mánadagur 31. mars 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Gundadalur
Víkingur var bara ein minutt
frá at fáa sín fyrsta sigur í ár,
tá teir fríggjakvøldið vitjaðu
í Gundadali. Víkingur var
á odda 2-1 líka til seinasta
minuttin í dystinum. Tá valdi
dómarin, Rúni Gaardbo, at
bríksla fyri brotssparki til
heimaliðið.
Á
sjónvarps
myndunum er tað torført
at fáa eyga á brotssparkið,
sum fekk øði í spælarar og
venjarar hjá Víkingi.
– Hetta er vandvittigt. Tað
seinasta brotssarkið er at
geva B36 eitt stig og tað finni
eg meg ikki í, sigur Sigfríður
Clementsen,
venjari
hjá
Víkingi.
Sigfríður var ónøgdur við
dømingina sum heild eisini.
–
Hetta
var
undir
alt
lámark
allan
vegin
ígjøgnum. Eg føli tað soleiðis,
at vit fáa eitt brotsspark í
fyrra hálvleiki. Restina av
hálvleikinum dømir hann
bara til teir fyri at viga upp
í
móti
brotssparkinum.
Guðhjálpi tú meg um hann
ikki eisini gevur teimum eitt
brotsspark móti endanum
fyri at gera tað fultkomið
havi eg hug at siga, sigur
Sigfríður Clementsen.
Sigfríður ásannar eisini,
at hansara lið skuldi havt
avgjørt dystin við øllum
teimum møguleikunum, ið
teir høvd.
– Við tí dómaranum sum
vit hava í dag, so royndu
bæði liðini at spæla fótbólt.
Eg haldi vit skapa nokk av
møguleikum at vinna dystin,
leggur Sigfríður Clementsen
afturat.
Eisini Súni Olsen var í
øðini um avrikið hjá dómara
num.
– Eg haldi tað var ein
annar maður, sum bleiv
matchvinnari í dag. Tað sigi
eg bara stutt og greitt. Tað
vísir seg, at tá ávísir døma,
so blívur tað ikki til fótbólt.
Tú kanst ikki røra við hvøn
annan og tað má onkur taka
upp. Hetta er ein skandala,
sigur Súni Olsen.
Víkingur uttan sigur
Víkingur
var
samanlagt
omaná leikliga. Teir skaptu
fleiri
málmøguleikar
og
seinastu løtuna sat tú ikki
við eini kenslu av, at B36
megnaði at trýsta fyri at
fáa útjavnandi málið. Tí
var neyðugt við onkrari til
feldigheit ella onkrum ein
mansavrikið.
Víkingur
fekk
eisini
eitt mál kolldømt í seinna
hálvleiki, og tað var Sigfríður
heldur ikki samdur í. Tað
málið kundi havt avgjørt
dystin. Í B36 kenna tey á sær,
at tað vóru fleiri møguleikar
at bríksla fyri brotssparki til
B36 gjøgnum dystin.
Víkingur hevur nú eitt
stig aftaná tríggjar dystir.
Tað eru væl færri enn teir
helst høvdu ætla sær.
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað er munur á liði, sum er
mannað við royndum spæl
arum, ið hava vunnið nógv,
og so nýggjum liði, sum fyri
tað mesta er mannað við
ungum monnum, ið hava
fáar og smáar royndir í bestu
deildini.
Hetta er so sjálvsagt, og
tað varð aftur staðfest í gjár,
tá ið uppflytararnir av Skála
royndu seg við Margáir, har
EB/Streymur, sum seinnu
árini hevur vunnið FM tvær
ferðir, og sum er fleirfaldur
steypavinnari, tók ímóti.
3-0
heimasigurin
var
rudduligur, og lítlu løtuna
undan steðginum varð tað
mest sum avgjørt, at tað
heldur ikki hesa ferð skuldi
eydnast Skála at vinna stig.
Tað restaðu tveir minuttir
av 1. hálvleiki, tá ið Pól
Jóhannus Justinussen, sum
hesa ferð var verjukendur
miðvallari, við høvdinum
stýrdi bóltin inn um Suna
Ernstsson í Skála málinum.
Bæði í hesum førinum, og
tá ið leiðslan lítla løtu seinni
varð tvífaldað, var talan um
deyðbóltsstøðu.
Pól
Jóhannus
var
hægstur,
tá
ið
fríspark
varð sent í brotsteigin, og
tá ið dómarin í tíðini, sum
dómarin hevði lagt aftrat
fyrstu trimum korterunum,
bríkslaði fyri brotssparki
til EB/Streym, var tað eisini
eftir frísparksinnlegg. EB/
Streyma
liðformaðurin
Gert
Hansen,
sum
hesa
ferð var vongverji í høgru,
meðan Jónas Tór Næs var
fremstur í høgra borði, varð
skumpaður í ryggin, og Hans
Pauli Samuelsen var tryggur,
tá ið hann umsetti úr ellivu
metrum.
Gert Hansen var ikki
serliga
væl
nøgdur
við
leikliga avrikið, men hann
var sjálvandi fegin um, at
tað í triðju royndini í ársins
landskapping
eydnaðist
EB/Streymi at vinna fulla
úrtøku:
– Vit spældu ikki væl,
men tað eru stigini, sum
telja, og vit vóna og rokna
við, at spælið verður betri.
Tað sær út til, at vit aftur í
ár skulu hava tíð at finna
stevið.
Nýggju
menninir
skulu spælast inn, og tað er
hugaligt, at Arnbjørn var
førur fyri at vera eitt korter
á vøllinum í dag, var við
merkingin hjá EB/Streyma
liðformanninum, sum saman
við liðfeløgunum megnaði
tað, sum Rúni Nolsøe, EB/
Streyma venjarin avgjørt
roknaði við, at hansara menn
fóru at klára.
Brian Olsen varð skiftur
inn fyri Jóhannes Hansen,
sum hevði fingið møguleikan
á vinstra vongverja. Brian
hevði
bara
verið
fimm
minuttir á vøllinum, tá ið
hann staðfesti 3-0 sigurin,
og aftur ta ferðina var tað
eftir
deyðbóltsstøðu.
Pól
Jóhannus
Justinussen
vann við høvdinum stríðið í
luftini, og Brian Olsen stýrdi
við høvdinum bóltin í málið.
3-0 og harvið var tað greitt,
at talan fór at verða um
tryggan heimasigur.
Hesa
ferð
var
Pól
Jóhannus Justinussen verju
kendur miðvallari. Styrkin
hjá honum í høvuðspælinum
og kropsstyrkin vóru mill
um orsøkirnar til, at Skála
ongantíð fekk tak á mið
vallarspælinum.
– Vit royna, og hugburð
urin er góður. Men hetta
er øðrvísi enn at spæla í 1.
deild. Tað mugu vit venja
okkum við, og vit trúgva
framvegis upp á tað, segði
Skála liðformaðurin Teitur
R. Joensen.
Eliesar Olsen hevði um
skipað Skála liðið eftir tap
ímóti bæði B36 og NSÍ. Petur
Pauli Mikkelsen og Pætur
Dam Jacobsen vóru mið
verjar, og Teitur R. Joensen
var hesa ferð vongverji í
vinstru.
Næsti
møguleikin
hjá
Skála at vinna fyrsta stigið
verður á Argjum, meðan EB/
Streymur fær vitjan av KÍ.
joannes@sosialurin.fo
Stórur munur
á royndunum
Rók í
Gundadali
(1-2) 2-2
(1-0) 3-0
1-0: Adeshina Lawal 12.
1-1: sjálvmál 13.
1-2: Súni Olsen br 18.
2-2: Jákup á Borg br 90.+4.
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Pól Jóhannus Justinussen 43.
2-0: Hans Pauli Samuelsen br 45.
3-0: Brian Olsen 69.
Dómari: Rói Jacobsen
fótbóltur
Jóannes Niclasen: B36 fjeppari
Linjan hjá hasum dómaranum, var sum tá fanin
skrivar S, heldigvís áttu vit seinustu krusudulluna á
S'inum...tá tað fellur til okkara fyrimun í móti dystar
enda so stendur heilt væl til.
Koyr á B36
Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari
Til tíðir var spælið heilt OK, og liðið kom fram til
nakrar góðar málmøguleikar. Nú er bert eftir at
umseta málmøguleikarnar til mál, so eiga stigini at
koma skjótt!
skála
Rúni Klein Joensen: Víkinga fjeppari
Vit spæla ein góðan dyst og skapa fleiri møguleikar sum í Klaksvík, men
okkara framrættaðu menn eru sindarligir framman fyri málinum. Dómarin
hevði aftur ein ringan dag og kolldømdi 1 mál og dømdi eitt óskiljandi straffi.
Fyrireikingarnar til kappingarbyrjan hava verið annaðleiðis og sjónligt ein
OMMER! Manglandi dystarvenjing og harvið álopsstøður áðrenn kappingar
byrjan ger tað at vit hava 1 stig av 9 møguligum. Tíbetur hava vit Skála
komandi. WLYV.
víkingur
Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari
Gott at vit vunnu, men vit spældu ikki nóg væl í
dag. So nú er at fáa øll stigini móti KÍ næsta dyst.
Saman standa vit sterk.
eb/Streymur