Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Ítróttar KLUMMAN ÍTRÓTTARTOYMI Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur E. Jensen Jákup Mørk Politiskt makverk K omandi tvey árini skulu allar vaksnar manningar innan kappróður rógva á 1.000 metrum. Tað var týdningarmesta niðurstøðan á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum. Tað hevur í eina tíð verið tosað nógv um, hvussu áhugin fyri kappróðrinum kann økjast, og longdin á málinum hevur í eins langa tíð verið eitt av kjakevnunum. Eingin ivi er um, at tær ferðirnar, tá flytingin av startinum hevur argað, hevur hetta verið eitt risa irritatiónsmoment hjá bæði rógvarum og áskoðarunum. Dømir eru um, at steðgurin millum róðrar hevur verið alt í verðini ov drúgvur, og í so máta økist undirhaldsvirðið sjálvsagt, nú talan verður um ein og sama start. Tað kann eisini økja um undirhaldsvirðið og spenningin í róðrunum, nú teinarnir verða stytri, tí sjálvandi verður munurin millum fremstu bátarnar eisini tað minni. Og kanska verður tað eisini lættari at manna størstu bátastøddirnar, nú krøvini eru linkað. Hetta skilt soleiðis, at tað sjálvandi er minni krevjandi at rógva ein heldur enn tveir kilometrar. Um avgerðin er røtt ella ikki, kann bara tíðin vísa. Men hon er meira enn bara óheppin, tá tað er ein somikið smalur meiriluti, sum tekur avgerðina. Og tað kann viðføra eina velduga ónøgd og harav demotivering innan róðrarheimin, tá somikið stórar broytingar verða framdar á somikið tunnum grundarlag. Tað er at vóna, at kappróðrarfólk og leiðslur øll gera sítt ítarsta, so hvørt felag og hvør bátur sær er fyri støðugari menning. Men vandin er, um tað nú sita ónøgd fólk í fleiri leiðslum og kanska bátum við. Tá verður tað so sum so við motivatiónini, og tá vildi tað verið betri, um slík kollveltandi avgerð fekk tíð at búnast meira, áðrenn hon varð framd í verki. Gravgangurin eftir at spæla uppá Víking til dystin fríggja­kvøldið var so stórur at Danske Spil valdi at lata møguleikan til at spæla uppá Vík­ing aftur. Sostatt var tað einans møguligt at seta peng­ar uppá ein B36 sigur ella ein javnleik. Í fótbóltspanelinum fríg­ g­ja­dag­in vóru allir trígg­ir við­merkj­ar­ar­nir samdir um at Vík­ingur fór at vinna í Gunda­dali móti B36. Stutta tíð aftan­á at teir høvdu giv­ ið sítt boð, kom eitt sms inn til send­ing­ina um fótbólts­ panelið, at Danske Spil hevði valt at lata dystin millum B36 og Víking aftur, tí grav­ gang­ur­in var so stórur eftir at seta peng­ar uppá Víking. Tað er ikki eydnast at fáa upplýst peningatalið frá Danske Spil, um hvussu nógv­ir føroyingar spældu uppá ein Víkinga sigur. Veruleikin er tó tann, at Danske Spil endaði sum tann stóri vinnarin fríggjakvøldið. Eing­in vann nakrar pengar fyri at tippa á Víking, tí dyst­ u­rin millum B36 og Vìking endaði við javnleiki 2-2. Danske spil læt Víking aftur Tað kom ein skelkur yvir HB skýlið 10 minuttir undan leikloki, tá málverjin Teitur M. Gestsson, noyddist at verða útskiftur við einum skaða. Støðan hendi eftir eitt innlegg, tá tveir KÍ leikarar lupu upp saman við Teitur, har Teitur var ímillum og la eftir á. Tað er ikki greitt enn hvussu álvarsamur skaðin kann verða, men málverjin vónar tað besta. - Tað er ivasamt, hvussu álvarsamur skaðin er. Um eg havi forstrekt eitt liðband í økslini, so er stórur møguleiki fyri at tað skjótt verður gott aftur. - Men um talan er um eitt liðband, sum er slitna í økslini, so er skaðin munandi meira álvarsamur. Alt bendir tó á, at eg havi forstrekt eitt liðband í økslini. Teitur Matras Gestsson fær nærri boð um skaðan í dag, tá HB málverjin skal í røntguna. Tað ljóðar tó at HB hevur víst áhuga fyri eykamálverjanum hjá AB, Heðin Stenberg, um Teitur ikki verður førur fyri at spæla fríggjakvøldið. Ein annar møguleiki kundi verið eykamálverjin hjá B36, Trygvi Askham, men av tí at liðini møtast innanhýsis, kemur hann ikki uppá tal. Sum skilst, so er Símun Rógvi Hansen eisini ein møguleiki. Hann býr í Danmark. sosialurin@sosialurin.fo Teitur fær nærri boð í dag Móti ÍF vann KÍ, tá var stormur. Móti Vikingi vann KÍ, tá var kavarok. Í dag tapti KÍ, og í dag var sól, tað er ikki veðrið vit eru von vid her í Klaksvík ;) (Um HB-KÍ) Róin nýggjur í kappingarnevndini Róin Schrøter er nýggjur limur í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta var samtykt á seinasta starvsnevndarfundi í FSF, sum varð hildin mánadagin 17. mars. Róin Schrøter avloysir Trygva Mortensen, sum fyrr í ár valdi at taka seg úr Kappingarnevndini.