Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014 11 VIKUSKIFTI sostatt aftur akkurát sama stað, har vit byrjaðu... »back to scratch«.« Eg ivist ikki í, at starvsfólk á hesum, um­framt øðrum reform-raktum aðal­ráðum og stovnum, hugsað nøkulunda soleiðis: her er alt broytt, men onki er broytt allíkavæl, annað enn øktur ótrygg­- leiki, og tí bæði meira press og meira stress. »Privatisering« av stovnunum Triðja forkláringin er, at almennir stovnar eru privatiseraðir i yvirførdum týdn­ingi. Ráðandi tankagongdin er, at tað almenna pr. definitión er bureau­ krat­iskt og óeffektivt, men tá tað ikki kann gerast privat (t.e. skapa profit via ein marknað), so kann tað ger­ast til nakað privat »look-alike”. Para­ doksið er, at hóast á pappírinum ólíkir, so verða almennir stovnar, við og uttan partafelagsheiti, stýrdir eftir somu manage­ment-prinsippum. Við tað mein­ast, at stovnarnir fáa so­kall­ aðar sterkar leiðslur, t.e. leiðslur ið á pappír­inum megna »handlikraft«, »broytingar­hug« og – ikki minst – »neyva budgett­stýring«. Alt skal setast upp í mál, sum skulu røkkast, og hesi skulu kunna mátast og vigast fyri at rokna produktivitetin út. Eg vági tann pástandin, at hóast hetta nýggja management, so er úrslitið í stóran mun hvørki blivið betri, tíansheldur effektivari. Tvørturmóti er skapt eitt top-down og málstýringsveldi, ið alt eftir stovni, hevur: 1) flutt stórar resursir frá útinnandi uppgávum til leiðsluuppgávur, hetta fyri at uppala starvsfólk til nýggjar tíðir. Í nærum religiøsum yvirtónum verður stór orka løgd í at arbeiða við visjónum og missiónum, við strategium og málsetningum, við identitetsskapan, positivhugsan og annað uppalandi í nýggju framleiðslumentanina. 2) Í hesi nýggju framleiðslumentan verður fokus flutt frá endamáli til bara mál. Mun­urin er, at endamál fokusera uppá fakligheit, grunduppgávur og at tæna brúkara/borgara, meðan mál eru teknisk, stuttsiktaði og tæna leiðslu/ fíggjar­veitara. Tað er hendan mál­foku­ sering, ið ger, at stjórin í Posta kann fáa oman­fyri 100.000 krónur í løn um mán­aðin (mál), samstundis sum ein bilverk­staður skal brúka 10 dagar at fáa eitt bræv fram til ein kunda í somu bygd (endamál) (dømi spottað á Fjes­bókini fyri nøkrum døgum síðani). Tað er sama málfokusering ið ger, at fólk í fullum álvara takast við at máta tíð­ina at vaska eina wc-kummu og skifta eina blæu, heldur enn tað, at ein pensjónistur hevur tørv á um­ sorgan. 3) Úrslitið er m.a. ein passivitets­ mentan millum fakfólk, t.e. tey sum møta borgaranum. Hetta skyldast, at tey eru frátikin fakliga individuella ávirkan og ábyrgd, men skulu liva upp til kvantitativ budgett- og resultatmát, sum tey oftast føla seg fremmandagjørd í mun til. Við passivitetsmentan meinast ikki, at fólk ikki gera sítt arbeiði, tí tað er ikki tilfeldið. Men tá álit er blivið til krøv, tá ávirkan er blivin til mekanikk og umsorgan til kontroll, tá eru reiðskapini til at gera ein veruligan mun vekk, og tað gevur bæði press og stress. Vegurin úr pressi og stressi er opinleiki Í hvønn mun mínar metingar omanfyri eru rættar ella ei, má tann alment ansetti sjálv(ur) meta um. Men tær orsøkir til alment stress og press, ið Johan Dahl rætt nokk peikar á, hava heilt aðrar orsøkir enn borgarans demokratiska rætt til innlit í tað, borgarin sjálvur eigur, figgjar og stendur til svars fyri. Svarið uppá press og stress vita øll, tað er ikki at stongja av, men hinvegin at lata upp. Tí eiga vit heldur at arbeiða fram ímóti: • Einum almennum sektori, har borgarin fær øktar møguleikar til demokratiska luttøku, tí innlit og onnur demokratisk ávirkan er ikki bara ein útreiðsla, tað er uppaling til sam­ felagsmedvit og ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Tað er ein lívsformur í luttøku og samvirkan, sum stuðla undir menn­ ing av lokalsamfeløgum, marknað­ um og nýggjum møguleikum. Eisini embætis­fólk eiga sjálvandi at hava mun­andi møguleika at úttala seg, og politisku leiðararnir eiga at vísa í verki, at teir virða henda rættin, tí alt ov nógv al­menn starvsfólk tora heilt einfalt ikki at úttala seg. • Einum almennum sektori, har gjáin millum leiðslu og fakfólk verður tipt. Her kann tað almenna læra nógv av modernaði privatari virkisleiðslu, tí hesar hava langt síðani funnið út av, at vegurin fram er at lata talentini, eld­sálirnar og tey fakliga dugnaligu fáa møguleikan at útfolda seg. Heldur enn at stýra okkara almennu stovnum eftir bókhaldsprinsippum, so mugu vit tora at geva ábyrgd og álit aftur til tey, sum »arbeiða á gólvinum«. Hví skal tað almenna ikki eins væl og tað privata hava mekanismur og skipanir fyri, hvussu talent, eldsálir og ser­liga dugnalig fakfólk kunnu út­ folda seg! Hví ikki skapa rúmd fyri at tvætla, eksperimentera og erfara! Hví ikki í nógv størri mun inndraga borgar­an/brúkaran í nýskapanina. Tey, sum kenna til tað, vita, at í slíkum mekanism­um liggur keldan til hálovaða orðið innovatión, og innovatión verður skapt eins væl í almennum sum í privat­um regi. Tað vita øll uttan tey ideo­logiskt forstokkaðu. • Einum almennum sektori, har grundarlagið millum alment og privat, millum demokrati og marknað, verður granskað, kjakað og ment út frá einum upplýstum orðaskifti og ikki ideologiskum forskriftum. Í alt ov stóran mun verður tað almenna gjørt til nakað forbrúkandi, meðan tað privata verður gjørt til tað skapandi og vinnandi. Sum um útbúgving, barnarøkt og heilsuviðgerðir ikki skapa virði og í veruleikanum eru garanturin fyri, at privat virksemi kann lata seg gera! Ideologi av hesum slagi køvir neyðuga kjakið um, at tað finst alment virksemi, sum partvíst ella heilt kan privatiserast, men ikki minst, at tað finnast flest møguleikar fyri okkum øll, har alment og privat virksemi samvirka.