mánadagur 31. mars 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
H E S A V I K U N A
Andras Gango 4
Hevði eina framúr bjarging í seinna
hálvleiki, men kom annars ikki undir
stórvegis trýst. Gjørdi tað hann
skuldi.
Jónhard Frederiksberg 5
Spældi framúr væl á høgra bakki.
Umframt at verða tryggur í sínum
spæli, so vann hann at kalla allar
nærdystirnar hann fór í.
Jens Joensen 4
Gjørdi sína skyldu í verjupartinum.
Kom ikki ordiliga undir trýst, men tók
teir dystirnar upp, sum hann skuldi
og kom væl frá tí.
Einar Tróndagjógv 4
Tryggur í tí mesta, sum hann fyritók
sær í verjuni. Eins og Jens, so kom
hann ikki undir stórvegis trýst.
Monrad H. Jacobsen 3
Kom faktist væl frá uppgávuni, men
ta var klárt at tað var í hansara síðu,
at AB ætlaði sær í gjøgnum. Kom væl
framvið í fyrra hálvleiki, men fekk tað
meiri trupult í seinna hálvleiki.
Magnus H. Olsen 4
Hóast ein mann í undirtal á
miðvøllinum, so megnaðu Magnus
og Sjúrður at vinna dystin á
miðvøllinum. Serliga Magnus fylti
nógv bæði við og uttan bólt.
Sjúrður Jacobsen 3
(Út 61.min)
Fylti eitt sindur minni enn Magnus,
men hevur gott eyga fyri spælinum.
Skapar javnvág á miðvøllinum.
Jann Martin
Mortensen 3
Skoraði eitt mál og spældi sum so
væl. Ger tó ikki so nógv, men velur
tað einfalda. Tað er verður helst
undirmett, tí tað sæst ikki altíð so
væl aftur.
Árni Frederiksberg 4
(Út 70.min)
Legði upp til bæði málini hjá
Klæminti. Er ein støðug hóttan og
hevur nøkur málrættaði innlegg.
Skapti órógv hvørja ferð hann leyp á.
Andy Olsen 4
(Út 80.min)
Spældi somuleiðis væl á hinum
vonginum. Átti lut í fyrsta málinum
og er altíð til reiðar at taka móti
bóltinum. Vongspælið hjá NSÍ er ein
avgjørd styrki.
Klæmint A. Olsen 5
Tvey mál og eitt upplegg er akkurát
ikki nóg gott til eitt 6-tal, tí
mótstøðan er av veikara slagnum í
dag. Besti maður á vøllinum og ein
sannur áleypari av gamla slagnum,
sum nú tevjar gullskógvan annað
ár á rað.
Haraldur R. Højgaard 3
(Inn 61.min)
Kom inn á miðvøllin fyri Sjúrð.
Er meiri áleypari, men fylti væl á
miðvøllinum.
Meinhard Olsen 3
(70.min)
Kom inn fyri Árna Frederiksberg
á vonginum. Var fyri tað mesta í
verjustøðu, men einki kom ígjøgnum í
høgru hjá NSÍ.
Jákup Andrias Gaardbo
(80.min)
Var ov stutt inni til at gera ein
meting.
Avrik: tøl 1 til 6
Tróndur Arge – Við Løkin
Klæmint Andrasson Olsen
er toppskjútti í føroyskum
fótbólti. Hann skjeyt flest
mál í Effo-deildini í fjør, og
hann hevur skotið flest mál
í Effo-deildini higartil. Tá ert
tú av sonnum toppskjúttin í
føroyskum fótbólti.
NSÍ hevði sunnudagin
vitjan av AB og argjamonn
um. Tríggjar ferðir í dyst
inum hevði liðskiparin hjá
NSÍ avgerandi bóltnertingar,
sum avgjørdu dystin. Hann
er ein áleypari av gamla slag
num og ein marra at spæla
yvir fyri.
Hann er kropssterkur,
fullur í orku, ágrýtin sum
fáur áleypari og so hevur
hann eginleika at umseta
møguleikar til mál.
Hann er í løtuni snøgt
sagt føroyska mest skorandi
fótbóltsspælari!
NSÍ tað sama, AB
í nýggjum hami
Tað var stórur munur á lið
num við Løkin í gjár. NSÍ
var øll trý málini betri enn
argjamenn, sum mugu heim
at finna útav hvat teir vilja
í ár. NSÍ liðið sær út sum
tað plagar. Pól Jóhannus
Justinussen og Karl Løkin
hava skift, so breiddin er ikki
tann sama.
Hinvegin, so er skapið
og skipanin á liðnum tann
sama. Allir spælararnir, sum
byrjaði inni í gjár hava spælt
í felagnum í minst eitt heilt
kappingarár
í
felagnum
áðrenn. Fleiri av teimum
ganga aftur fyri fleiri ár.
Tað sæst aftur á spæl
inum á vøllinum. Meðan AB
við fleiri nýggjum spælarum
á vøllinum hevði ilt við at
finna eina skipan. Fyri AB
eru Hans Jørgensen, Jógvan
Isaksen, Sørin Samuelsen,
Bárður Olsen, Jógvan Skeel
Nolsøe
og
Jóan
Símun
Edmundsson
nýggir
í
felagnum frá í vetur.
Bill M. Jacobsen hevði
hesa ferð valt at flyta Sorin
Anghel
á
vinstra
vong,
fyri síðani at hava Sørin
Samuelsen
og
Jógvan
Isaksen í miðverjuni. Teir
fingu úr at gera, tí Klæmint
var í essinum í góðverðinum
í gjár.
Tríggjar ferðir Klæmint
Fyrsta avgerandi aktiónin
hjá Klæminti kemur aftaná
ein hálvan tíma. NSÍ hevur
havt fleiri væl spælt álop í
vinstru síðu, men hesa ferð
er uppspælið í høgru. Andy
Olsen leggur bóltin innfyri,
har Klæmint heldur AB verj
uni vekk og leggur bóltin
fyri føturnar á Jann Martini
Mortensen, sum skorar.
Bara fýra minuttir seinni
er aftur gali. Hesa ferð er tað
so úr vinstru síðu hjá NSÍ, at
álopið kemur. Árni Frederiks
berg leggur bóltin væl inn
fyri, og har er Klæmint á
blettinum. Tvey mál upp
á fýra minuttir og AB liðið
sigldi runt á vøllinum.
Hesar 36 minuttirnar ger
AB fleiri verjuvillur enn teir
gjørdu alla seinnu hálvu í
fjør. Upp til fleiri ferðir slapp
NSÍ í mótálop, tí argjamenn
Klæmint Olsen og NSÍ hava fult stigatal eftir trý umfør. Framherjin
er glóðheitur og hevur nú skotið seks mál í trimum dystum
Kong
Klæmint
í essinum
ítróttur
Klæmint fekk sítt hattrick Faroesoccer.
com boðar frá, at Klæmint Andrasson Olsen nú er
skrásettur sum málskjútti til 1-0 til Skála. Tað var
av fyrstan tíð markerað sum sjálvmál, men nú er
avger tikin um, at málið verður tillutað Klæminti.
(2-0) 3-0
1-0: Jann Martin Mortensen 32.
2-0: Klæmint A. Olsen 36.
3-0: Klæmint A. Olsen 51.
Dómari: Petur Reinert
Kong
Klæmint
John Andersen: NSÍ fjeppari
Fult stigatal eftir trý umfør, fantastiskt! Eg fari
hervið at skjóta upp, at stigini vera hálverað tá
kappingin er komin í helvt, fyri at fáa spenning í
aftur oddastríðið í Effo-deildini.
Koyr á NSÍ