hósdagur 27. mars 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014
12
VIKUSKIFTI
hevur verið
ávegis í 20 ár
18. apríl gevur danski bólkurin Littlefish, við føroyska trummaranum
Fríða Øster, sína fyrstu fløgu út. Á fløguni samstarvar bólkurin
við millum annað Tim Christensen, ið bæði syngur, spælir við
og hevur hjálpt við at leggja tónleikin til rættis
tónleikur
Niels Uni Dam
nud@sosialurin.fo
Tað eru 20 ár síðan, at sangarin Henrik
Berger stovnaði bólkin Littlefish saman
við millum annað bassleikaranum
Dennis Andreasen. Bólkurin spældi
sína fyrstu framførslu í Det Bruunske
Pakhus
í Fredericia í 1994. Hetta var árið,
tá Edmund Joensen gjørdist løgmaður
í Føroyum, John Petersen gjørdi 22 mál
í 22 dystum fyri GÍ, Kurt Cobain doyði
og Justin Bieber varð borin í heim.
Í 1999 hittu teir føroyska trummaran
Fríða Øster, ið hevur verið limur í
bólkinum líka síðan. Men hóast teir
hava spælt nógv og skrivað útivið 100
sangir hesi árini, náddi Littlefish at
gerast 20 ára gamal, áðrenn fyrsta út
gávan »The Gordian Knot« nú verður
givin út.
Fríði Øster greiðir frá, at tað eru
nógvar ymiskar orsøkir til, at tað tók
so nógv ár at fáa útgávuna lidna.
– Ja, tað er ein long søga, fyrst og
fremst hava vit ikki fingið ein útgávu
sáttmála, ið vit hildu vera nóg góðan
fyrr enn nú, og so er nógv annað, t.d.
hava vit búð í ymiskum býum, og tí
er tað torført at samskipa tað, greiðir
Fríði frá.
Bólkurin hevur í fleiri umførum,
spælt demoir inn, ta fyrstu í 2004, men
eingin av hesum er útgivin. Hesa út
gávuna byrjaðu teir at spæla inn í 2008,
og hon varð ikki liðugt innspæld fyrr
enn farna heyst.
Bassur spældur 3 ferðir
– Vit hava fleiri ferðir havt steðg í
upptøkunum, fyrst fór bassleikarin úr
bólkinum, og vit fingu ein annan, ið
so spældi allan bassin inn av nýggjum.
Men so spurdi Dennis, ið er upprunaligi
bassleikarin, um hann kundi koma við í
bólkin. Hann fór upprunaliga burturúr
í 2002, av persónligum ávum, men var
nú klárur at koma aftur. Hann er ikki
bara ein av stovnarunum, men eisini
ein vinmaður hjá okkum, so vit koyrdu
hin bassleikaran burturúr, og so hevur
Dennis spælt bassin inn eina triðju ferð,
sigur Fríði.
Hann er tó glaður fyri endaliga
úrslitið og er spentur at vita, hvussu
móttøkan fer at vera.
Tí the Gordian Knot er 11 vælsneiddir
rokksangir, sum bæði krevja pláss og
fevna um ein feril av sorgblýdni. Her
er okkurt til mannfólkini og okkurt til
konufólkini, sigur Fríði.
Tim Christensen spælir við
Fyritreytirnar fyri at fløgan skal gerast
ein, ið fólk varðnast, eru góðar, tí við
sær á útgávuni hava Littlefish eitt tað
størsta danska tónleikanavnið, Tim
Christensen, ið hevur givið sítt íkast
til fløguna og framleitt sangvokalin
í Medley upptøkuhølunum. Tim
Christensen syngur eisini kór á fleiri
av løgunum og spælir mellotron, ið er
eitt serligt slag av urgu, ið spælir sum
eitt heilt orkestur, við øðrum orðum eitt
slag av eldri ljómborði.
– Vit kenna væl Tim, og tá vit skuldu
í upptøkuhøli, so vildi hann gjarna við.
Vit møttu honum fyri nógvum árum
síðan, tá vit tóku eina demo upp í
Medley, og hann og Henrik sangarin
hjá okkum gjørdust beinanvegin væl,
og Tim kom aftur at vitja, og síðan eru
vit vorðnir vinmenn, greiður Fríði frá.
Tim Christensen var við bólkinum
í venjingarhølinum áðrenn farið var í
upptøkuhølið, her hjálpti hann millum
annað við at leggja ræddirnar til rættis.
Roynt samstarv
Løgini eru innspæld ymisk støð.
Trummur og sangur á fimm av løg
unum eru innspæld í tiltiknu Medley-
upptøkuhølunum í samstarvi við Søren
Andersen. Bass, gittar og vokalur til
eitt av løgunum er innspælt í InHouse
Studio, meðan restin av vokalinum
tikin upp í venjingarhølunum hjá
Littlefish.
Fløgan er ljóðblandað av Tim H.
Andreansen, sum hevur ljóðblandað
eitt nú Mew og Tim Christensen, og
mastrað av Emily Lazar, sum hevur
samstarvað við til dømis Foo Fighters,
Depeche Mode og David Bowie.
Tað er Tutl, ið gevur fløguna út
saman við Littlefish, og Fríði sigur, at
hetta er ein avleiðing av, at danska tón
leikavinnan er so rotin.
– Vit hava tosað við fleiri plátufeløg,
men eru ongantíð vorðnir samdir við
nakað felag, tí avtalurnar, ið vit hava
fingið boðið, eru slett ikki nóg góðar.
So valdu vit at royna í Føroyum, og her
fingu vit eina avtalu við Tutl, sum vit
eru nøgdir við, sigur Fríði.
Livir av tónleiki
Fríði Øster er sonur gittarsnillingin
Ólav Øster. Hann hevur búð í Dan
mark síðan í 1996. Á føroyska tón
leikapallinum hevur Fríði m.a. spælt
við bólkum sum Kjølar, Utopia, MC-
Hár, Lisa Sær Dupult og Ikaroz. Hann
hevur eisini í fleiri umførum spælt
saman við pápa sínum, tá hann hevur
verið í Føroyum.
Fríði er yrkistónleikari burturav, lut
víst við at spæla í Littlefish og øðrum
bólkum, ið sambært Fríða nokk kunnu
lýsast sum at spæla til dans. Harum
framt undirvísir hann í trummuspæli.
Hann býr í Fredericia, har hann
trívist væl.
– Ja, eg búði í Keypmannahavn
nøkur ár, tí eg væntaði, at hava meira
at gera við tónleikin, enn eg hevði í
Fredericia, men mær dámdi nógv betur
tónleikapallin í Fredericia, so eg flutti
heim aftur til Fredericia, og her hava
vit tað gott.
Nýggja fløgu skjótt
Fríði sigur, at í løtuni leitar bólkurin
eftir spælingum og leggja síðstu hond á
eina konsertferð í Danmark. Fríði dylir
heldur ikki fyri, at teir kundu hugsað
sær, at komið heim til Føroyar at spælt.
Men veit eisini, at hetta kann gerast
trupult í ár, tí fløgan kemur út so stutt
uppundir summarfrítíðina, men vónin
er, at komandi ár skal spælast á onkrum
føroyskum festivali.
Ætlanin er, at fara í upptøkuhølið
skjótt aftur, og spæla inn eina nýggja
útgávu, tí bólkurin eigur so øgiliga
nógv tilfar.
– Hesaferð skal tað ikki taka 20 ár,
flennur Fríði.
The Gordian Knot kemur út 18. apríl
2014 sum LP, fløga, á Spotify og iTunes.
fløgan