mánadagur 31. mars 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Í sambandi við, at stýrið fyri
grunninum Mentanarhúsið
í Klaksvík helt ársfund í
býráðshúsinum í Klaksvík
leygardagin 29. mars varð av
gjørt at bjóða býráðslimum
og avvarðandi feløgum við
til fundin.
Í stýrinum sita Signhild
V. Johannesen, forkvinna
og Gunvá við Keldu vegna
býráðið, Helga Hilmars Gerða
líð
vegna
Tónlistaskúlan,
Rudolf Joensen vegna Klaks
víkar Sjónleikarafelag, Archi
bald Black vegna Norðoya
Listafelag og Sif Gunnars
dóttir vegna Norðurlanda
húsið.
Grunnurin, sum sá dag
sins ljós 2011, yvirtók Post
húsið á samkomu 8. okt. 2013
fyri kr. 5 mill og skal reka tað
sum mentanarhús, ið hýsir
nevndu feløgum.
Ætlanin hjá býráðnum er,
at býráðið leigar seg inn við
býráðshøll og móttøkurúm
um.
Klaksvíkar
Sjónleik
arafelag við palli, goymslu,
venjingarumstøðum og leik
høll. Eisini skal Klaksvíkar
Tónlistaskúli húsast her við
frálæru síni og listaverkini
hjá
Norðoya
Listafelag
skulu
hava
goymslustað
í kjallaranum, eins og eitt
framsýningarhøli skal vera
í miðhæddini til skiftandi
framsýningar.
Til fundin varð eisini
Niels Halm, sum hevur verið
stjóri í Norðurlandahúsinum
frá 1. feb. 2005 til 1. feb. 2013,
boðin. Hann er settur í starv
í Nakskov við heitinum by
chef, har kommunan, vinnan
og ferðavinnan løna honum
við hvør sínum triðingi.
Ein av uppgávunum hjá
Niels Halm er at skipa eitt
gamalt bókasavn um til eitt
mentanar- og íverksetanar
hús, har so nógvir ymiskir
brúkarar skulu hýsast, sum
gjørligt. So sigast kann, upp
gávan líkist nakað henni á
Posthúsinum.
Orð & Myndir: Dávur Winther
Grunnurin Mentanarhúsið
í Klaksvík ársfund
Grunnurin eigur gamla posthúsið í Klaksvík, sum verður mentanarhús
Niels Halm, sum hevur nógv
ar kenningar í Norðoyggjum
var fegin um møguleikan at
koma henda vegin ein túr
og umframt at geva av hollu
vitan síni, eisini fáa eitt prát
um góðu gomlu dagarnar her
á klettunum.
Hann vitjaði á Grønabóli,
har Archibald greiddi frá
mongu listaverkunum, sum
enn koma undan kavi – Onkur
yviraskilsi bíða eigarunum
av andlitsmyndunum, hann
hevur nýtt sum motiv, uttan
at siga frá, greiddi Archibald
frá við einum smíli.
Eisini vildi Niels sleppa
at síggja ístandsettu altar
talvuna í Christianskirkjuni
og annars heilsa uppá vinir
og kenningar.
Á ferðini avstað aftur
varð lagt at landi í Norður
landahúsinum, har hann sá
myndaframsýningina
við
myndum av Edward Fuglø
úr bókum hansara.
Niels helt tað var undar
ligt at vera aftur í hesum
frálíka og væla húsi, Norður
landahúsinum. Men sum
hann kundi síggja í longu
skránni og sum hann hevði
hoyrt, hevði húsið tað gott
við nýggja stjórnum, Sif
Gunnarsdóttir - og tað gleddi
eisini Niels.
Niels Halm, sum fór av
stað aftur sunnudagin, fara
vit ivaleyst at frætta meira
frá í sambandi við um- og
afturatbyggingina av Post
húsinum í næstum.
Eitt tað fyrsta, sum nú
stendur á breddanum, er at
evna eina byggiskrá til, sum
lýsir hølis- og hentleikatørvin
hjá býráðnum og feløgum,
Klaksvíkar Sjónleikarafelag,
Norðoya Listafelag, Klaks
víkar
Tónlistaskúla,
sum
skulu húsast á Posthúsinum
í framtíðini.
Tað er Signhild V. Jo
hannesen, forkvinna í ment
anarnevnd Klaksvíkar bý
ráðs, sum er forkvinnu í
grunninum Mentanarhúsið í
Klaksvík, ið nú hevur hildið
sín fyrsta ársfund.
Niels aftur á slóðina