Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38 ítróttur René Shaki Joensen Manglandi hugflogið hjá KÍ og liðskiparan hjá HB, Fróða Benjaminsen, hví liðið hevur so gott tak á KÍ júst nú. – Tað er sjálvandi eitt sind­ ur torført at svara uppá. Vit hava ikki altíð havt so gott tak á KÍ, men hesi síðstu árini hevur gingið rættiliga væl hjá okkum ímóti teimum. Tað vísir seg ofta, at er mann komin inn í eina góða gongd ímóti einum liði, har mann hevur yvirtakið fleiri dystir á rað, so heldur henda gongdin ofta fram. Og júst nú sær tað út til, at vit hava tað sálarliga yvirtakið ímóti KÍ, sigur Fróði Benjaminsen, sum eisini var væl nøgdur við avrikið um vikuskiftið. – Eg haldi, at vit koma rættiliga væl frá hesum dystinum. Vit koma á odda tíðliga í dystinum, og eftir hetta kontrollera vit dystin. Vit hava fult tamarhald á støðuni, sjálvt um vit bara eru á odda við einum máli stór­an part av dystinum, og hetta er eitt gott tekin, heldur Fróði Benjaminsen. Øðrvísi dystur enn vanligt Sjálvt um HB og KÍ ikki hava leikt nógvar toppdystir sein­ astu mongu árini, so heldur liðskiparin hjá HB tó, at hesir dystirnir hóast alt eru nakað heilt serligt. – Eg veit væl, at vit ikki hava spælt serliga nógvar topp­dystir ímóti KÍ seinnu árini, men eg haldi allíkavæl, at hesir dystirnar á onkran hátt eru serligir. Sjálvandi er søgan millum hesi feløgini nak­að serligt, men tað eru eisini onnur ting, sum gera dystir­nar serligar og spenn­ andi. KÍ kemur altíð við nógv­um áskoðarum suður í Gunda­dal, og hesir rópa nógv og hoyrast væl, og tá blívur atmosferan betri, og ofta gerast dystirnir meira intensir av tí sama, sigur Fróði Benjaminsen. Men hóast toppdystirnir ikki hava verið so mangir í tali ímillum hesi bæði lið­ini seinnu árini, so var dysturin um vikuskiftið júst ein topp­dystur. At talan var um toppdyst sást eisini, tí liðini tókt­ust bæði rættiliga varislig, og undirhaldsvirðið var ikki av tí besta. Og Fróði Benjaminsen ásann­aði, at dysturin um viku­skiftið var heldur øðrvísi enn fleiri av undanfarnu dyst­unum móti KÍ. – Tá ið vit spæla ímóti KÍ, plaga dystirnir altíð at vera undirhaldandi og málríkir. Í fjør vunnu vit ein dyst 4-3 og spældu ein dyst javnan 3-3, og í báðum førunum vóru vit aftanfyri upp til fleiri ferðir. Tá megnaði KÍ eis­ini í rættiliga stóran mun at leggja okkum undir trýst í pørtum av dystunum, men í so máta var dysturin í dag heilt øðrvísi. Bæði lið­ ini spæla nógv meira kon­ trollerað og taka ikki so nógvar kjansir fram eftir vøll­inum, men eg kenni tað, sum at tað eru vit, sum sita á dyst­inum. Vit koma jú á odda tíð­liga í dystinum, og eftir hetta hava vit tamarhald á støð­uni, sigur Fróði Benjamin­sen. Við sigrinum hevur HB nú ikki tapt ímóti KÍ seinastu sjey dystirnar í Effodeildini, og liðið hevur nú eisini lagt seg á eitt 2. pláss í Effo­deild­ ini, har teir millum annað eru farnir fram við júst KÍ á stiga­talvuni. Meinhardt Joensen 3 Tók tað, sum hann skuldi, og fekk ikki gjørt tað stóra við tey bæði málini hjá HB. Gunnar Christiansen 3 Sera arbeiðssamur og kom væl fram við í síðuni. Hevði ávísar trupulleikar í verjupartinum uttan at hetta kostaði. Sørmundur Kalsø 3 Sterkur í nærdystum og í luftspælinum, men gjørdi alt ov nógvar feilir, tá hann spældi bóltin frá sær fram eftir vøllinum. Jonas F. Rasmussen 2 Sterkur í nærdystum og í luft­ spælinum, men bleiv yvirspældur í fyrsta málinum og fekk eitt óneyðugt reytt kort seint í dystinum. Tórur Justesen 3 Kom væl frá uppgávuni defensivt, men tóktist heldur nervøsur í uppbyggjandi spælinum. Atli Danielsen 3 Stríddist væl á miðvøllinum, har hann vann fleiri bóltar. Megnaði tó ikki at skapa stórvegis offensivt. Ndende Adama Gueye 3 Sterkur í nærdystum og arbeiddi væl, men fekk alt ov lítið burtur úr fram eftir vøllinum. Ivan Joensen 2 Fekk møguleikan frá byrjan, men tók ikki av. Arbeiddi og stríddist væl, men sum heild kom lítið burturúr. Hjalgrím Elttør 3 Sterkur á bóltinum og í bólt­umgang­ inum. Royndi at bjóða av, men skapti ikki so nógv móti sterku HB-verjuni. Jóhan Jacobsen 2 Jóhan arbeiddi væl defensivt, men var rættiliga anonymur fram eftir vøllinum. Páll Klettskarð 2 Hevði eina góða roynd, men megnaði annars als ikki at hótta væl skipaðu verjuna hjá HB. Henry Heinesen 3 Kom væl inn í dystin. Trekti væl inn í vøllin og flutti seg væl. Var eisini ágangandi í deyðbóltsstøðum. Ísak Simonsen 3 Sterkur og arbeiðssamur. Vann fleiri bóltar og spældi teir eisini hampiliga væl frá sær. Avrik: tøl 1 til 6 »Móti ÍF vann KÍ, tá var stormur. Móti Vikingi vann KÍ, tá var kavarok. Í dag tapti KÍ, og í dag var sól, tað er ikki veðrið vit eru von vid her í Klaksvík« Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: HB Teitur M. Gestsson (Thomas Knudsen, 81.) – Rógvi S. Holm ■, Jóhan Troest Davidsen – René S. Joenssen, Pál M. Joensen ■ – Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal ■ – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum ■ (Bárður J. Heinesen, 90.), Kristin R. Mouritsen (Alex José dos Santos, 90.) KÍ Meinardt Joensen – Jonas Flindt Rasmussen ■■, Sørmundur Kalsø ■ – Gunnar Christiansen ■, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ivan Joensen (Henry Heinesen, 58.), Ndende Adama Guéye – Johan Jacobsen (Ísak Simonsen, 58.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør HB hevur ikki tapt ímóti KÍ seinastu 7 dystirnar í Effo­ deildini. Seinasta tapið kom í Gunda­dali tann 16. oktobur 2011, tá KÍ vann 3-1. Myndir: Álvur Haraldsen Kristian Joensen: KÍ fjeppari Tað er størri katastrofir í heiminum, enn at tapa í Gundadali. Mínir tankar eru hjá Rúna og hinum Víkingunum. Straffi NEI. Gaardbo dømir vónandi kvinnur næsta árið. (HB - KÍ samandráttur, sí viðmerkingina hjá Enghamar). Koyr á KÍ