Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Marjun Dalsgaard – Eg fekk eitt sjokk, so fór eg at skríggja, so fór eg at gráta. Anthony bleiv eisini púra frá sær sjálvum og fór at blaka blómur av pallinum, sigur ein ovurfegin, men troytt Jas­min Dahl. Hon hevur havt úr at gera, síðan hon vann X-Factor fríggjadagin. Øll vilja tosa við hana, og tað er alla tíðina onkur, sum ringir ella skal taka eina mynd. Tá vit fáa fatur á henni, situr hon á eini matstovu saman við Billed Bladet. Men tað er í lagi, sigur Jasmin. Hon má tó lika stilla upp til eina mynd, áðrenn hon fær tosa. Jasmin hevur ein serligan tokka til Føroyar og heldur, at tað er stuttligt, tá føroyskir miðlar ringja. Hon skilir føroyskt og tosar eisini føroyskt. Kenni meg sum føroying "Ja, eitt sindur", svarar hon á føroyskum, tá eg spyrji um hon tosar føroyskt. 15 ára gamla Jasmin Dahl er uppvaksin í Høje Glad­sakse og tosar flótandi danskt, men kennir seg sum før­oy­ing og vil gjarna búgva í Føroyum í nøkur ár. ­– Tað hevði eg væl kunnað hugsað mær. Eg eri hvørt ár í Føroyum. Eg elski Føroyar, og eg kenni meg sum føroying, sigur hon. Pápin er afrikanari og býr í Sudan, so hon er upp­ vaks­in í føroysku familjuni í Danmark. Mamman, Hanna, er úr Vági. Abbin, Magn­ us Dahl, býr eisini í Keyp­ mannahavn og undir­vísir á Ros­kilde Universtiteti. Jasmin vil gjarna til Før­ oyar at upptraðka. – Eg vóni, at vit koma til Føroyar. Eg havi spurgt, um vit ikki kunnu sleppa, so kanska vit koma til G festivalin ella Summarfestivalin, sigur Jas­ min. Sjálv hevur hon verið til bæði G festival og Summar­ festi­val, sum áskoðari. – Eg havi verið tvær ferðir til G festival og tvær ferðir til Summarfestival, sigur Jas­min. Vil búgva í Føroyum Jasmin kundi væl hugsa sær at búð í Føroyum, men tað velst um, hvat tónleikurin fer at geva av sær nú, so tað er eittsindur ringt at meta um. – Eg hugsi, at um vit fáa nógv at gera við tónleikinum, so er tað kanska best at búgva í Danmark ella onkra aðrastaðni, sigur Jasmin. Nú skulu hon og An­ thony til Los Angeles at ar­beiða saman við kenda tón­leikara­framleiðaranum, John Shank. So má tíðin vísa, hvat tað førir við sær. Danmarks Radio og Sony Music hava lagt samstarvið til rættis. Hon hevur longu staði á palli við einum av stóru nøvnunum í Danmark í løtuni, Cristoffer og tað var ordiliga feitt. Hetta er fantastiskt! Skúlin má bíða - nú fari eg at njóta hetta, sigur Jasmin Dahl, sum er 15 ár og hevur vunnið X-Factor. Hon hevur haft úr at gera síðna fríggjadagin og næsta stig er Los Angeles, har hon og Anthony skulu arbeiða saman við kenda tónleikaframleiðaranum John Shanck – Eg fekk eitt sjokk, so fór eg at skríggja, so fór eg at gráta. Fríggjadagin vann Jasmin Dahl X-Factor