Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 nr. 3 I 31. mars 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum 00 metrar av nýggjum kajkanti har dýpið er millum 7,5 og 15 metrar og eitt tilhoyrandi havna­øki á 18.000 fermetrar. Tað eru høvuðstølini í verk­ætlanini fyri nýggja út­gerðar­havn á sunnara landi á Vágsfirði, um sæð verður burtur frá kostnaðar­ ætlanini, sum Dennis Holm, borgarstjóri, ikki hevur hug at almanna­ kunngera – enn í hvussu er. Verkætlanin er fyrsta útspælið hjá Vágs Kommunu, nú hon av álvara ætlar sær inn í dystin um oljupengarnar. Tað er langt síðani avgjørt, at olju­útgerðar­ havnin í Runavík og veitingafelagið har, ASB (Atlantic Supply Base), verða veitingar­mið­ støð fyri brunnin í Brugduni II, sum farið verður undir aftur at bora í næsta mánaða, og fyri brunninum, sum í summar skal borast í leitiøkinum Súlan-Stelkur tætt upp at bretska markinum. Statoil er fyristøðufelag fyri báðum hesum brunnunum. Veiting til bretar Men sambært Dennis Holm er tað ikki ætlanin, at teirra verkætlan skal vera bundin av leiting á føroyska landgrunninum, ella av at olja í rakstrarverdum nøgdum verður funnin her í næstum. Tí í Vági eru eyguni í eins stóran mun vend móti oljufeløgunum, sum eru aktiv bretsku megin markið, sum móti boringunum í føroyskum øki. Vágur er næsta havn til stóru oljuøkini vestan fyri Hetland. Brunnarnir í Rose Bank-økinum liggja sostatt bert 96 fjórð­ ingar úr Vági, men 126 fjórðingar úr Lerwick í Hetlandi, sum er næsta havnin í Stóra­ bretlandi. Brunnarnir í Cambo-økinum eru upp­aftur nærri, bert góðar 84 fjórðingar úr Vági og 125 fjórðingar úr Lerwick. Afturat stuttu fjarstøðuni er tað ein fyri­ munur fyri Vág, at tað gerst støðugt trengri í teimum stóru veitingarmiðstøðunum í Skotlandi, Peterhead og Aberdeen, so hvørt sum oljuaktiviteturin í bretskum øki veksur. – Vit hava verið og tosað við ymisk olju­ feløg, sum eru aktiv í bretskum øki, og hava eisini vitjað útgerðarhavnir har. Tað er onki at ivast í, at potensjalið er risastórt. Trongsulin í Peterhead og Aberdeen er so stórur, at frá­landaskipini liggja í bíðirøð at sleppa inn, og so hvørt sum eftirspurningurin har bara økist, økist prísurin á veitingum eisini. Tí eru olju­feløg í bretskum øki farin at hyggja eftir øðrum møguleikum, og tey vóru sera áhugað í, hvat vit kundu bjóða, sigur Dennis Holm. Transitthavn Eitt havnaøki á 18.000 fermetrar er nóg stórt uppland til eina oljuútgerðarhavn, um talan bert er um vanligan aktivitet við nøkrum leitibrunnum yvir fleiri ár, men tað er ov lítið, um talan skal verður um veiting í sambandi við framleiðslu av olju og/ella gassi á landi. – Vit hava tó lagt upp fyri, at tørvur kann gerast á størri øki, tí við broyttu byggi­sam­ tyktini, so kunnu vit gera nýtt havnarlag við 1.000 metur kajkanti eystanfyri grótkastið. Annars er spurningurin um uppland ongin trupul­leiki, tí tað kann sagtans vera allastaðir í oynni. Vit vóru á fundi við ein av teimum heilt stóru bretsku veitingarfyritøkunum, og har er gongdin, at teir gera transitthavnir við lítlum upplandið, og hava so teir stóru fasili­ tetirnar aðra staðir í økinum. So upp­landið beint við kajkantin er ongin trupul­leiki, sigur Dennis Holm. ASB-stjórin sigur aðra staðir her í blað­ num, at tað er ein stórur trupulleiki fyri eina oljuhavn í Suðuroy, at teir ikki hava allar leverandørarnar í koyrifrástøðu, og tí ikki kunnu nøkta allan eftirspurningin í eini handa­vending. – Tað er nakað tvætl. Frálandatænasturnar frá veitingarmiðstøðunum á landi eru sera væl planlagdar, meðan allur akuttur tørvur verður avgreiddur loftvegis. Skal okkurt brúk­ast í skundi, kemur tað typiskt í Vágar við flog­fari og síðani beint í eina tyrlu, sum flýgur tað út á pallin. Tá kann tað jú gera tað sama, um offisiella veitingarmiðstøðin liggur í Runavík ella í Vági, sigur Dennis Holm. Vissa fyri nýtslu Tó at hann ikki enn vil siga nakað um, hvat nýggja útgerðarhavnin fer at kosta, ásannar hann, at hon er so mikið dýr, at hon ikki bara verður gjørd uttan hampuliga vissu fyri, at hon eisini verður brúkt, fer at vinna pening og skapa arbeiðspláss í Vági og Suðuroynni annars. – Vit vilja fegin selja Vágs fjørð, fáa olju­ veitingar um okkara kajkant og við hesum skapa vøkstur í økinum. Ein partur av øllum hesum er forhandlingar. Verkætlanin er komin har til, sum hon er nú, gjøgnum forhandlingar við nógvar partar her heima og aðra staðir teir seinastu átta-níggju mán­ aðir­nar, og tað vil eisini verða gongdin fram ímóti, at verkætlanin verður veruleiki. Tað er greitt, at vit gera ikki eina so stóra íløgu uttan at hava brúkarar til havnina, hinvegin eru vit longu klár at taka ímóti oljuvinnuni, tí longu nú er stórt havnarøkið tøkt til oljuvinnuna á norðaru havn, sigur Dennis Holm. Í Vági vilja tey selja fjørðin sum oljuhavn, og her hyggja tey longur enn bert út til føroyska landgrunsmarkið. Borgarstjórin heldur góðar møguleikar vera fyri, at Vágur kann gerast veitingarmiðstøð fyri boringar bretsku megin markið eisini, tí tað er vorið so trongt á stóru veitingarmiðstøðunum í Skotlandi Ingolf S. Olsen 3 Vágur bjóðar seg fram Ætlanin er at gera nýggju oljuútgerðarhavnina á sunnara landi á Vágsfirði. Verkætlanin fevnir um 300 metrar av nýggjum kajkanti, 100 metrar út eftir grótkastinum og 200 metrar vestur úr horninum við grótkastið. Dýpið við kajkantin verður millum 7,5 og15 metrar. Eisini skal verkætlanin rúma einum 18.000 fermetrar stórum havnaøki. – Vit vilja fegin selja Vágs fjørð, fáa oljuveitingar um okkara kajkant og við hesum skapa vøkstur í økinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági