Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur H E S A V I K U N A Teitur M. Gestsson 3 Hevði mest sum einki at gera, men bjargaði væl í einastu veruliga royndini, KÍ hevði á málið. René Shaki Joensen 5 Sterkur defensivt og sera avbjóðandi offensivt. Átti uppleggið til fyrsta málið. Rógvi S. Holm: 5 Stóð væl defensivt og var við til at halda KÍ frá møguleikum. Krúnaði innsatsin við einum máli. Jóhan T. Davidsen 4 Stóð sterkur í myndini sum skiparin í HB-verjuni og stýrdi verjuni væl. Pál Mohr Joensen 3 Stóð væl defensivt saman við allari HB-verjuni, men var ikki so sjónligur fram eftir vøllinum. Tróndur Jensen 4 Vann nógvar bóltar á miðvøllinum og dugdi sera væl at fordeila spælið. Heini Vatnsdal 3 Altíð sterkur í nærdystum, rennur nógv og arbeiðir væl, men var ikki so sjónligur, sum hann ofta hevur verið. Fróði Benjaminsen 5 Góður í nærdystum og arbeiddi sera væl. Skoraði eitt flott mál tíðliga í dystinum, sum gjørdist avgerandi fyri úrslitið. Kristin R. Mouritsen 3 Raskur, ágangandi og stríddist væl. Megnaði tó ikki at skapa so nógv burtur úr nógva arbeiðinum. Christian R. Mouritsen 3 Góður við bóltinum, men fekk annars ikki so nógv burturúr. Átti uppleggið til seinna málið. Andrew av Fløtum 3 Tók bóltin væl til sín í offensiva partinum, men skapti ikki so nógv og var ikki so vandamikil sjálvur. Alex José dos Santos Var ov stutt á vøllinum til at gera eina meting. Bárður J. Heinesen Var ov stutt á vøllinum til at gera eina meting. Avrik: tøl 1 til 6 Teitur Joensen Dystirnir millum HB og KÍ bera enn heitið klassikarar, sjálvt um tað nú eru vorðin mong ár síðani, at tey bæði stór­feløgini hava spælt bein­ leiðis toppdystir í fremstu føroysku fótbóltskappingini hjá monnum. Tað er tó ikki uttan grund, at orðið klassikari enn er knýtt at hesi uppgerð, tí HB og KÍ eru tey mest vinnandi liðini í føroyskum fótbólti, og dystirnir millum hesi bæði liðini eru nakað serligt. Eisini um talan ikki endiliga er um toppdystir. Um vikuskiftið var talan tó um toppdyst millum HB og KÍ, tí undan dystinum vóru bæði liðini ósigrað, og KÍ hevði enn tá fult stigatal, men hóast hetta var HB mett sum hampiliga greiður favo­ rittur at vinna dystin. Tryggur sigur Sum heilt stóri favo­ritt­urin at endurvinna meistara­heit­ ið í ár gjørdi HB eisini sína skyldu. Liðið kom á odda tíðliga í dystinum við máli frá lið­skipar­anum, Fróða Benja­minsen, og eftir hetta var í grund­ini ongantíð nakar ivi um, at HB fór at vinna dystin. Tað var ikki endiliga tí, at HB spældi ein av sínum bestu dystum. Men teir vóru ógvuliga væl skipaðir, og sæð yvir allan dystin hildu teir mest sum KÍ burtur frá møguleikum. Páll Klettskarð hevði eina roynd miðskeiðis í seinna hálvleiki, sum Teitur M. Gestsson bjargaði væl, men hetta var eisini einasta veru­liga royndin hjá KÍ. Tí var tað fult uppiborið, at HB vann dystin 2-0, og sum heild var talan um ein avbera kontolleraðan innsats frá føroyameistarunum. HB hevur yvirtakið At HB endaði við at vinna dystin, var ikki tað heilt stóra yvirraskilsi, tí liðið verður av flest øllum mett sum heilt stóri favoritturin at vinna meistaraheitið. Harafturat er vert at leggja afturat, at HB tey bæði síðstu árini hevur havt ómeta­liga gott tak á júst KÍ, og dysturin um vikuskiftið var bara enn ein staðfesting av júst hesum. Í hesum sambandi spurdu vit annan av málskjúttunum Eftir at HB kom á odda tíðliga í dystinum við máli frá liðskiparanum, Fróða Benjaminsen, var als eingin ivi um, hvør fór at vinna dystin. Søgan tey bæði síðstu árini sigur okkum eisini, at HB hevur avbera gott tak á KÍ, og liðið hevur nú ikki tapt ímóti KÍ seinastu sjey dystirnar HB hevur gott tak á KÍ ítróttur Rógvi S. Holm avgjørdi dystin við sínum máli til 2-0. Verjuleikarin er annars ikki kendur fyri síni mongu mál, men seinast, hann skoraði, var tað eisini ímóti júst KÍ. Hetta var tann 28. mai 2012, tá HB vann 5-0. (1-0) 2-0 1-0: Fróði Benjaminsen 16. 2-0: Rógvi S. Holm 74. Dómari: Lars Müller Allan Enghamar: HB fjeppari Fantastiskt dreingir! 3 uppiborin stig, eftir ein rótutan og illa spældan dyst móti sjálv-útnevndu FM vinnarunum anno 2014, tað er at frøðast yvir! Tillukku við debut'ini Thomas og minst til debut kassan ;) Góðan betring Teitur. Koyr á HB