Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Ikki tí at tað trýtur við mál­ um hjá Klæminti A. Ol­sen, men rætt skal vera rætt, eins og Sosialurin skrivaði í dystarfrásøgnini. Tað, at Suni Ernstsson varð skrá- sett­ur fyri at hava gjørt sjálv­mál í heimadystinum ímóti NSÍ hin 22. mars, var neyv­an rætt. Skotið hjá Klæ­ min­ti varð hálvbjargað, Suni Ernsts­son vardi fyri og datt á bólt­in í somu støðu, og bólt­ ur­in smeyg sær í málið. Klæmint fekk seinni tvey mál afturat, og mong mun­du tískil halda, at hann fekk hat­ trikk henda dystin. Tey fingu tó annað at síggja á eitt nú Faroe­soccer, har dómara­seðl­ ar­nir verða avskrivaðir, tí har stóð, at Suni Ernstsson hevði gjørt sjálvál. Broytt Fríggjadagin fekk kapp­ing­ ar­nevnd­in hjá Fótbólts­sam­ bandi Før­oya, sum umsitur dómara­seðl­ar­nar og tess skrá­setingar, teldu­post frá Rúna Gaardbo, dóm­ara í dysti­num, um, at dómara­ bólk­urin eftir nærri prát var kom­in ásamt um, at Klæmint A. Olsen skuldi skrá­setast sum málskjútti. Hetta tók kapp­ing­ar­ nevnd­in til eftirtektar og Klæ­mint A. Olsen, sum gjørd­ist toppskjútti í Effo­ deild­ini í fjør, er nú skrá­sett­ ur fyri málið. Hann hevur harvið skotið seks mál í trimum teimum fyrstu umførunum í ár. Ongar leiðreglur Tað eru ongar orðingar í fót­ bólts­lógini, hvørki út­gávu­ni hjá FIFA ella FSF, sum gera greiðu á nær eitt mál skal skrásetast sum sjálvmál. Nøkur einstøk lond hava tó ásett nakrar leiðreglur í sam­bandi við tulkingina av einum sjálvmáli, men í Før­ oy­um, londunum rundan um okkum og í mongum øðrum lond­um við er reglan tann, at dómarin sjálvur metir um hvat er sjálvmál og ikki. Við strikaða sjálvmálinum á Skála eru tvey sjálvmál skrá­sett í Effodeildini higar­ til. Vit frætta úr FSF, at tað møguliga kann koma upp á tal at fáa nakrar niður­skriv­ aða­r leiðreglur um nær sjálv­ mál skal skrásetast. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Klæmint A. Olsen, sum skeyt 1-0-málið hjá NSÍ á Skála, men í fyrstu syftu ikki varð skrásettur sum mál­skjútti, greiðir okkum so­leiðis frá støðuni. - Andy Olsen kemur ígjøg­num í høgru síðu og leggur síðani bóltin tvørtur­um málið, er eg komi skreiðandi og sparki bóltin í málið umvegis mál­ mann­in – nakað, sum ein sær dag og dagliga í fót­ bólti kring heimin. Mín fat­an er beinanvegin, at eg hevði skorað og samstundis eisini skrásettur fyri málið, men tað helt dómarin ikki í fyrstu syftu og skrásetti málmannin hjá Skála fyri at hava gjørt sjálvmál, sigur Klæm­int. Hann metir tað vera rætt, at dómarin, Rúni Gaardbo, nú hevur broytt avgerðina og skrásett Klæmint sum mál­skjútta. - Eftir at hava hugt eftir málinum fleiri ferðir, haldi eg framvegis, at eg skal skrásetast fyri mál­ið. Málmaðurin hevur ongan­ tíð tamarhald á støðuni og veit ikki ordiliga hvar bólt­ur­in er staddur. Eisini haldi eg, at tá ið bólturin er á veg inn í málið um­ vegis málmannin, so skal áleyparin skrásetast fyri málið. Støðan hevði sjálv­ andi verið in onnur, um ból­turin hevði kós út av vølli­num, ella um málverjin hevði havt tamarhald á bólti­num áðrenn hann fór í málið. So høvdu vit kunna tos­að um sjálvmál, men mín niður­støða er, at áleyparin í hesum førum altíð skal skrá­setast fyri málið, sigur Klæm­int. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Suni Ernstsson, málverji hjá Skála, varð í fyrstu atløgu skrá­settur fyri at hava gjørt sjálv­mál í 1-0-málinum hjá NSÍ leygardagin 22. mars. Hann heldur, at tað væl er møgu­ligt, at hann gjørdi sjálv­mál. - Bólturin kemur innfyri, Klæ­mint fær fótin á bóltin og í grundini bjargi eg bólti­ num. Men í tí sama fari eg út av balansu, eg detti og bólt­ ur­in rakar baklærið og fer í mál. Eg veit ikki, um tað er sjálv­mál, men í síðsta enda er tað eg, sum koyri bóltin í mál­ið, sigur Suni. Suni metir tað vera ótrú­ ligt, at dómarin, Rúni Gaard­ bo, sá hvat hendi í støðuni. - Eg skilji væl, at eg varð skrásettur fyri sjálvmálið, men eg skilji ikki, at hann hev­ur sæð hvat hendi. Tað gong­ur so skjótt fyri seg, so hatta skal hann hava rós fyri, sig­ur Suni, sum metti tað hevði passað bæði honum og Klæminti A. Olsen betur, um málið varð skrásett sum sjálv­mál. Og tað bleiv tað so eina viku seinni. Klæmint fekk hattrikk hóast alt Hóast málverjin hjá Skála, Suni Ernstsson, varð skrásettur fyri sjálvmál í 1-0-málinum hjá NSÍ hin 22. mars, so er dómurin nú broyttur soleiðis, at Klæmint A. Olsen hevur fingið málið. Hann skeyt harvið hattrikk Klæmint A. Olsen: Málið var mítt Toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, metir tað vera rætt, at Rúni Gaardbo hevur givið honum 1-0-málið á Skála Suni Ernstsson: Eg koyrdi bóltin í málið - Í síðsta enda er tað eg, sum koyri bóltin í mál­ið, sigur málverjin hjá Skála, Suni Ernstsson, sum sigur seg væl skilja, at hann í fyrstu at­løgu varð skrásettur fyri sjálvmál