mánadagur 31. mars 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 3
I
31. mars 2014
já ASB, Atlantic Supply Base,
í Runavík eru tey í fullari ferð
við at fyrireika seg til boringin
av brunninum í leitiøkinum
Brugdan II á landgrunninum
í ein landsining úr Føroyum,
verður tikin upp aftur í næsta
mánaða. Tá tann brunnurin
er liðugt boraður skal pall
urin flytast til leitiøkið
Súlan-Stelkur, har ein brunnur skal borast í
summar. ASB hevur høvuðsábyrgdina av veit
ingini í sambandi við báðar brunnarnar.
– Tað er um tað lagið, at alt er komið upp
á pláss, so vit verða til reiðar, tá teir fara í
gongd í apríl, sigur Eli Lassen, stjóri í ASB.
Hann, sum er útbúgvin skipsførari, var
við frá byrjan og arbeiddi ta fyrstu tíðina
við móðrutangunum, har serliga móðran, ið
verður brúkt undir boringini, verður blandað
og goymd.
Tá leitivirksemið steðgaði upp í 2003/2004,
varð hann uppsagdur og sigldi í tvey ár, til
hann kom aftur til ASB í 2006. Nú sum stjóri
og medeigari.
Í tíðarskeiðum, tá ongar boringar hava
verið, hevur starvsfólkahópurin verið fá
mentur, onkuntíð hevur Eli Lassen verið
einsamallur, men tá leitiaktivitetur er, starvast
umleið 15 fólk í felagnum – fimm á skrivstov
uni og eini 10 á havna- og goymsluøkinum.
Runavík vann
Tað vóru oljufeløgini aftanfyri tey fyrstu átta
leitiloyvini, ið eftir eitt undangóðkenningar
umfar valdu Runavík sum oljuútgerðarhavn,
tá farast skuldi undir fyrstu leitiboringina í
2001.
Vinnan kring fjørðin og eisini aðra staðir
í landinum hevði longu í 1999 tikið eitt
týdningarmikið stig at fyrireika seg til eina
møguliga oljuvinnu, tá ASB varð stovnað. Tað
vóru 19 feløg, ið tóku seg saman at stovna
veitingafelagið. Okkurt av hesum er ikki
til longur, og onkrar broytingar eru annars
gjørdar í ognarskapinum, soleiðis at eigara
skarin í dag telur 17 feløg og einstaklingar.
At ASB longu var til og hevði heimstað í
Runavík taldi avgjørt til fyrimuns, tá olju
feløgini valdu Runavík fram um Drelnes
á Tvøroyri, Tórshavnar Havn og Sund við
munnan á Kaldbaksfirði.
– Er tað eitt stað í Føroyum, sum er betri
egnað enn onnur støð at vera frálandavinnu
havn hjá oljuvinnuni, so er tað her, Runavík
og Skálafjørðurin, sigur Eli Lassen avgjørdur.
Vánaligur logistikkur
Hann er sjálvur ættaður úr Vági, har ætlanir
nú eisini eru um at gera eina oljuútgerðar
havn, men tó at hann er góður við sína gomlu
heimbygd, heldur Eli Lassen lítið um ta
ætlanina.
– Logistikkurin hevur alt at siga í hesi
vinnuni, og hann er ov vánaligur í Suður
oynni. Á Skálafjørðinum eru vit í koyrifrá
støðu til allar undirveitararnar, allar skriv
stovurnar í Havn og flogvøllin. Vit kunnu
levera at kalla alt við stuttari freist. Tað fært
tú ikki í Vági. Eg eri til dømis blivin upp
ringdur av boripallinum og spurdur, um eg
upp á eitt eygablikk kundi skaffa 300 kilo
av tvisti. Tað kundi eg ikki, men eg hevði
ein undirveitara tætt við, sum kundi, og tað
var Mest á Skála. Eina aðra ferð skuldu eg í
snarheit skaffa 10.000 ruskposar. Tað kláraði
eg, tí tað er landfast inn á Kambsdal, har lá
ein undirveitari, og teir áttu nóg mikið av
ruskposum, sigur Eli Lassen.
Undirveiting
Hann ræðis ikki kapping um veitingina,
men heldur tað vera spell, um onnur øki í
landinum fara at brúka nógva orku og pengar
upp á at kappast við Runavík um sjálvan leik
lutin sum útgerðarhavn.
– Kapping hevur verið um sjálva veitingar
tænastuna. Hana hava vit tó vunnið hvørja
ferð. Men eg dugi ikki at ímynda mær, at
nakað annað øki í landinum kann bjóða líka
góðar havnaumstøður, sum tær vit hava her.
Tað vigaði sjálvsagt eisini tungt, tá oljufeløg
ini valdu Runavík sum útgerðarhavn til teir
fyrstu átta brunnarnar, sigur Eli Lassen.
– Men fyri tað at Runavík er sjálv útgerðar
havnin, og høvuðsveitarin arbeiðir út her frá,
so kunnu onnur øki í landinum sagtans bjóða
seg fram við planløgdum undirveitingum.
Tað vildi eg hildi, var ein tryggari vegur hjá
teimum at ganga, enn at gera risastórar íløgur
í nýggjar útgerðarhavnir. Bara Mudd-anleggið
(móðrutangarnir, red.) hevði kostað einar 20
milliónir krónur, um tann íløgan skuldi verið
gjørd í einum nú, sigur stjórin í ASB.
– Og annleggið skuldi verið tvær ferðir so
stórt fyri at verði heilt optimalt, um olja ella
gass varð funnið, leggur hann afturat.
Strong krøv
Hann vísir á, at ASB gjøgnum árini hevur kýtt
seg at fylgt við og ment seg, so hvørt sum
krøvini frá oljufeløgunum eru vorðin meira
umfatandi og herd.
– Vit hava allar tær fyriskipanir og góð
kenningar, sum vinnan krevur og eru alla
tíðina til reiðar at lúka nýggj krøv. Eg haldi,
tað er best, at lata sjálva veitingarmiðstøðina,
bindiliðið millum boripallarnar og veitararnar
á landi, verða so professionells sum til ber,
og so annars syrgja fyri at fáa hópin av av
leiddum vinnum kring alt landið, sigur Eli
Lassen.
Týdningurin av góðum fasilitetum, góðum
logistikki og góðum havnaviðurskiftum
verður bara størri, um olja ella gass í rakstrar
verdum nøgdum verða funnin og ein
framleiðsla verður úr brunnum á føroyska
landgrunninum.
– Vit klára okkum við verandi fasilitetum
í Runavík til leitingarnar, sum higartil hava
verið við langum millumrúmum. Men fer ein
framleiðsla í gongd, so verður brúk fyri einum
risastórum upplandi til goymslubygningar,
kemikaliutangar, skrivstovur og mangt annað.
Eg arbeiddi eina tíð á veitingarmiðstøðini
CCB – Coast Center Base – í Ågotnes í Noregi.
Miðstøðin fevndi um eitt øki á 500.000 fer
metrar. Tað skal man rokna við. Tað ber
væl til at gera ein støð av hasi støddini her
við fjørðin uttan at renn seg í bygt øki ella
náttúruforðingar, men eg ivist í, um tað ber
til so nógva aðra staðir, sigur Eli Lassen.
ASB í Runavík hevur verið veitingarmiðstøð í sambandi við allar brunnarnar, sum higartil eru
boraðir á føroyska landgrunninum. Tey framúr góðu, náttúrugivnu havnaviðurskiftini og
sentrala plaseringin við stuttari frástøðu til øll sløg av undirveitarum gera Skálafjørðin
sera væl egnaðan at hýsa einari oljuúgerðarhavn, heldur Eli Lassen, stjóri í ASB
Tekstur og myndir: Ingolf S. Olsen
H
Góður logi-
stikkur hevur
alt at siga
Hesi feløg og
einstaklingar eiga ASB:
Vónin, Faroe Petroleum, El-Service, p/f
Eysturvág, Estra, Eli Lassen, Faroe Ship,
Articon, KJ Hydraulik, Áki í Skemmuni,
p/f 14, Símin Mittún, OCD, Borg,
Snaraløkur, Teymavirkið og Mekanik
Sum veitinarfelag ræður ASB saman við havnamyndugleikunum yvir einum oljuhavnaøki
á umleið 18.000 fermetrar. Móðruanleggið við tangum eigur ASB saman við hollendska
felagnum Cebo, og tað hevði kostað einar 20 milliónir krónur, um tað skuldi verið gjørt nú.