mánadagur 31. mars 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
– Tað var feitt. Hann er
øgiliga fittur og vinarligur,
sigur Jasmin.
Blachman táraði
Jasmin hevur verið sera glað
fyri sín mentor, Thomas Blach
man, sum er ein tann mest
umstríddi persónurin innan
X-Factor við sínum kontanta
stíli og serliga lyndi. Eitt tað
fyrsta, hon segði, tá hon hevði
vunnið var, at Blachman hevði
nógv at siga fyri hana. Hon er
eisini tann fyrsta sum tryggjar
Blachman ein sigur, eins og
hetta er fyrstu ferð nakrantíð,
at ein bólkur vinnur. Í so máta
skrivaðu AtnhonyJasmin og
Blachman søgu fríggjakvøld
ið.
– Blachman er sera fegin.
Eg haldi, at hann táraði, sigur
Jasmin.
Blachman hevur fyrr verið
øgiliga illur inn á føroyingar
og kravdi einaferð, at sms-
sambandið til Føroyar skuldi
sløkkjast. Tað heldur hann
ikki longur.
– Nei, tað heldur hann ikki
meira - hann er øgiliga góður
við føroyingar, sigur Jasmin.
Skúlin má bíða
Tað er sjálvsagt nærliggjandi
at hugsa um, hvat hendir við
skúlanum hjá 15 ára gomlu
Jasmin, og tað er eisini ein
spurningur, sum hon hevur
fingið ofta. Men Jasmin ætl
ar ikki at lata seg stressa um
skúlan.
Hon er ikki í iva um, at
hon fer at gera skúlan lidnan,
men tað kemur aftaná, sigur
hon.
– Mamma sigur, at tað er
av týdningi, at eg njóti hesa
tíðina. Hitt kann altíð koma
aftaná, fortelur Jasmin.
Hon er troytt og hevur
næstan einki sovið í seinast
uni, men heldur sær uppi við
hjálp av adrenalininum, sum
enn koyrir í kroppinum.
– Vit vóru til eina stóra
veitslu í DR býnum alla
fríggjanáttina, tá X-Factor
var liðugt, so eg havi ikki
sovið í nógvar tímar, sigur
Jasmin.
Her
kundu
tey
slappa av og stuttleika sær
saman eftir eina harða tíð við
kappingini. Men framførslan
gekk væl fríggjakvøldið, held
ur Jasmin.
– Nei, einki gekk galið –
tað gekk sum tað skuldi. Tað
var feitt at standa á pallinum,
sigur Jasmin.
Hon er ovurfegin um, at
hon hevur vunnið og biður
heilsa øllum føroyingum.
– Send eina heilsan frá
mær – sig 1000 takk og eg
elski tykkum, sigur Jasmin.
marjun@sosialurin.fo
Skúlin má bíða – næsta stig er Los Angeles har Jasmin og Anthony skulu arbeiða
saman við kenda tónleikaframleiðaranum John Shank
– Eg haldi at Blachman
táraði, sigur Jasmin