Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 nr. 3 I 31. mars 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Risastór oljuhavn í umbúna løtuni eru okkurt um 18.000 fer­ metrar tøkir í Runavíkar Havn til aktivitetirnar í sambandi við olju­ útgerðar­havnina. Tað er ríkiligt til leiti­aktivitetin sum higartil hevur verið, men skuldi okkurt leitisamtak rakt við olju ella gass í rakstrarverdum nøgdum, fleirfaldast tørvurin. Og í tí løtu, tað hendir, er Runa­ víkar Kommuna til reiðar at trýsta á startknøttin og fara undir at byggja eina nýggja, risastóra havn næstan inni á botni á vestara armi á fjørðinum, í óbygda økinum millum Skála og Skálafjørð. Seinastu fýra árini hevur kommunan brúkt einar tvær milliónir krónur til ymiskar kanningar í tí sambandinum, millum annað umhvørviskanningar og loyviskanningar viðvíkjandi lendinum. – Vit hava havt allar áhugapartar inni, so alt tað formella kann verða upp á pláss, og vit kunnu fara undir at gera havnina við stuttum skotbrái, sigur Tórbjørn Jacobsen, havnameistari í Runavíkar Havn og vara­ borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Hundraðtals milliónir Enn er talan bert um eitt strategiskt skitsu­ prosjekt, og tí eru ikki neyvar ásetingar gjørdar um stødd og prís. – Men vit tosa um nakrar hundrað metrar av kajkanti og eitt havnaøki á einar 500.000 fermetrar. Við øllum anleggum og fasilitetum verður prísurin fleiri hundrað milliónir krónur, kanska út móti milliardini, so tað er eyð­sæð, at hetta er ikki ein verkætlan, sum komm­unan einsamøll klárar at lyfta, og heldur ikki ein verkætlan, sum fer í gongd uttan so, at vit vita, at brúk verður fyri henni – tað vil siga, at teir sum leita, fara at raka við okkurt, sigur Tórbjørn Jacobsen. Verður olja funnin, og arbeiðið at gera nýggju oljuhavnina sett í gongd, verður tað mest sannlíkt saman við oljufeløgunum. – Tað eru jú tey, sum mugu væntast at hava áhuga í einari framkomnari olju­ útgerðar­havn, sum er før fyri at tæna einari olju- og gassframleiðslu á feltinum. Vit inn­ rætta okkum frammanundan fullkomiliga eftir krøvunum frá oljuvinnuni, serliga trygdar­krøvunum, og tað verður eisini gjørt her. Annars gevur tað onga meining, sigur havna­meistarin og býráðspolitikarin. Herd krøv Síðani á sumri 2010 hevur hann verið havna­ meistari í stóru kommununi í Eysturoynni, og hesi árini eru krøvini frá oljufeløgunum støðugt vorðin herd. – Tað er serliga viðvíkjandi trygdini, at tey verða herd, og vit síggja eisini, at tað ítøkiliga hendir okkurt her, hvørja fer onkur ógvuslig hending er í oljuvinnuni úti í heimi. Til dømis sóu vit, at nýggj krøv vórðu sett her eftir álopið á oljuinstallasjónirnar hjá Statoil í Algeria í fjør, greiðir Tórbjørn Jacobsen frá. Av somu orsøk er tað orkukrevjandi at reka eina oljuhavn, og tað kostar eisini pengar at lúka øll krøvini. – Oljuvinnan tekur ongi atlit til, at for­ holdini eru smá her, og at her er friðarligt. Krevja teir, at havnalagið verður avbyrgt, so skal tað bara gerast – um so var, at olju­ feløgini virkaðu út frá Funningsfirði, høvdu krøvini verið tey somu sum í Stavanger stað­ festir Tórbjørn Jacobsen. 1. apríl fær ASB sum veitingarmiðstøð ræðis­rættin yvir øllum havnaøkinum norðan fyri fiskaríhavnina. Í tí sambandinum verður girðingin afturlatin við einum elektroniskum portri, so ongin sleppur inn á økið uttan loyvi. Eisini hetta er liður í herdum trygdarkrøvum. Ikki bara gull Tað var ein sigur, tá oljufeløgini í 2001 valdu sær Runavík sum oljuútgerðarhavn, og á staðnum eru tey enn fegin um, at hava ta støðuna. Men fyri Runavíkar Havn er tað ikki ein treytaleyst góður handil. Til dømis vóru netto havnainntøkurnar í fjør, tá ongin brunnur varð boraður, 6,1 millión krónur, meðan tær vóru 4,6 milliónir krónur í 2012, tá nógvur aktivitetur var í sambandi við boringina í Brugduni II. – Tá havnin skal vera tøk sum olju­ útgerðar­havn, mugu vit ofta siga nei til nógv onnur skip, ið ætla sær higar, millum annað russisku skipini, sum vit annars tjena fitt av pengum upp á. So tað er ikki altíð, at tann stóri vinningurin hjá okkum er at heinta í oljuhavnini. Men oljuvinnan hevur stórar ring­virkningar, so hjá vinnuni her um leiðir kann tað sagtans geva nógv, um tað so onkun­tíð gevur minni hjá okkum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Góð kappingarstøða Hann hevur sum so onga meining um, at Vágur nú eisini bjóðar seg fram sum oljuhavn, men heldur Skálfjørðin vera í einari góðari kapp­ingarstøðu. – Marknaðurin skuldi prekvalifisera seg, og Runavík vann í 2001. Allar tær for­treyt­ ir­nar, sum tá vóru, eru her enn og eru, um nakað, vorðnar betri. Flogvøllurin er trý korter til ein tíma hiðani og Havnin nakað tað sama. Tað hevur ógvuliga nógv at siga. Eg vænti, at um olja verður funnin, so verður gongdin fram eftir, at vit fara at sam­starva við aðrar kommunur og havnir í sam­bandi við veitingarnar. Her hugsi eg serliga um Havnina, tí har er øll tann almenna um­sit­ ingin. Høvuðsbasan fer tó at verða verandi her á fjørðinum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Í Í tí løtu olja ella gass verður funnið í føroysku undirgrundini, er Runavíkar Kommuna til reiðar at fara undir at gera eina risastóra oljuhavn millum Skála og Skálfjørð. Havnameistarin er fegin um oljuhavnina, men hon tekur tó eisini nakað frá hinum havnaaktivitetunum Ingolf S. Olsen – Teir fasilitetirnir, vit kunnu bjóða her, eru nóg góðir til leiting. Síðani leitingin byrjaði er jú bara eitt hol borað umleið annað hvørt ár. Men verður framleiðsla á feltinum, skulu heilt aðrir fasilitetir til, og tað skulu vit verða fyrireikað til, sigur Tórbjørn Jacobsen, havna­meistari í Runavík