Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 3 I 31. mars 2014 vørja ferð, vit hoyra navnið Ósbjørn Jacobsen nevnt, er Hörpa sjáldan longur enn ein andadrátt burturi, tí fyri mong hoyra hesi bæði óloysiliga saman. Var tað ikki fyri Hörpu, vistu mong óivað einki um arkitektin Ósbjørn Jacobsen, og var tað ikki fyri Ósbjørn Jacobsen, so vóru helst eisini fleiri her um leiðir, ið vistu millum lítið og einki um tónlistar- og ráðstevnuhúsið Hörpu. Bygningsverkið í Reykjavík, sum telist millum 15 teir vakrastu konsertbygningarnar í heiminum, venda vit aftur til, men ætlanin var nú meira at tosa um Ósbjørn enn Hörpu, nú vit henda dagin settu honum stevnu í hølunum í Syðrugøtu, sum fyrr í tíðini hýstu handlinum Valhøll, men nú eru karmur um gerandisdagin hjá 40 ára gamla arkitektinum og hinum trimum, hann har starvast saman við. – At eg skuldi fara arkitektavegin, lá kanska ikki beinleiðis í kortunum frá byrjan, men at tað skuldi hava okkurt við bygging at gera, mundi vera meira ella minni tankin alla tíðina. Eg teknaði altíð nógv og havi altíð havt áhuga fyri tí, men havi nokk ikki verið so tilvitaður um tað allíkavæl. Men í heimliga umhvørvinum var tað at smíða ein sera náttúrligur partur, so bygging hevur so ella so altíð verið har, fortelur Ósbjørn. – Tá hini fóru á fiskavirki eftir skúlatíð, fór eg at smíða, so tað hevur alla tíðina verið har. Nýggja kirkjan í Gøtu var í gerð um tað mundið, tá eg gekk í framhaldsdeildini, so gerandisdagar var tað mest vanliga hjá mær, at eg eftir skúlan fór við knallertini yvir til Gøtugjógv at smíða frá klokkan trý til seks. Og tá eg var liðugur við studentaskúlan í 1993, var ringasta krepputíð í Føroyum, so tá var eg við pápa mínum yviri í Norra og smíðaði í nakrar mánaðir, áðrenn eg fór undir nakran lestur. Herfyri var Ósbjørn á Kambsdali og greiddi næmingum frá síni yrkisleið, og har fortaldi hann um ein hálvgrátandi lestrar­vegleiðara, ið ráddi sær frá at lesa til arki­tekt, men heldur at fara til verkfrøðing, tí hann helt, at tað kanska var ein tryggari framtíð. Bað fyrst um feriu Hvussu var og ikki, so endaði Ósbjørn Jacobsen í Århus í 1994, har hann fór at lesa arki­tektur. Sjálvur heldur hann, at kreppan í Føroyum kanska skundaði eitt sindur undir, at so bleiv, tí tað var ikki nógv hjá einum ungum manni at gera í Føroyum, og tí var rímiliga lætt at taka avgerðina um at fara undir lesturin. – Hinvegin vóru tíðirnar nógv broyttar, tá eg var liðugur at lesa í 2000, tí tá stóð betri til í Føroyum og aðrastaðni við. Tá eg var liðugur við fráfaringarprosjekt í sam­bandi við lesturin, sum svarar til eitt spesiali, skuldi eg leggja hana fram, og so skuldu fýra próvdómarar taka støðu til hana, greiðir Ósbjørn frá. – Longu tá hevði eg tikið ta avgerð, at skuldi eg verða verandi niðri, hevði eg bestan hug at fara til Kjøpinhavn. Og til próv­dømingina av prosjektinum vísti tað seg, at eg skuldi at fáa tveir dómarar úr Kjøpin­havn, sum báðir bjóðaðu mær arbeiði. Haraftrat var eg so heppin tað várið, – Eftir øllum at døma ímynda fólk sær, at fyri tað um mítt navn er blivið nógv eksponerað og eg havi arbeitt við Hörpu øll hesi árini í Íslandi, so eru so nógvar uppgávur, eg ikki tími í holt við, tí tær eru ov smáar, sigur kendi arkitekturin í Syðrugøtu, Ósbjørn Jacobsen, ið leggur dent á, at fyri seg snýr tað seg ikki so nógv um, hvussu stórt eitt prosjekt er, tí annað kann hava nógv størri týdning Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen Í skugga- num av Hörpu framhald... Profilurin: Ósbjørn Jacobsen