Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 nr. 3 I 31. mars 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum at eg var tann av 103 lesandi, ið fekk eitt legat, ið onkuntíð verður koyrt í tvey, men ta ferðina bara varð latið einum. So í nógvar mátar gekk tað sum fótur í hosu hjá mær. Sum sagt, so stóðu tvey arbeiði honum í boði, tá hann var liðugur, og annað av teimum var hjá Henning Larsens Tegnestue, sum tá hevði teknistovu á Vimmelskaftinum í Kjøpinhavn, og har fór hann til samrøðu fyrst – og fekk bjóðað starv beinanvegin. – Vit hava ofta flent at tí aftaná, at tað fyrsta, sum eg svaraði til arbeiðstilboðið, var um eg kundi fáa feriu í tveir mánaðir. Ikki tí at nakað arrogant lá aftanfyri, men heima í Føroyum lá abbi mín akkurát tá til tað seinasta, so eg hevði hug at fara heim. Eisini var eg rættiliga móður og troyttur, nú eg í eitt hálvt ár hevði verið í gongd flestu tímar av samdøgrinum fyri at gera frá­faringar­ prosjektið hjá mær, sigur Ósbjørn. – Setanarsamrøðan var í juni, so tá teir spurdu, nær eg kundi byrja í starvinum, segði eg fyrst í august. Men tað riggaði fínt, og eg havi starvast hjá Henning Larsen síðani og uppliva stórar broytingar. Tá vóru eini 60 fólk í starvi á hesi einu teknistovuni í Kjøpinhavn, men í dag eru eini 250 fólk í starvi á sjey ymiskum støðum kring heimin. Loysa alt lokalt Umframt tey seks størru støðini, er ein bygd í Føroyum eisini sloppin upp í part, so inni á heimasíðuni hjá Henning Larsens Architects, sum fyritøkan eitur í dag, bar nú til at síggja Syðrugøtu millum tilsipingarnar til, hvar virksemið er, tí nevnd verða Kjøpinhavn, Oslo, München, Istanbul, Riyadh, Syðrugøta og Hong Kong sum tey støð, har tú kanst fáa fatur í Henning Larsen. – At vit nú eru til staðar í Syðrugøtu, er øgiliga nógv eitt privat prosjekt hjá mær, tí eg vildi fegin sleppa heimaftur til Føroya at búgva. Í sambandi við arbeiðið í Reykjavík, tá vit gjørdu Hörpu, flutti eg við familjuni til Íslands, og tá tað var liðugt í 2011, valdu vit at fara til Føroya, heldur enn at fara niðuraftur, sigur Ósbjørn Jacobsen, ið fyrst fleyg ímillum, tí hann var nokk so nógv niðri. – Men í 2013 legði eg kortini á borðið og fortaldi, at eg ætlaði heldur at vera meira permanent í Føroyum. Eg hevði í grundini ikki ímyndað mær, at tað gekk, men kanska gingu tey við til tað, tí eg jú var partaeigari í fyritøkuni. Endamálið hjá honum var at arbeiða við prosjektum í Føroyum og prosjektum aðrastaðni, sum passa í stødd, og í prinsipp­ inum er arbeiðsplássið í Syðrugøtu hansara egna føroyska smápartafelag, sum hann og Henning Larsen Architects eiga í felag. – Tankin við hesum felagnum er, at tað skal bera til at loysa alt í Føroyum, sum vit arbeiða við, so her er ikki talan um strá­ manna­virksemi ella nakað líknandi, sum flytur tingini av landinum at detajlprosjektera og sovorðið, flennir Ósbjørn, ið tó ikki dylur, at tað fyri hetta lítla arbeiðsplássið er ein stórur fyrimunur, at tað samstundis ber til at trekkja upp á ta øgiligu vitan, ið finst í teimum 250 fólkunum, sum starvast hjá Henning Larsen. – Vit eru so bara fýra fólk, sum sita her, so tað er avmarkað, hvat vit kunnu taka upp á okkum at arbeiði, men eg vóni, at tað skal bera til at fáa sett nøkur fólk aftrat, so vit kunnu bjóða okkum fram til ting, sum eru eitt sindur størri enn tað, vit arbeiða við nú. Men fyrst og fremst snýr hetta seg um, at vit í høvuðsheitum skulu megna at loysa allar okkara uppgávur lokalt. Mótspæl til Hong Kong Sum er, hava tey nóg mikið at gera á tekni­ stovuni í gomlu Valhøll, beint oman fyri sandin í Syðrugøtu. Og hóast grundtankin er, at hetta skal vera eitt føroyskt prosjekt, útihýsir Ósbjørn Jacobsen ikki møguleikan fyri, at okkurt uttanífrá eisini kemur uppí. – Tað hevur sjálvandi nógv at siga fyri um­ hvørvið, at tað ikki bara eru føroyingar, sum arbeiða her, tí altjóða tilgongdin til tingini hevur jú nógv at siga, hvussu tú hugsar og hvussu tú fært íblástur uttan úr heimi. Og hóast bulurin er føroyskur, so eru í løtuni tvey av fýra starvsfólkum útlendingar, annað úr Tjekkia og hitt úr Svøríki, sigur hann. – Nú eri eg eisini ein partur av partnara­ skaranum hjá Henning Larsen Architects, so tí ber jú til at gera nyttu av tí fyrimuninum báðar vegir, og eg dugi væl at síggja fyri mær, at onkur føroyingur, sum arbeiðir her, kanska fær hug at royna eitt hálvt ár í Istanbul, fyri at uppliva nakað annað, og tann møguleikin er sjálvandi í tí, tá tú ert partur av eini størri heild. At áhugin hinvegin er fyri at koma til Føroya at arbeiða, heldur Ósbjørn kanska komast av, at Føroyar hava eitt potentiali í tí, at út­lendingar fegnir vilja koma higar, tí teir so kenna tað, sum at teir onkursvegna eisini koma í samband við náttúruna og nakað upprunaligt. – Tú kanst siga, at tað er mestsum »main­ stream« at fara til ein stórbý at arbeiða, tí tað er jú tað, sum øll gera. Fólk søkja til metro­polarnar, men mítt prosjekt stendur fyri tí mótsatta, og nú Henning Larsen er norður­lendska teknistovan við norður­lendsku virðunum, passar tað væl inn, tí mótspælið til Hong Kong og Istanbul nýtist ikki at vera Havnin, men heldur onkur »flekka« í Føroyum, sum so í hesum førinum er Syðrugøta, sigur hann. – Alt nýtist heldur ikki at vera so stórt, fyri at tað skal rigga ella passa inn, og til dømis sita nógvastaðni í Spania eini trý ella fýra fólk í smáum teknistovum uppi í fjøllunum, har tey hava eitt arbeiði, ið gevur meining. Øll fata tað góða initiativið, sum er í hesum, at tað væl ber til at vera ein mótpolur til tað stóra, og her ber upp á ein ella annan máta eisini til at stinga fingurin niður í ta norðurlendsku moldina. Ikki ov smátt her Sum nevnt at byrja við, slepst illa undan at tosa um Hörpu, tá tosað verður um og við Ósbjørn Jacobsen og hansara virksemi sum arkitektur, og havandi í huga, at Harpa eisini er tað nógv mest eksponeraða prosjektið hjá Henning Larsen Architects nakrantíð í 55 ára søgu felagsins, er tónlista- og ráðstevnuhúsið í Reykjavík eisini partur av hesi samrøðu. – Eg haldi, at alt er spennandi, so leingi sum talan er um ein byggiharra, sum er engasjeraður og hevur áhuga fyri at hava eitt gott prosjekt. Merki eg, at byggiharrin vil nakað við tí, sum hann skal hava gjørt, og tað ikki bara skal gerast skjótast gjørligt, eri eg ofta við upp á tað. Og so snýr tað seg eisini í stóran mun um, at kemiin millum meg sum arkitekt og tann, sum skal hava okkurt gjørt, er í lagi, sigur Ósbjørn. – Um tað so er ein Harpa ella eitt summar­ hús, er í prinsippinum líkamikið, hóast eg væl merki, at nógvir føroyingar hava hug til at undrast á, at eg eri komin heimaftur. Teir spyrja, um tað er nakað fyri meg at arbeiða í smáu Føroyum, og um tingini ikki eru alt ov smá fyri meg her. Men tað passar mær øgiliga væl at arbeiða við smærri prosjektum, so tí er ein føroyskur gerandisdagur til arbeiðis minst líka týdningarmikil fyri meg, sum ein gerandis­dagur onkra aðrastaðni. Og framvegis ger seg galdandi, at Ósbjørn væl og virðiliga hevur fingurin á pulsinum, fyri tað um hann er í Føroyum, og galdandi fyri allar deildirnar hjá Henning Larsen Architects er, at tær arbeiða við ymsum uppgávum, sum stórur munur er á. – Fyrr ella seinni kundi eg kanska eisini hugsað mær at roynt okkurt uttanlands aftur, men tað er líkasum ikki tað, eg havi hug til nú. Um vit taka Hörpu, so var eg knýttur at tí prosjektinum í sjey ár og brúkti einar 12.000 arbeiðstímar upp á tað. Tað havi eg ikki bein­ leiðis nakrar ætlanir um at gera aftur, sjálvt um tað bæði var øgiliga spennandi og øgiliga gevandi. Tað var so stórt og komplekst, um­ framt at tað í tíð eisini kravdi øgiliga nógv, sigur hann. Føroyskur íblástur Ósbjørn dylur ikki fyri, at í sambandi við Hörpu ber helst til at síggja, at tað hevur sett sín dám á verkið, at hann er føroyingur, og hann heldur tað vera nakað sum við lista­ fólkum, at tað sterkasta úttrykkið ofta er at vera øgiliga tilvitaður um, hvaðani tú kemur. – Eg skal ikki royna at gera tingini, sum tey gera tey í New York, tí tað gera tey tíggju ferðir betri, og heldur má eg brúka mína egnu bakgrund, sum eg eisini gjørdi øgiliga tilvitað í Hörpu. Tá tú kemur inn í bygningin, er alt svart betong og teir tríggir stóru salirnir eru lyftir fimm metrar upp í luftina. Tað vísir heilt klárt til drangarnar, sum bæði vit og ís­lendingar hava, tí teir standa har, hóast tað ofta verður máað burtur av teimum, sigur Ósbjørn. – Fasadan er so tað lætta og gjøgnum­ skygda, og fleiri síggja fasaduna sum alduna, og tað var sjálvandi eisini ein tanki og ein mynd, sum vit arbeiddu tilvitað við. Eisini ógvaðust summi um, at tann eini salurin skuldi vera knallreyður, tí vanliga eru slíkir salar­inspireraðir av ljóðførum og líknandi, men vit hildu fast við, at í okkara eygum skuldi tað heldur vera hesin reyði og heiti liturin, sum líkasum setti trumf á. Har var tað so hug­skotið um at fara inn í fjallið, ið allir íslendingar lættliga kunnu kenna seg aftur í. Meðan vit líkasum eru við evnið og tað stóra prosjektið, sum Harpa var, mugu vit eisini spyrja Ósbjørn, um tankin um at sleppa at tekna eitt føroyskt tjóðleikhús ikki fær tað at kribla í fingrunum, og hann játtar, at tað ger tað. – Eg ímyndi mær, at í tí sambandi verður ein kapping ella eitt skitsuprosjekt, og har kundi eg so gjørt mær dælt av tí altjóða fakliga umhvørvinum, eg kenni, tí í sam­ bandi við slík hús verður arbeitt við tí, tey rópa »theatre planning«, ið er sjón­leikar­hús­ ráð­geving og um akustikk, og alt møguligt annað. Hetta eru fólk, sum kenna alt til slíkt arbeiði, sigur hann. – Tað vildi verið ein fantastisk og øgiliga spennandi uppgáva, og eg fylgi eisini við, um okkurt skuldi stungið seg upp. Eg vóni bara, at eitt føroyskt tjóðleikhús verður gjørt professionelt, tá tað verður gjørt, tí sovorðið má gerast ordiligt, tí eingin tímir at spæla upp á eitt ljóðføri, sum ikki stemmar. Má gera egna tulking Millum dagligu uppgávurnar, sum Ósbjørn Jacobsen og tey á teknistovuni í Syðrugøtu loysa, er nokk so nógv arbeiði fyri Bústaðir, men annars hevur verið talan um smærri upp­gávur fyri minni byggiharrar. Og allan vegin gongur aftur, at í hugaheiminum hjá arkitektinum er eingin uppgáva og stór og eingin ov lítil. Profilurin: Ósbjørn Jacobsen Eg hopi, at vit eru her enn um fimm ella tíggju ár, tí tað er altso ein stórur dreymur hjá mær, at blanda altjóða umhvørvi upp í tað føroyska – bæði uppgávur og fólk framhald... Øll manningin í gongd á teknistovuni í Syðrugøtu, sum heldur til í gomlu Valhøll. Ósbjørn Jacobsen og Hanus Jacobsen eru báðir syðrugøtumenn, og »altjóða umboðini« eru tjekkiska Iva Tomková og svenski Isak Bergwall