyri almennar stovnar sum
heild, og skal geva 3 forkláringar.
Politisering av
sentralumsitingini
Lat meg byrja við sentralumsitingini,
ið eftir øllum at døma hevur stórar
trupulleikar av innlitsumbønum. Men
kanska forkláringin uppá press og
stress heldur liggur í broyttum viður
skiftum millum politiska leiðslu og
embætisførslu. Embætisfólkini hava
sum grunduppgávu at umsita rætt og
rímiligt, umframt at búna politiskar
tankar til tað, sum er skilagott. Nú
hava tey eisini fingið til uppgávu at
vera »strategar« hjá politisku leiðsl
uni, t.e. at fremja mál, ið eru politiskt
avgjørd frammanundan. Fyrra upp
gávan merkir, at embætisfólkini
brúka sín fakliga kunnleika at finna
skilabestu loysnina. Seinna uppgávan
merkir, at skilabesta loysnin er funnin,
og at embætisfólkini skulu finna argu
mentini fyri henni. Hetta gevur tveir
trupulleikar. Tann fyrri er, at hóast
tey hava fingið øktar byrðar sum
»politiskir strategar« (uttan harvið at
leggja tey undir at vera politiskt litað,
tí tað er als ikki meiningin), so hvørva
tær klassisku uppgávurnar tó ikki.
Tann seinni er, at tey koma alt ov ofta
í andsøgn við seg sjálvan, tá politisku
harraboðini siga eitt, og teirra fakkunn
leiki sigur nakað annað. Tí er onki løgið
í, at sentralumsitingin verður stressað
og pressað, og tað merkist óivað út á
stovnarnar eisini, men hevur bara onki
við alment innlit at gera.
Politisk broytingar-mani
Onnur forkláringin er, at tað nú í nógv
ár er farin fram ein meira ella minni
ógrundað og í fleiri førum vitleys um
skipan av tí almenna sektorinum. Vit
hava sæð samanleggingar, niðurlegg
ingar, umleggingar, privatiseringar og
lisiteringar uttan neyðugt umhugsni
og nærlagni, t.e. neyðugu opnu og
demokratisku viðgerðina. Sum eitt
dømi av mongum loyvi eg mær at
sitera Elina Heinesen: »Í 2006 høvdu
vit eitt útflutningsráð, sum varð rópt
Menningarstovan, og vit høvdu Ferða
ráð Føroya. Bæði stovnar undir Vinnu
málaráðnum. So blivu hesi ráð løgd
saman og blivu til SamVit í 2007. So
bleiv SamVit lagt saman við Uttan
ríkisráðnum í 2009 – ella rættari:
hvarv onkustaðni har í rokanum.
So bleiv Uttanríkisráðið lagt saman
við Løgmansskrivstovuni eftir valið í
2011 og bleiv til Uttanríkistænastuna,
meðan ferðavinnan reyk yvir til Vinnu
málaráðið aftur. So bleiv eitt nýtt
Ferðaráð stovnað í 2012. Og nú skal
eitt Útflutningsráð stovnast enn eina
ferð – kanska longu nú í 2013. Vit eru