Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38 ítróttur ikki raktu sínar egnu, og heldur ikki megnaðu at sparka vekk. Mønustingurin fyri AB kom, tá Árni Frederiksberg enn eina ferð legði bóltin innfyri til Klæmint. Við framúr mál­nøsini verður bólturin enn eina ferð sparkaðu í kassan. Tað er meiri enn ein hálv­ ur tími eftir, men NSÍ hevur longu avgjørt dystin. Teir hava spælt AB liðið umkoll og við Klæmiti á odda hava teir mannin, sum júst kann avgera fótbóltsdystir. Uttan skap og endamál Tað var ilt at fáa eyga á enda­ málinum hjá AB í dystinum. Sum skilst, so var alt liðið væl fyrireikað til dystin. Hetta segði millum annað Jóans Stenberg, liðskipari hjá AB, eftir dystin. Tí tykist tað eitt sindur undarligt, at argja­menn vóru so ráða­ leysir tá dómarin eina ferð bríkslaði dystin í gongd. Hóast ein mann fleiri á mið­vøllinum, so megnaðu royndir menn sum Bárður Olsen og Kári Nielsen ikki at seta seg á miðvøllin. Sørin Samuelsen og Jógvan Isaksen høvdu úr at gera við at halda fast í Klæminti, meðan bakkarnir taptu tvídystirnar við veng­ ur­nar hjá NSÍ. Eitt var at AB ikki megn­ aði at halda NSÍ vekk frá egnum øki, men í álops­spæl­ inum var lítið afturgangandi spæl. Sorin Anghel varð fluttur fram á vinstra vong, men Jónhard Frederiksberg hevði ein av sínum heilt góðu døgum á høgra bakki. Jógvan Skeel royndi sítt á høgra vongi, men úrslitið var at Jóan Símun Edmundsson ikki kom í nógvar góðar støður. Um tað var manglandi stuðul sínum viðspælarum ella bara ein ringur dagur hjá Jóan Símuni er ilt at meta um, men Jóan Símun kom ikki til nakran líkinda møgu­ leika í fyrra hálvleiki. Jóan Símun á vongin Til seinna hálvleik valdi Bill M. Jacobsen at flyta Jóan Símun Edmundsson á høgra vong. Hetta broytti nakað um spælið og AB kom fram til nakrar møguleikar, men tað var ongantíð so at leiðslan hjá NSÍ var hótt. Bill M. Jacobsen og Oddbjørn Joensen hava eina tor­føra uppgávu í løtuni, tí teir hava eitt lið, sum er fult av sentralum miðvallarum, men manglar vengir. Teir mugu finna eitt uppspælt ella ein frymil, har teir fáa mest møguligt burtur úr lands­liðsframherjanum. Dysturin í dag vitnar eis­ ini um, at venjaraparið er í holt við at finna eina saman­ seting, sum riggar fyri AB og Jóan Símun. Níggju stig og níggju mál NSÍ er í løtuni oddlið í Effo- deildini. Fótbóltslagið er gott, men higartil hevur liðið spælt móti tveimum upp­ flytar­um og AB, sum er upp­ flytari frá árinum fyri. Tað er heilt greitt, at skal NSÍ lena seg upp í móti Evropa- fót­bólti, so verður Klæmint Andrasson Olsen lykilin. Hann hevur skotið seks mál í trimum dyst­inum. Tað eru fýra mál fleiri enn tann næsti á toppskjúttara­lista­ num. trondur@sosialurin.fo Hans Jørgensen 3 Gjørdi ikki avgerandi bjargingarnar og tóktist mangla evnini til at leiða verjupartin. Ilt at geva honum skyldina fyri nakað av málunum. Jónas Stenberg 2 Bleiv yvirspældur fleiri ferðir í fyrra hálvleiki. NSÍ hevur styrkina í vongspælinum og tað megnaði AB ikki at steðga. Sørin Samuelsen 2 Hevði sjónligar trupulleikar av Klæminti. Fekk avgerandi fót á í fleiri førum, men tú hevði eina hóming av, at AB ikki hevði tamarhald á verjupartinum. Jógvan Iskasen 2 Hevur fyrr havt trupulleikar Klæminti og tað var eisini tilfeldið hesa ferð. Spældi fyri fyrstu ferð undir liðini á Sørini. Samanlagt manglaði stýring. Beinir Ellefsen 3 (Inn 88.min) Kom betri frá tí framrættaði og kom við fleiri yvirlappum, men tað bleiv ikki umset til nakað. Bárður Olsen 2 Hóast ein mann í yvirtal, so taptu Bárður, Kári og Jobin/Mikkjal dystin á miðvøllinum. Bárður vann ov fáar bóltar, dekkaði og fáar metrar og avleveringarnar vóru ov óneyvar. Kári Nielsen 3 (Út 51.min) Var tann besti av miðvallarunum. Vann fleiri bóltar og slapp sær eisini skilagott av við bóltin. Bleiv útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki. Jobin Drangastein 2 (Út 28.min) Fekk bara 28 minuttir á vøllinum. Megnaði ongantíð at seta sítt fingramerki á dystin. Fór út skaddur. Jógvan Skeel Nolsøe 2 Millum sjónligastu spælararnar hjá AB. Var nógv á bóltinum og bjóðaði av, men tað endaði ov sjáldan við nøkur frammanfyri málinum. Haltaði eisini við afturrennignini. Sorin Anghel 3 Spældi fyrra hálvleik á vinstra vongi og seinna hálvleik á miðvøllinum. Fekk millum lítið og einki burturúr á vonginum, men var sera sterkur í deyðbóltsstøðum. Nógvar feilavleveringar. Jóan Símun Edmundsson 3 Besti spælari hjá AB, men mátti gera alt sjálvur. Liðið hevur ikki røttu samansetingina til at stuðla undir honum. Tók fleiri skeivar avgerðir, tá hann dribblaði og misti bóltin mitt á vøllinum, men fekk heldur ongan hjálp. Mikkjal T. Hentze 2 (Inn 28.min) Megnaði eins og Jobin ikki at seta á miðvøllin. Var við onkrari góðari aktión, men ikki nokk til at koma upp á um 2 talið. Karstin Højgaard 2 (Inn 51.min) Royndi at leggja trýst á verjuna og tordi at bjóða av, tá hann fekk bóltin. Tað kom bara ov lítið burtur úr og bleiv heldur ikki spældur upp. Christian í Garði (Inn 88.min) Ov stutt inni til at gera ein meting. Avrik: tøl 1 til 6 Tað ber ikki til at koma uttan um verðrið ein slíkan summar dag við Løkin. Sól skal verða vælkomin at seta sín dám á Effo-deildina í ár At síggja stríðsviljan hjá AB verða vekk. Teir var eyðkenni hjá teimum í fjør, men avrikið í gjár var for vánaligt. »Vespirnar í Runavík megnaðu at stinga AB verjuna 3 ferðir, men ikki trummurnar hjá Bigga« Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: NSÍ Andras Gango – Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Jónhard Frederiksberg, Monrad H. Jakobsen ■, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 61.) – Andy Olsen (Jákup Andrias Gaardbo, 80.), Jann Martin Mortensen ■, Árni Frederiksberg (Meinhard Olsen, 70.) – Klæmint A. Olsen AB Hans Jørgensen – Jógvan Isaksen ■, Sørin Samuelsen, Jónas Stenberg, Beinir Ellefsen (Cristian í Garði, 88.) – Bárður Olsen, Kári Nielsen (Karstin Højgaard, 51.) Jógvan Skeel Nolsøe ■, Jobin Dragnastein (Mikkjal T. Hentze, 28.), Sorin Anghel ■ – Jóan Símun Edmundsson ■ Tríggir torførir NSÍ hevur komandi trý umførini á pappírinum torførar uppgávur. Teir skulu spæla á útivølli móti ÍF, HB og EB/Streymur. Fyri argjamenn verður talan um týðandi uppgerð móti Skála í komandi umfari. Skála hevur einki stig fingið higartil. Myndir: NSÍ/Facebook Bárður Olsen: AB fjeppari Ein rotutur dystur har onki hekk saman hjá okkara monnum og verjan snork svav storan partin av dystinum. Tað kann bara ganga betur herfrá. Koyr á AB