Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38 ítróttur Jóannes Hansen Tað var fagnaður millum spælar­arnar og viðhalds­ fjøldina hjá ÍF, tá ið Ransin N. Djurhuus bríkslaði fyri síðstu ferð í fínu fót­bólts­lík­ indunum í Fløtugerði í gjár. Talvan segði 3-0 til ÍF ímóti tofta­monnum, og harvið vóru fyrstu stigini komin á kontuna hjá ÍF, sum bæði í fjør og í fyrraárið vann silvurkrónur, men sum einki stig fekk burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum í ársins kapping. Einki er at siga til, at Ari Ólavsson Ellingsgaard var sera fegin. Hann skoraði bæði málini í 2. hálvleiki, og harvið var tað hann, sum staðfesti trivaliga sigurin. Superveteranurin Bartal Eliasen setti stutt undan steðginum hol á eftir horna og út frá aftur, og eftir at Karl Løkin hevði lagt innfyri aftur. Bartal fekk tíð og rúm at temja bóltin, áðrenn hann smekkaði hann í netið. Fuglfirðingar fegnaðust, tá ið teir fóru undir tak at rinda møðina og leggja ætlanir fyri 2. hálvleik, og tað sigur seg sjálvt, at tað kom illa við hjá gestunum, at teir bara lítla løtu undan steðg­ inum fingu mál ímóti sær. Teir løgdu væl fyri, og hóast ÍF mentist sum tíðin leið, so hevði tað einki forgjørt verið í tí, um fyrra umfarið var endað málleyst. Og so hevði tíðin í trimum teimum seinnu korterunum arbeitt fyri B68, sum einki hevði ímóti, at støðan var 0-0. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Tá ið spælararnir komu aftur á vøllin, sást tað beinanvegin, at tað vóru teir í ÍF, sum áttu sinniliga yvirskotið, og tá vignaðist tað hópin betri hjá teimum, enn tað gjørdi undan steðg­ inum. Toftamenn vóru ikki at kenna aftur. Sjálvsálitið, sum teir so spakuliga hava spælt seg til undanfarnu ferðirnar, og sum eisini sást væl í 1. hálvleiki, var burtur, og mistøkini vóru nógv og stór. – Tað kom stak illa við hjá okkum, at teir skoraðu so stutt undan hálvleiki. Vit løgdu væl fyri, og hóast tað ikki allan 1. hálvleik var so sannførandi, so vóru vit heilt væl við. Men eftir hvíldina var tað eingin ivi. Tá spældu vit væl verri, enn vit høvdu gjørt, og ÍF var væl betri enn í 1. hálvleiki. ÍF vísti tá vísti, at liðið er gott, og tað var góð mynd av leikgongdini, at teir vunnu seinna hálvleik greitt, var viðmerkingin hjá B68 venjaranum Jógvani Martin Olsen, tá ið tíðin var farin, og talvan vísti 3-0. ÍF sigurin kundi havt verið størri, tí Bogi R. Petersen misnýtti brotsspark, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Maðurin, sum við tveimum málum í 2. hálvleiki syrgdi fyri, at ÍF leiðslan varð 3-0, og at tað harvið síðstu løt­ una ikki varð spenningur um úrslitið, var Ari Ólavsson Ellingsgaard. Hann skoraði til 2-0 í 68. minutti og til 3-0 í 83. minutti. Tað var merkis­ vert, at Ari skuldi verða tvífaldur málskjútti í júst hesum dystinum. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu á ÍF liðnum, og tað er sjáldan, at hann skorar fleiri mál. – Tá ið Albert segði mær, at eg skuldi vera á beinkinum, kom tað ikki óvart á. Tú finnur út av undir venjing, hvørjar ætlanirnar hjá venjaranum eru. Sjálv­ andi er tað hugaligari at vera millum teir fyrstu ellivu, enn tað er at sita á beinkinum. Men tað er liðið og heildaravrikið, sum tað snýr seg um, og eg eri fegin um, at eydnan var við mær hesa ferð. Hvussu komu málini? – Tað fyrra var bara lítla løtu eftir, at eg var komin á vøllin. B68 misti á veg í álop, Dánjal á Lakjuni, sum fór í vinstra borð, tá ið Kristoffur Jakobsen fór av vøllinum, og eg kom inn, lyfti bóltin til mín, og eg setti høvdið undir hann. Tað seinna var eftir horna. Poul N. Mikkelsen skall­aði, og eg stýrdi við knæ­num bóltin í málið. Nær skoraði tú seinast tvey mál? – Tað minnist eg ikki. Tað kemur ikki ofta fyri. Eg setti mær fyri, at eg skuldi gera mun, tá ið eg kom inn, og hesa ferð var eg heppin, sigur Ari Ó. Ellingsgaard. Jógvan Martin Olsen harmast um, at teir longu eftir hálvan tíma mistu fremsta álopsspælaran: – Sjálvandi gjørdi tað mun, at vit longu eftir hálvan tíma vóru noyddir at skifta Jonleif Højgaard út orsaka av skaða. Men ÍF skal hava rós fyri avrikið í 2. hálvleiki, tá ið vit heilt mistu fóta­festið. Ari avsettur og tvífaldur málskjútti Sigfríður vísti longu­tong »Um Sigfríður fær sínar leikarar at vinna, so sleppur hann undan, at dómarin vinnur dystin:-)« Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: (1-0) 3-0 fótbóltur 1-0: Bartal Eliasen 45. 2-0: Ari Ó. Ellingsgaard 68. 3-0: Ari Ó. Ellingsgaard 83. Dómari: Ransin N. Djurhuus B36 Tórður Thomsen – Eli F. Nielsen, Hørður Askham, Høgni Eysturoy, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen ■, Símun Joensen, Jákup á Borg ■, Lukasz Cieslewicz ■, Rasmus Dan Sørensen – (Hanus Thorleifsson, 63.) – Adeshina Lawal Víkingur Geza Turi, Atli Gregersen ■, Erling Jacobasen Bárður Hansen, Hanus Jacobsen ■ – Súni Olsen, Hallur Hansson ■, Heðin Hansen ■ (Gunnar Vatnhamar, 84. ■) – Sølvi Vatnhamar (Magnus Jarnskor, 90.), Finnur Justinussen, Filip Djordjevic (Svein Justinussen, 90.) Ari Ó. Ellingsgaard, sum var á beinkinum fyrsta stóra tíman, varð fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti, tá ið ÍF ognaði sær fyrstu stigini í ár Myndir: Álvur Haraldsen Birgir Petersen: ÍF fjeppari Bartal sá at hann mátti vísa vegin, tá hinir ikki funnu út av tí:) flott klára, serliga tá vit hugsa um at trýsti lá á okkara monnum at fáa fyrstu stigini til høldar. Koyr á ÍF Øssur Jacobsen: B68 fjeppari At spæla á einum vølli sum ikki kann brúkast til EFFO deildina skuldi ikki verði loyvt, vit tóku ikki av tá ið vit høvdu møguleikan. Tað verður betri næstuferð, Forza B68. Koyr á B68 Tróndur Arge Sigfríður Clementsen er í vanda fyri at fáa bann frá Fót­bólts­sam­bandinum. Orsøkin er ósømiligur at­ burður í samband við dystin í Gunda­dali. Sam­bært keld­ um hjá Miðla­hús­inum, so stendur í dómara­frá­greið­ ingini, at Sigfríður vísti fingurin mót­vegis einum av dómarunum. Hetta brotið stendur til at geva tveir dystir leikbann. Kappingarnevndini vátt­ ar fyri Sosialinum at mál er komið inn frá dystinum millum B36 - Víking ið snýr seg um atburðin hjá venjara­ num hjá Víkingi. trondur@sosialurin.fo