Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Valborg Heinesen, sum á Oyggjaleikunum á Bermuda í fjørsummar gjørdi bart við tveimum gullmerkjum í renning, vísti leygardagin enn einaferð styrki, tá hon tók sítt egna met á hálva maraton­teininum við trim­ um minuttum. Tað eydn­aðist 27 ára gomlu hoyvíks­kvinnu­ ni at renna teinin við tíð­ini 1.21.19. Ikki minni merkisvert var, at Marnar Djurhuus leygar­dagin rann hálva maraton­teinin so skjótt, at tað eydnaðist honum at taka meira enn 25 ára gamla metið hjá Absalon Hansen, ið var frá 15. oktober í 1988, og sum var 1.09.45, tí 19 ára gamli Marn­ar kappaði næstan ein minutt av gamla metinum og kom á mál við tíðini 1.08.52. – Tað gekk nógv betur, enn eg hevði væntað. Alt riggaði, sum tað skuldi, og hóast eg hevði hopað, at eg skuldi koma undir ein tíma og 10 minutt­ir, so byrjaði eg eftir 15 kil­o­metr­ ar at hugsa, at hetta sakt­ans kundi blíva dag­urin, har eg tók metið, sig­u­r ungi morskra­nes­ mað­ur­in. – Eg føldi meg væl og tonkti, at eg kanska fór at klára tað, nú allar umstøður tókt­ust ganga upp í eina hægri eind, men eg má við­ ganga, at eg ikki hevði vænt­ að, at eg skuldi koma so langt sum ein minutt undir gamla metið. Men tað ger tað bara ótrú­liga deiligt, at tað skuldi eydn­ast og ganga so væl. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Fyrst spældu menninir leygarkvøldið, tá ÍF og Fleyr møttust á Kambs­ dali, og hóast ÍF vann 3-0, gjørdist talan um ein dyst, har tað var hampu­ liga javnt í fyrsta og trið­ ja setti, tí har vann ÍF ávikavist 25-21 og 25-23. Men í øðrum setti var Fleyr púra fyri ongum, so ÍF lættliga vann tað 25-10. Skal nøkur niðurstøða ger­ast, má hon vera, at ÍF framvegis er greiður favoritt­ur undan aðru FM-finaluni, men at Fleyr framvegis hevur møgu­ leika at gera ein vørr – men altso skal vinna tvær ferð­ir á ÍF, sum jú longu hev­ur tikið fyrsta stikkið av í minsta lagi tveimum møgu­ligum. Vinnur ÍF aðru FM- finalu­na, eru fuglfirðingar før­oya­m­eistarar, tí ein triði dystur kemur bara upp á tal, um tað stendur á jøvn­um í dystum eftir teir báðar fyrstu. Sama ger seg sjálv­ andi galdandi hjá kvin­ nu­num, har Mjølnir og Fleyr spældu í Bad­min­ ton­høllini í Klaksvík í gjár. Mjølnir vann 3-1 og mátti sostatt lata eitt sett í fyrstu FM-finaluni ímóti Fleyr, sum vann 25-21 í triðja setti. Mjølnir vann 25-18 og 25-14 í teimum báð­um fyrstu, og reistist eft­ir tapta triðja settið við at vinna 25-19 í tí fjórða. Tað, at Fleyr megnaði at vinna eitt sett í fyrstu finalu­ni, gevur kanska vón­ir um eina javnari finalu, tá liðini møtast aft­ur leygardagin, tí tá verð­ur spælt í ítrót­t­ar­ høll­ini á Hálsi í Havn. So er spurningurin, um tað er nóg mikið av einum heima­vølli til at lyfta Fleyr, ella um Mjølnir følir seg væl í høllini, har liðið hev­ur vunnið fýra tær síðs­tu steypafinalurnar – og enntá í ár ímóti júst Fleyr. Aðru FM-finalurnar leyg­ar­dagin 5. apríl verða spældar soleiðis, at klokkan 13 spæla kvin­ nur­nar hjá Mjølni og Fleyr og klokkan 15 spæla menninir hjá ÍF og Fleyr. Verður neyðugt við eini triðju finalu, spæla kvin­ nur­nar sunnudagin 6. apríl klokkan 15 og menn- ini­r klokkan 17. hilmarjan@sosialurin.fo Valborg Heinesen og Marnar Djurhuus settu bæði føroysk met á hálva maratonteininum, tá tey vóru til HM-kapping í Kjøpinhavn leygardagin Savnsmynd: Eyðbjørn Jacobsen Mjølnir og ÍF væl fyri Kvinnurnar hjá Mjølni og menninir hjá ÍF, sum vunnu landskappingarnar, vunnu eisini fyrstu FM-finalurnar í kvinnu- og mansflogbóltinum um vikuskiftið Tók 25 ára gamalt met Bæði Valborg Heinesen og Marnar Djurhuus settu nýggj føroysk met á hálva maratonteininum í HM-kappingini, sum var í Kjøpinhavn leygardagin. Merkisvert var, at Marnar tók 25 ára gamla metið hjá Absalon Hansen frá august mánaði í 1988 Øssur vann aftur DM-gull – Eg skuldi bara gera míni lop og lenda so nøkulunda við stíli, so hevði eg góðan møguleika at vinna – og tað eydnaðist, sigur Øssur Debes Eiriksfoss, sum um vikuskiftið endurtók gullið í lopi, tá teir bestu fimleikararnir niðri kappaðust Hilmar Jan Hansen Um vikuskiftið var Øssur Debes Eiriksfoss úr Havn við í kappingini um danska meistaraheitið í amboðsfimleiki, og eins og í fjør, eydnaðist honum at vinna gull og gerast danskur meistari í lopi. Og harumframt megnaði hann eisini at fáa silvur á gólvinum. – Tað var øgiliga gott at vinna gullið aftur, tí tað var tað, eg fór eftir. Umframt heiðurin, gav tað mær eitt pláss á danska landsliðnum, sum í mai mánaði skal til Sofia í Bulgaria at kappast í EM. Og tað er ikki minni stórt at fáa tann møguleikan aftur í ár, tí er á einum heilt øðrum og hægri stigi, sigur Øssur, ið longu undan kappingini í Kjøpinhavn helt seg hava góðar møguleikar at vinna gull í lopi. – Eg visti, at tað bara ikki skuldi kiksa hjá mær, so kundi eg saktans vinna gullið. Eg skuldi bara gera míni lop og lenda so nøkulunda við stíli, so hevði eg góðan møguleika at vinna – og tað eydnaðist. Sum sagt, gekst hesaferð so mikið væl, at Øssur Debes Eiriksfoss eisini megnaði at vinna silvur í kappingini á gólvi, men har var hann ikki so vísur í frammanundan, at tað skuldi fara at lukkast. – Nei, har var so tætt millum fleiri, at tað illa bar til at taka dagar ímillum. Tað kundi farið ymsar vegir, men tíbetur lukkaðist alt hjá mær, og tí kundi eg taka hetta heiðursmerki eisini, sigur 24 ára gamli havnarmaðurin. Øssur Debes Eiriksfoss, sum á Oyggjaleikunum á Bermuda í fjørsummar vann heili sjey heiðursmerki í fimleiki, er niðri í lestrarørindum, og har hevur hann í frítíðini tilknýti til danska felagið Gefion. – Umstøðurnar hjá fimleikinum eru ikki frægari har enn í Fimi í Havn, men har eru fleiri fimleikarar á høgum stigi, sum eg venji saman við, so talan er um eitt sera gott venjingarumhvørvi, og tað gevur nógv, sigur Øssur. hilmarjan@sosialurin.fo Øssur Debes Eiriksfoss, sum í fjørsummar vann nógv heiðursmerki í fimleiki á Oyggjaleikunum á Bermuda, vann um vikuskiftið gull í lopi og silvur á gólvi í kappingini um danska meistaraheitið Savnsmynd: Eyðbjørn Jacobsen