mánadagur 31. mars 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Málið hjá Jákup á Borg
var hansara nummar 138 í
bestu føroysku deildini, og
er Jákup tann av núverandi
Effo-deildar spælarunum,
sum hevur skotið flest mál
í fremstu føroysku deildini.
Metið eigur John Pet
ersen, sum í fleiri ár var
liðfelagi hjá Jákup – bæði
í heimligu kappingini og á
landsliðnum.
John skeyt í síni tíð 146
mál í fremstu føroysku
deildini, og soleiðis er hann
framvegis átta mál framm
an fyri Jákup. Vert er tó at
hava í huga, at meðan John
brúkti 193 dystir til síni 146
mál, so hevur Jákup á Borg
higar til spælt 347 dystir í
fremstu føroysku mans
deildini.
Verður steypakappingin
eisini roknað við, hevur
John Petersen tó ruddiliga
munin. John hevur nevnl
iga skotið 71 mál í steypa
kappingini, meðan Jákup á
Borg hevur skotið 40 mál í
somu kapping.
Jákup Mørk
Í 2014 og í 2015 rógva allar
bátastøddir – barnaróðurin
tó undantikin – kapp á
1.000 metrum.
Hetta varð samtykt, tá
Róðrarsambandið
hevði
aðalfund um vikuskiftið.
- Vit gera hetta sum
eina roynd næstu tvey ár
ini, og tað er serliga við
fyrireikingunum í huga og
við vónini um at fáa fleiri
manningar at luttaka í
størstu
bátastøddunum,
segði Jan Herman Hansen,
formaður í RSF, við Kring
varpið eftir aðalfundin.
Talan var tó um sera
tætta atkvøðugreiðslu. 17
atkvøður vórðu greiddar, og
av hesum vóru tær níggju
fyri eini royndarskipan,
har talan einvíst verður
um 1.000-metra mál hjá
vaksnamannamanningum
komandi tvey árini.
Jóannis Joensen úr Sunda
Byrsufelag var stinnasti
skjúttin,
tá
Veiðifelagið
Byrsumúlið um vikuskiftið
hevði skjótikapping. Talan
um sonevndu F80-kapping
ina, sum er føðingardags
kapping hjá Byrsumúla.
Kappingin er skipað so
leiðis, at allir skjúttar suklu
skjóta í bæði skeet og trap.
Antin 3 umfør í skeet og eitt
i trap ella øvugt.
Jóannis, sum eisini vann
kappingina í fjør, varð
fremstu við 81 dúgvum.
Nummar tvey og trý gjørd
ust Herleif Hammer og
Alex Joensen, sum báðir
høvdu 75 dúgvur.
-mørk
Jákup Mørk
Savica Mrkich eitur spælarin,
sum í gjár lendi her í Føroy
um. Savica er 22 ára gomul,
men hóast unga aldurin, so
hevur hon longu drúgvar
royndir innan hondbólt. Eitt
nú hevur hon roynt seg í EHF
Champions League, og hetta
seinasta árið hevur hon
spælt í griksum hondbólti.
Savica er 184 sentimetrar
høg, og verður lýst sum ein
skotsterkur
bakspælari.
Jógvan Højgaard, sum er
partur av bólkinum, sum
tekur sær av kvinnuliðnum
hjá Neistanum, sigur við
Sosialin, at tað er at kalla
greitt, at hon skal spæla við
Neistanum komandi kapp
ingarár.
- Øll formlig viðurskifti
eru í lagi, og báðir partar eru
til reiðar at skriva undir í
hesi vikuni. Vit vilja tó fegin
síggja hana á vøllinum, og tí
fer hon at venja saman við
kvinnuliðnum í hesi vikuni,
sigur Jógvan Højgaard.
- Endamálið hjá okkum
er framvegis, at vit skulu
menna okkara egnu spælar
ar, soleiðis at tær eru kunnu
standa seg í oddinum av før
oyskum
kvinnuhondbólti.
Men júst í royndini at røk-ka
seinasta fetið, er ofta tørvur
á einum sterkum einstak
lingi, og tað vóna vit, at vit
nú hava fingið, sigur Jógvan
Højgaard.
Hann sigur víðari, at tey
í løtuni ikki vita heilt neyvt,
hvussu stórur partur av
hópinum frá í ár heldur fram
komandi ár.
- Her og nú vita vit ikki,
um onkur kanska fer av
landinum, ella um aðrar
ætlanir enn hondbóltur ligg
ja fremst í huganum. Men
vit miða ímóti, at vit longu
hálvan mai vita fyri vist,
hvørjar spælarar vit hava í
hópinum til komandi kapp
ingarár, sigur Jógvan Høj
gaard.
Jóannis vann
føðingardags
kappingina
Tepur meiriluti
fyri 1.000
metrum
Kappróður Á aðalfundinum
hjá Róðrarsambandinum varð
uppskotið um at avskaffa 1.500
og 2.000 metra málið samtykt
við teprast hugsandi møguleika Jákup nærkast John
Sterkur bakkur
til Neistan
Hondbóltur Í royndunum at røkka aftur á tindin, verður kvinnuliðið
hjá Neistanum styrkt við krútsterkum bakspælara úr Makedonia