Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 37 · 28. mars 2014 15 VIKUSKIFTI hjá Jákupi. Hann giftist við Julionnu Malenu Rasmussen, Norð í Stovu, á Kirkju. Tey fingu sjey børn. Ein meira kendur Gulak Jacobsen, sum gjørdist prestur í Hvalba og seinni próstur, var av Kirkju. Tað kundi verið áhugavert at vitað, hvør gentan í Svínoy var. Um onkur veit tað kundi við­komandi sagt frá. Torv Gerandisdagurin hjá okkum var so ótrúliga nógv øðrvísi enn í dag. Bert eitt dømi er torvið. Torvheiðarnir blivu lagdir sundur tað, eg minnist. Hvørt hús hevði eitt vist øki at skera torv í, tað var í Bergstriðingi og Eystfelli, har tað nógva torvið varð skorið. Eitt lítið sindur var skorið við Skarðsvík. Tað varð byrjað at skera torv í mai. Byrjað var í neðra. Teir skóru fyrst smátt, tað kundi brenna tíðliga. Tað skóru teir við soppinum í neðra. Tað fyrsta eg minnist, skóru teir bøkk­ar­nar niðurfrá. So kundu teir skera 1 til 3 breiddir av torvi. So løgdu teir bøkkarnar niður yvir aftur, fyri at tað kundi grasa aftur. Tá tað leið longur út, so fóru teir niðan eftir. Uppi á Fjalli har var trupult at skera í mai. Kom frost spiltist torvið, og tað kundi væl koma fyri. Hendi tað, so lagaðu teir uppí bakkar, so frysti tað bara uttan. Teir skóru nógv torv, frá 100 uppí 150 leypar fyri húsar­ haldið. Tað var nógv svart at síggja, tá ið alt torvið var útbreitt i haganum. Vanliga skar ein maður 30-40 leypar um dagin. Konurnar og tey hálvvaksnu børnini bóru burtur. Tær kundu leggja 2 - 3 torvur á hvønn armin. So at breiða út, har sum góður vøllur var. Tá tað var liðið longur út, og torvan hevði fingið skorpu, tá fóru tey niðan at reisa. Tey settu eina torvu uppá kant við tí váta úteftir. So løgdu tey eina omaná við tí váta uppeftir. Soleiðis stóð torvið, til tað var borið inn. Hvussu skjótt hetta var kom alt ann uppá terran. Eitt árið var alt torvið komið inn á jóan­søku, tá hevur verið nógv sól. Tá ið torvið skuldi berast inn fóru øll hús­ fólkini, sum orkaðu, vaksin sum børn, niðan í hagan at hjálpa til. Tá høvdu tey primus við sær at kóka drekka, so hetta vóru hugnaligir dagar, eisini at kunna hoyra fuglin láta. So var tað at ganga eftir torvi. Hetta kundi vera strævið, um bert ein maður var í hús­ inum. Tað kundi farast eftir torvi tríggjar ferðir um dagin, men teir lagaðu eisini stórar flógvar av torvi heima við hús. Fleiri hús fóru at skera torv yviri i Dal. Okkurt hús hevði ein mann úr Svínoy at skera fyri seg. Lønin var sum fyri hoygging eitt lamb. Haðani mátti torvið førast við báti. Bátar­ nir vóru so smáir, 4-mannafør, og teir kundu føra einar 3-4 bátar um dagin. Tað vóru eisini onkur hús, sum skóru torv yviri á Svínoyardali. Í Svínoy var torvið kent fyri at vera sera gott. Undir krígnum vóru tað tey flestu sum gjørdu tað. Hetta var serliga stríggið, tó torvið skuldi førast um Svínoyarfjørð. Torvkassa høvdu øll hús at goyma torv í. Her var eisini annað brennbart koyrt í sum pappír og slíkt. Eg var seinasti maður í Hattarvík, sum rindaði torvleigu fyri torvskurð Handar Hálsar í Svínoy. Tað var í 1963. Gjaldið var átta krónur. Hetta við torvi helt á fram til 60-árini. Tá fóru fólk at brúka kol, og eitt sindur av torvi afturat. Seinni aftur kom ravmagnið, og tá vórðu elektriskir ovnar brúktir. Nú skuldi bert trýstast á ein knøtt! Tá varð avlagt at nýta torv. Kornvelting So var tað kornvelting. Fyrst eg minnist vóru bara tvey hús sum veltu korn. Men tá vit komu út til 40-árini við krígnum vóru tað fleiri, sum fóru at velta korn, og tað kundu vera nokk so stórir akrar. Tað var byrjað at loysa til akurs í mars. Tá ið apríl var byrjaður, var farið at bera tøð, og tað var liðugt at velta út móti summarmála. Tá fóru teir at sáa, og tað var skikkur at hava eitt egg niðast í ílatinum. Síðst í september byrj­aðu teir at skera akurin. Tað var skorið niðri við rótina. Teir tóku um so mikið av øks, sum teir fingu í eina hond og skóru. So blivu teir við at skera, til tað var nóg mikið til eitt bunti. Buntini lógu í rekkir, og tey blivu so borðin inn í hjallin, tá ið liðugt var at skera. So fóru teir at ripa aksini frá. Tað, sum tá var eftir, varð so aftur lagt í buntir. Tað var rópt hólgar, sum blivu brúktir at tekja við. Men teir hildu ikki leingi, ein 1-2 ár. So lá kornið í hjallinum, til fjallið var lið­ ugt, tá skuldi tað turkast i sornhúsinum. Tað varð lagt í erva í sornhúsinum. Sornkonan var uppi á og tók ímóti, og hon breiddi tað so út um. Tað var ójavnt sum kornið var, og Hattar­vík var ikki nakað gott kornpláss. Tá ið alt var borið uppá, so varð eldur kyndur. Tað skuldi helst vera gott torv sum vermdi væl. Tað var sitið inni i sornhúsinum so leingi tað logaði. Tá ið eldurin so var sløktur, breiddi teir útyvir ljóaran. Tá ið seinasti eldur varð kyndur, samlaðust nógv fólk, mest tey yngru i sodnhúsinum. Tá kundu tey spæla ymiskt sum at bera upp gátur. Tá farið varð til hús og eldurin var sløktur, bleiv alt tilskalkað, so eingin varmi skuldi sleppa frá. Um morgunin fór konan tíðliga upp, hon kyndi aftur eld. Tá ið hann so var avlogaður, fór tær at lata av sorninum. Tær høvdu tvey treskitrø. Tær fyltu uppi eitt trog og stoyttu so niður á gólvið, so løgdu tvey seg at treskja, at banka tað sundur. Tað var tá so turt, at dumban skiltist frá korninum. Tá tað var liðugt at banka sundur, bleiv tað so hvørt feiað uppi eitt horn. Tá hetta var liðugt, fóru tey at tína, at skilja dumbu frá korni. Tá ið alt hetta var liðugt, bóru tey altíð morgunmat oman í sodn­húsið. Tá ið børnini vóru komin á føtur, so fóru tey við eplum at biðja sornkonuna um at steikja tey í øskuni. Tá smakkaðu tey ógvuliga væl. Ein mylla var í Hattarvík fyrst eg minnist. Hon bleiv sett í stand undir krígnum, so har varð kornið malið. Tað bleiv so bakað til drýl, og tað smakkaði eisini væl. Korn kom eisini sendandi út her undir kríg­num. Tað kom í 200 punds sekkjum. Vit fingu tveir sekkir, og tað bleiv goymt úti undir á loft­inum. Árant í Innistovu plagdi tá at mala fyri fólk. Komandi partur: Komandi partur við Símun verður verður um tvær vikur. Tá verður millum annað greitt frá óðum tarvum. Í komandi viku verður ein havnarsøga. Í Bertriðingini sæð út móti Krossi Foreldrini hjá Símuni, Gulak og Petra